hósdagur 22. februar 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 23
19
um til eg bleiv gamal og skuldi
doyggja. Á legunum bleiv nevniliga
eisini tosað um "burturrykking".
Also at øll tey "frelstu" brádliga
ein dag skuldu verða rykt burtur
úr verðini og upp til Gud. Eingin
visti nær. Vit vistu bara, at Jesus
- "sum tjóvur á nátt" - skuldi koma
eftir teimum, sum trúðu.
Á tveimum legum las leiðarin
á mínum liði fyri okkum bókina
"Aðru ferð", sum lýsir lívið í eini før
oyskari bygd eftir "burturrykking
ina". Tey frelstu eru tikin burtur, og
eftir ganga tey desperatu “ófrelstu”
og bíða eftir fortapilsinum. Teirra
brotsverk var, at tey ikki høvdu
trúð nøkrum, sum ikki ber til...
Eg hevði sum lítil sæð Gud sum
ein fittan abba, ið var góður við
børn. Men á legunum bleiv Gud
ein óndur maður, sum sendi smá
dreingir til helvitis at brenna, um
teir ikki trúðu tí, sum stendur í
Bíbliuni...
Gud var í veruleikanum verri
enn Illimaður. Tað var jú Gud - ikki
Illimaður! - sum straffaði tey, sum
ikki trúðu. Illimaður brendi bara
tey, sum Gud vildi skuldu brennast.
Góður og óndur Gud
Høvuðsgrundin til alt hetta var
tann hugsan millum summi vaksin,
at Bíblian skuldi fatast púra ítøki
liga – øll sum hon var. Og tað for
taldu tey so børnunum.
Børn skuldu altso trúgva, at
Gud við syndaflóðini drap øll fólk
á jørðini uttan tvey. At Gud kravdi,
at Abraham skuldi verða til reiðar
at drepa sín egna son fyri at vísa,
at hann óttaðist Gud. Børn skuldu
trúgva, at Gud sendi ræðuligar
plágur yvir fólkið í Egyptalandi. At
hann legði býir í oyði. Og at trúði
mann ikki Bíbliuni, ja so stongdi
Gud himmalsins dyr fyri børn
unum, so tey endaðu í helviti.
Hevði ein persónur borið seg at
sum Gud, hevði hann verið kallaður
bølmenni. Men samstundis skuldu
somu børn læra, at Gud var góður.
At tað var hann, sum ansaði eftir
teimum, og hann, tey skuldu kalla
“faðir” tá tey bóðu...
Nógv børn kláraðu at rúma hes
um mótsetningum – men nøkur
blivu ørkymlað og óttafull.
Mugu seta spurningar
Menniskju geva kristindóminum
tey andlit, hann hevur. Og vandin
kemur, tá vit seta vit og skil til viks,
blint fylgja tí skrivaða tekstinum,
og ikki hugsa sjálv.
Vaclav Havel sigur einastaðni, at
tá ein ideologi verður fullkomin -
tá tann síðsti naglin verður settur
í ta lidna, ideologiska húsið - letur
ideologiin seg aftur um seg sjálva.
Tá ert tú antin innanfyri ella
uttanfyri. Fleiri spurningar verða
ikki settir. Veruleikin má víkja
fyri ideologiini. Og tað er ikki
longur pláss fyri viti og skili og
menniskjaligum kenslum.
Havel sipaði til ta kommunist
isku ideologiina, sum kvaldi hans
ara land. Men júst tað sama kann
sigast um religión. Og eftir mínum
tykki er tað hetta sum hendir, tá
fólk kopla vit og skil frá, og blint
fylgja tekstinum í Bíbliuni.
Kristindómurin er góður at
halda seg til í lívinum. Men tann,
sum er kristin, má eisini gera sær
greitt, at hann hevur fingið sítt for
stand til at brúka. Hann má eisini
hugsa sjálvur.
Tey, sum eingi virði hava, er
vandamikil. Men tey, sum í einum
teksti halda seg hava funnið abso
lutt og endalig svar uppá alt, verða
blind.
Tann besta gøtan liggur millum
virðisloysi øðrumegin og funda
mentalismu hinumegin. Vit mugu
altíð seta spurningar – og lata
nýggj svar leiða til nýggjar spurn
ingar.
Vakra andlitið
Okkara mentan er í stóran mun
vaksin úr kristindóminum. Hann
gjøgnumseyrar alt. Bíbilsøgurnar
liggja í okkum. Tey 10 boðini liggja
í okkum. Og hugsa um gerandis
málið: Vit síggja skriftina á veggi
num. Vit kasta perlur fyri svín. Vit
hava brotin hjørtu. Vit eta, drekka
og eru glað. Vit royna at halda
okkum frá forbodnum fruktum.
Vit vita, at einki nýtt er undir sól
ini. Vit ansa okkum fyri úlvum í
seyðaskinni... Soleiðis tosa vit og
soleiðis hugsa vit – og ofta gáa vit
ikki um, at alt kemur úr Bíbliuni.
Hon hevur í stóran mun skapt
okkara virðisgrundarlag.
Hetta skulu vit verja. Tú skulu
vit eisini í stjórnarskipanini siga, at
“Kristnitrúnni verða veittar serliga
sømdir”.
Men sum alt annað kann Bíblian
misbrúkast. Mann kann við henni
í hondini ræða børn. Mann kann
misbrúka hana til at fáa makt yvir
øðrum. Og mann kann misbrúka
hana politiskt.
Lat okkum semjast um, at
eingin hevur einarætt uppá at
tulka Bíbliuna, og harvið at gera
seg sjálvan til Gud. Og lat okkum
minnast til, at tað vit og skil, Gud
hevur givið okkum, ikki skal setast
á stand-by tá vit lesa Bíbliuna.
Í Feðgum á ferð sigur Heðin
Brú soleiðis um eina svára stund:
“Tá koma Ketil og konan inn eftir
kirkjugólvinum, hann undan við
hondunum samanløgdum framm
an fyri sær og boygdum høvdið,
stillisligur og friðmerktur”.
Kristna trúgvin var tað, sum
gav Ketli grundarlag og troyst, tá
illa stóð til. Vit síggja framvegis
somu mynd við flestu jarðarferðir
í Føroyum. Tað, vit síggja, er
kristindómsins vakra andlit: Fjós
og krubba og friður á jørð.