hósdagur 22. februar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 23
18
TÍÐARGREIN
SJÚRÐUR SKAALE
F
yri einum ári síðani bað
Heini í Skorini meg vera
við í sendirøðini um
kristindómsins ymisku
útgávur í Føroyum. Orsøkin var,
at eg hevði skrivað stutt um hetta
í bókini “Tá Jesus gjørdi nekaran
hvítan” og seinni gjørt samrøður
um tað við Sosialin og útvarpið.
Eg helt ikki eg kundi siga nei.
Serliga tí eg í síni tíð sjálvur gjørdi
eina líknandi sendirøð – “Frá dekna
lestri til tungutalu” - sum bara lat seg
gera, tí so nógv vóru fús at vera við.
Men sjónvarpið er ein øðrvísi
miðil enn bøkur, bløð og útvarp.
Øðrumegin er hann nógv, nógv
sterkari. Tað, tú sigur, verður skot
ið sum við kanón inn í hvørja stovu.
Hinumegin skal tað vera so stutt,
at bert ein partur av tí, tú hevur at
siga, kemur við...
Hendan nýggja sendirøðin er
neyðug. Kringvarpið, sum uttan
filtur alt árið ígjøgnum setir sín
ar mikrofonir upp fyri kirkjur
og samkomur, má eisini lýsa tær
journalistiskt. Tær fylla jú nógv.
Tað, eg segði við Heina, standi
eg sjálvsagt við. Men tað virkaði
nóg so eintáttað, tá tað var klipt.
Her kemur tí eitt meira nuanserað
íkast til kjakið, sum hevur tikið seg
upp. (Tað verða lutvíst endurtøkur
av onkrum, eg áður havi sagt).
Ein góð kraft
Okkara land er á mangan hátt
fyrimyndarligt. Tað er minni av
kriminaliteti enn aðrastaðni, og
fólk hava umsorgan hvør fyri øðr
um. Eg rokni við, at tað hevur sam
band við tað sterka, kristna virðis
grundarlagið.
Men gjøgnum søguna hava fólk
givið kristindóminum 1000 ymisk
andlit. Tey flestu vøkur – men
nøkur ljót. Tað eru jú menniskju,
sum umboða læruna, og teirra and
lit verður Kristindómsins andlit.
Í Føroyum er hetta andlit sum
heild vakurt – men tað eru eisini
minni vøkur brigdi.
Í sendingini tosaði eg um barna
legurnar Zarepta tá eg var drongur,
og sum ikki øll minnast gott aftur á.
Síðani er nógv broytt til tað betra,
og samkomufólk hava eisini sjálv
ásannað, at pedagogikkurin ikki
altíð var ella er í lagi.
Henda grein er tí ikki nøkur
ákæra, men eitt íkast til kjakið um,
hvat fyri andlit kristindómurin
skal hava.
Í bestu meining
Tey fyristøðufólk, sum eg minnist
frá Zarepta, vóru fittastu fólk, og
tað, tey gjørdu, var í bestu mein
ing. Men viðhvørt bleiv ikki hugsa
um, hvussu tað, sum bleiv sagt,
kundi ávirka eitt viðbrekið barna
sinni.
Summir leiðarar tóktust hava
sum mál, at so nógv børn sum gjør
ligt skuldu verða "frelst", tá vikan
var av.
Mátin var einfaldur: Fyrst
skuldu børnini gerast tilvitað um
vandan fyri at fara til helvitis - og
síðani skuldu tey fáa at vita, at
trúðu tey tí, sum stendur í Bíbliuni,
so sluppu tey undan hesum. Altso:
Fyrst skuldi ein ótti leggjast í barn
ið - og síðani skuldi bjargingin und
an hesum sama ótta bjóðast fram.
Og av tí, at legurnar bara vóru í
eina viku, mátti alt henda skjótt –
og trýstið tískil vera stórt.
Sum sagt: Tað varð gjørt í bestu
meining. Tá í tíðini trúðu nógv
fólk, at helviti heilt ítøkiliga var ein
eldsjógvur, ið fólk máttu bjargast
undan. Tí hildu tey, sum tað stund
um varð sagt, at "tað er betri at
forskrekkja fólk inn í himmalin,
enn at rura tey í svøvn ávegis til
helvitis".
Torskild hugtøk
Nógv av børnunum vóru ikki von
at hoyra um "ævinleika", "frelsu",
"glatan" og onnur hugtøk, sum
tey nú skuldu taka støðu til, tí tað,
heilt bókstaviliga, galt lívið. Men
hugtøkini vórðu brúkt av teimum
vaksnu, sum vóru tey størsta
sjálvfylgja.
Men eingin - heldur eingin
vaksin - skilir hesi hugtøkini.
Menniskjað livir í tíð og rúmi. Tað
eru okkara treytir, og vit skilja
einki av tí, sum er hinumegin tíð
og rúm.
Vit kunnu gott brúka orðini. Tað
er lætt at siga "ævigt fortapilsi".
Men eingin kann gera sær eina
mynd av eini pínu, sum blívur
við og blívur við og aldrin, aldrin -
veruliga aldrin nakrantíð - heldur
uppat. Eingin fatar hetta.
Men tá eitt barn hoyrir ein
vaksnan tosa um "himmalin" og
"helviti" og "ævinleikan" so heldur
barnið, at tann vaksni skilir orðini.
Barnið roynir so sjálvt at skilja tey
– men kann ikki. Tí verða summi
børn tikin av fótum mentalt, og
blíva bangin.
Og tá ein vaksin sigur við eitt
barn, at tann, sum ikki trýr onkrum
ávísum, skal brenna í helviti,
so kenst tað sum ein hóttan. Tí
børn trúgva tí, sum vaksin siga.
Eg fataði ið hvussu er boðskapin
heilt bókstaviliga sum "trúgv ella
brenn".
“Ævinleikin” var óskiljandi –
men myndin av eldinum í helviti
gjørdist verulig í huganum. Líka
verulig, sum vissi tann vaksni hevði
sagt: “Tað er eldur í húsinum - far
út!” Men hetta var verri. Tí einum
brennandi húsi kanst tú renna út
úr. Fyri at sleppa undan helviti
mátti tú trúgva nøkrum, sum ikki
bar til. Sum tú ikki kundi trúgva
uttan so, at tú setti títt egna vit og
skil til viks. Tað vit og skil, sum tú
hevði fingið frá Gudi...
Ógjørligt at trúgva
Eg spurdi meg sjálvan, um eg trúði
bíbilsøgunum. Trúði eg, at øll heim
sins djórasløg vóru í ørkini hjá
Nóa? At Jesus gekk á vatninum? At
hann reis upp frá deyðum? Trúði
eg, at Jónas var inni í hvalinum í
tríggjar dagar og kom livandi út
aftur? Nei. Eg kundi ikki. Tað bar
jú ikki til.
Trúði eg, at Jesus var deyður
fyri mínar syndir? Eg visti ikki.
Eg skilti tað ikki. Men samstundis
fekk eg at vita, at eg skuldi hava
eina ræðuliga revsing í allar ævir,
um eg ikki trúði tí.
Fyri at sleppa undan helviti
royndi eg at tvinga meg at trúgva
tí. Men vísti tað ikki bara enn betur,
at eg ikki trúði? Tá mann ROYNIR
at trúgva onkrum, er orsøkin so
ikki júst, at mann IKKI trýr tí?
Eg visti aldrin, um eg var á veg
til himmals ella til helvitis. Men
ivin um hvørt eg trúði ella ikki
gjørdi, at eg óttaðist tað ringasta.
Broytt gudsmynd
Eg kundi heldur ikki bíða við hes
“Kristindómurin er eitt gott virðisgrundarlag. Men fylgja vit blint
tekstunum í Bíbliuni, fara vit av leið. Vit hava fingið okkara forstand
til at brúka”. Ískoyti til sendingina “Gud signi Føroyar” hóskvøldið
FJÓS OG
KRUBBA OG
FRIÐUR Á JØRÐ