Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 23 20 MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA Framgongd á Setirnum Fróðskaparsetrið hevur sein­ astu árini víðka um út­búgv­ingar­ tilboðini, har fimm nýggjar út­ búgv­ing­ar eru settar í verk síðan 2015. Hesar útbúgvingarnar skulu, sambært Seturslógini, góðkennast av landsstýriskvinnuni, áðrenn tær verða settar í verk. Tað vil siga, at landsstýriskvinnan hevur giv­ið Fróðskaparsetrinum grønt ljós, áðrenn hesar útbúgvingar hava verið útbodnar. Eisini hevur Fróð­ skapar­setrið havt eina munandi størri upptøku av lesandi, sum er farið frá at vera áleið 640 lesandi í 2013, til at verða áleið 1000 les­ andi í 2017. Tað er tískil talan um eina ovurstóra framgongd í upp­ tøkunum á Setrinum. Óskynsamar sparingar Hóast økta virksemið, hevur fígg­ ing­in ikki fylgt støðugu øking­ini. Tað hevur við sær, at Fróð­skapar­ setur Føroya enn eina­ferð skal undir eina røð av sparings­til­ tøk­um, fyri at yvirhalda ár­ligu rakstrarjáttanina. Hesi spar­ings­ tiltøkini eru millum annað: • Útsett endursetan av undirvísara í støddfrøði • Útsett endursetan av undirvísara í heilsuvísindi • Útsett endursetan av námslektara • Útsett endursetan av lestrarvegleiðara á Søgu og samfelagsdeildini, á Náttúruvísindadeildini og á Føroyamálsdeildini • Útsett upptøka av lesandi á Búskaparfrøði • Strikaðar vallærugreinar á Søgu- og Samfelagsdeildini Hetta merkir sostatt, at partur av førleikunum, ið eru neyðugir til undirvísing, eru spardir burt­ur. Stórur spurningur verður reist­ur um, hvør skal átaka sær leik­lut­in sum undirvísari í hesum fakun­ um, og hvussu góðskan á út­búgv­ ingunum verður ávirkað av hesum. Vit frámæla staðiliga at hesar spar­ ing­ar verða settar í verk, so lesandi á Setrinum í dag, ikki verða rakt í teirra lesnaði. Slíkar sparingar elva til stóran ótrygg­leika millum lesandi á Fróð­ skapar­setrinum, millum annað tí at hesar sparingar eru sera sjón­ligar, og tí at ein kann stúra fyri, hvat ein útsett endursetan í veru­leikanum merkir, tá ið ongin trygd er fyri einari endursetan. At lestrarvegleiðingin, sum fram­ man­undan hevur verið tunn, nú verð­ur skerd, hevur stóra ávirkan sum skjótt kann merkjast hjá tí einstaka. At vallærugreinar brád­ liga verða frátiknar skapar óvissu, tí tað merkir, at tey tilboðini, les­ andi hava fingið lovað, tá tey byrj­aðu, ikki longur eru tøk. At ein heilur árgangur innan bú­ skap­ar­frøði er strikaður er eisini sjón­ligt í sær sjálvum. Hetta sáar sam­stundis eisini iva hjá teimum, ið eru lesandi á búskaparfrøði, tí eftir situr tankin um, hví tað júst var tann útbúgvingin, sum skuldi skerast. Hóast hesi nevndu økini eru sera sjónlig, so eru tað eisini onn­ ur økir, sum eru minni sjónlig, men tó hava beinleiðis ávirkan á tey lesandi. Her kann eitt nú nevn­ ast, at manglandi peningurin á Setri­num eisini merkir, at ráð ikki er til at uppraðfesta gransking, sum sambært Seturslógini skal verða grundarlagið fyri allari undirvísing á stovninum. Krøv­ini um granskingargrundaða undir­ vísing stava uttanifrá, og eru ein liður í teimum somu krøvun­um, sum eru við til at gera Fróð­skapar­ set­ur Føroya til eitt altjóða góð­kent uni­versi­tet. Hetta er tí­skil sera grund­leggjandi fyri góðsku­na og brúks­virði á sjálvum út­búgv­ing­ unum, sum Setrið veitir. Eitt av endamálunum við granskingargrundaðu undir­ vísingini er, at útbúgvingarnar eru so feskar og viðkomandi sum yvir­ høvur gjørligt. Á tann hátt fær tann lesandi innlit í ta mest aktuellu vitan­ina innan sítt øki, sum man sigast at vera sera umráðandi fyri ein nýklektan akademikara. Tá granskingarparturin á Fróð­skapar­ setri Føroya ikki fær nøktandi sømd­ir, hevur tað tískil álvarsligar av­leiðingar á læringsúrtøkuna hjá teim­um lesandi. Hvørjar avleiðigarnar eru, er tó ilt at siga, tí at Setrið fær held­ ur ikki fíggjarligar karmarnar at røkka til at uppraðfesta menn­ing av einari innanhýsis góðsku­trygg­ ingar­skipan fyri útbúgvingarnar. Um Setrið ikki kann vísa á, hvus­su tað góðskutryggjar sínar útbúgv­ ingar, kann tað hava álvarsligar av­leið­ingar fyri viðurkenningina av Setrinum, og øllum teimum, sum hava nomið sær útbúgving á stovninum. Í ringasta føri kann hetta merkja, at álitið á út­búgv­ing­ unum hvørvir, sum ger tað tvørligt at søkja á víðari lestur uttanlands ella at finna sær starv hjá ávísum arbeiðsgevarum uttanlands. Langtíðarraðfesting Tá hugt verður at almenna kjaki­ num um sparingarnar á Setri­num, hevur umrøðan í mest­an mun snúð seg um varð­veitslu av verandi virk­ semi á Fróðskaparsetrinum. Fróð­ skapar­setrið hevur tó arbeitt við ov lágari rakstrarjáttan í nøkur ára­mál, og tískil metir MFS at ein varð­veitsla av verandi virksemi er heilt í lægra endanum! Skal Setr­ ið kunna mennast til tann stovn­ in sum ynskiligt er, skal tað vera fíggjarligt rásarúm at kunna upp­ rað­festa gransking, soleiðis at bý­ ÚTBÚGVINGAR­ ØKIÐ SKAL LANG­TÍÐAR­ RAЭFESTAST Meginfelag Føroyskra Studenta harmast um trongu korini hjá Fróðskaparsetur Føroya at virka í, og finnist at óskynsomu sparingstiltøkunum, ið fylgja lágu fíggjarjáttanini fyri 2018