hósdagur 22. februar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 23
21
tið millum frálæru og gransking
kemur í munandi betri javnvág,
umframt at menning av stovninum
eisini má raðfestast.
Gongdin á Fróðskaparsetrinum
er ov óstøðug. Tá politisk ynskir
um eitt fjølbroyttari universitet
valda, og man samstunis gleðist um
nógv øktu upptøkuna av lesandi,
tykist tað mótstríðandi, at viljin
ikki er til at gjalda fyri økingina.
Avleiðingin av hesum er, at sumt
av virkseminum aftur má avlagast.
Manglandi samsvarið millum
økingina av virkseminum og viljan
til at gjalda kostnaðin er eitt tekin
uppá, at politiska stjórnin manglar
eina greina ætlan um, hvønn leik
lut hægri úbúgving hevur og skal
hava í Føroyum framyvir.
MFS mælir til, at ein greið ætlan
verður gjørd, sum miðvíst arbeiðir
fram ímóti altjóða krøvum, ið skal
tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya
framhaldandi kann teljast sum eitt
altjóða virðurkent fróðskaparsetur.
Eisini eigur hendan ætlanin at
staðfesta, hvat vit sum tjóð vilja við
okkara universitetsvirksemi, sum
gevur ein greiðan og málrættaðan
leist fyri, hvørjar útbúgvingar
verða raðfestar á Setrinum. Fyri
at hetta kann gerast so skynsamt
sum gjørligt, skulu karmarnir fyri
framtíðarvirksemið hjá Setrinum
verða meira greiðir, har leiðslan á
Setrinum veit, hvørjar upphæddir
eru settar av til virksemið í nøkur
áramál fram, sum best kann náast
við einari langtíðar fíggjarætlan.
Við lestrarkvøðu