hósdagur 22. februar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
22
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
S
einasta heyst vóru 100 ár
liðin, síðani samkoman
Betesda byrjaði sítt virk
semi í Klaksvík. Byrjað
varð í smáum, men hesi 100 árini
hevur samkoman ment seg til at
vera ein týdningarmikil partur av
andaliga virkseminum í Klaksvík
og Føroyum.
Nógv tiltøk vóru hildin seinasta
heyst í Betesda at minnast hesi 100
árini.
Á samkomu í Betesda sunnu
dagin 11. februar varð lagt fram eitt
minnisrit við brotum úr søguni hjá
samkomuni. Her er mangt at lesa,
sum ikki hevur verið so alment
kend frammanundan. Tað er kent,
at Jens Klæmint Isaksen og Jóan
Jacob Jacobsen, báðir ættaðir av
Viðareiði, vóru teir, sum tóku stig
til at byggja fyrsta Betesda í 1917.
Minni kent er, at Niels Holm í
Havn eisini var við í hesum.
Hann var abbasonur Niels Lass
en Holm, kenda prestin í Kvívík.
Sum ungur plagdi hann at smíða
fyri gamla Sloan. Men tá ið hann
var biðin um at smíða eitt dópskar,
noktaði hann. Men kortini fór
hann seinni í sama kar sum hann
noktaði at smíða og gjørdist virkin
í Brøðrasamkomuni, m.a. við at
stuðla bygging av samkomusalum.
Bestesda var ein av teimum.
John Færø hevur skrivað og
ritstjórna hetta rit, sum gevur
eina breiða lýsing av tí stóra
virksemi, sum hevur verið og er í
samkomuni.
Sangur og tónleikur
Her skal bara nevnast eitt øki, og
tað er sangur og tónleikur. Sang
kórið var longu stovnað í 1926 og
man vera elsta sangkór í landin
um. Tað er stórur hópur av fólki,
sum hetta sangkór hevur glett og
framvegis gleðir um allar Føroyar.
Kórið hevur eisini verið á mong
um uttanlandsferðum. Manskórið
var í Danmark í 1946. Tá vóru
sangir hjá teimum upptiknar á
grammofonplátur. Upptøkurnar
vóru gjørdar av plátufelagnum
Polyphon inni í Odd Fellow
Palæet. Talan er helst um fyrstu
plátur, sum yvirhøvur komu út á
føroyskum. Tað var sera hugnaligt
hjá fólki, sum høvdu “undrið” sum
kallast grammofon. Hesar plátur
vóru nógv spældar bæði inni og
úti, tí grammofonina kundi ein
hava við sær. Hon var so smart, at
henni tørvaði ikki ravmagn, hon
skuldi vindast við hond.
Tey, sum eru meira tilkomin,
minnast framvegis plátuna við
Líggjas á Váli, sum sang “Eg eigi
hirða” við orgulfylgispæli frá
Theodor við Keldu.
Útgerð til
grammofonplátur
keypt í 1948
Í sambandi við danmarkarferðina
hjá manskórinum í 1946 við „Skála
nesi“ vóru teir – umframt umrøddu
pláturnar, sum vóru upptiknar á
Polyphon – inni á plátufelagnum
Foba, har tað bar til at taka upp á
plátu einsæris og fáa hana við sær.
Tað tykist, sum um at her
kveiktist veruliga hugsanin um
at keypa upptøkuútgerð, og pen
ingur varð skjótt innsavnaður
frá mongum brøðrum. Fyrsta
tilboðið kom í mars mánaði 1947,
men endaliga tilboðið frá Lyrec
Elektroakustiske Apparater kom
ikki fyrrenn apríl 1948 og var
13.432,66 kr. Sama árið á sumri kom
upptøkuútgerðin.
Áhugavert og sera víðfevnt
brævaskifti, sum fyri tað allar
mesta gekk gjøgnum Føroyabók,
er hesi árini, sum Jógvan Gerðalíð
hevur havt í varðveitslu, og har
sæst m.a. frá felagnum Lyrec: „Det
tilbudte anlæg er af den højeste
Kvalitet, der kan opnaas i Dag, og
vi kan anføre, at vi har haft For
nøjelsen at levere lignende Anlæg
til Radiofonistationer baade her
og i Udlandet, til førende filmsel
skaber i Skandinavien …“
Í 1948 kom bræv fra Post- og
Telegrafvæsenet – Radiofonitjen
esten. Her er stutt brot úr longri
brævi: „personale herfra skal
d. 16/7 d.a. afrejse til Færøerne,
hvor man i et Par Uger omkring
1. August vil foretage Optagelse
af Lakplader til Brug for Stats
radiofoniens Udsendelser … fra
Færøerne. Det ville være bekvemt
for os, om vi kunde medtage de
Skæreapparater, De har bestilt
hos firmaet Lyrec, København og
benytte dem til vore optagelser“
Skjótt kemur svarið, undir
skrivað av Evald Fuglø, har hann
sigur m.a.: „Vi takker for Deres
brev … Vi vil derfor meddele Dem,
at vedtægterne lyder saaledes, at
apparaterne kun skal bruges til
kristelig brug og oplysende for
maal, som er til Guds navns ære …
men da vi antager, at De kommer
til at optage fra danselokaler og
sportsstævner, kan det ikke lade
sig gøre …”, stendur m.a. í bræv
inum.
Í stívliga 15 ár virkaði Grammo
fonupptøkan v/Jógvan Gerðalíð,
og fólk og kór komu úr øllum land
inum úr samkomum og kirkjum,
og tikið varð upp á samfelags
møtum, talur og sang. Eitt nú
hevur hetta virksemi eisini havt
ávísan týdning fyri, at kingosang
urin í Tjørnuvík ikki datt burtur.
Sigast má, at brøðurnir í Betesda
hava verið frammarlaga í menn
ingini eisini á tí tekniska, tað
kemur týðiliga til sjóndar. Onki er
at taka seg aftur í, at “Grammofon
upptøkan” hjá Jógvan Gerðalíð
er ein heilt serlig søga, bæði sam
komu- og samfelagsliga.
Keldan til henda partin av
greinini er umrødda minnisrit.
Kingosangurin
Í 2006 kom út stóra verkið hjá
Marianne Clausen Andlig Vísuløg
í Føroyum. Bókin er ikki færri enn
540 síður. Útgevari var Zakarias
Wang.
Í sambandi við útgávuni var
framløga í Vesturkirkjuni, har
Jógvan var boðin við sum ein
kelda til bókina.
Her hevði Jógvan hesa framløg
uni, sum hann so lagaligur, sum
hann altíð var, vildi lata FF-blaðið
prenta. Hann greiddi frá:
Danmarkarferðin
Summarið 1946 vóru vit í Danmark
við manskóri og einari kvinnu
rødd, kæru konu míni. Tá sungu
vit á Polyfon felagnum seks sangir
á tríggjar plátur av tí gamla slagn
um.
Har fingu vit hugskotið at keypa
upptøkutól til at gera hesar plátur,
sum millum onnur tjørnuvíkingar
skuldu koma at gleða okkum við.
Tólini fingu vit í 1948. Tey standa
á Forngripasavninum har norðuri
og viga um 100 pund. Í dag havi
eg ein geyma til telduna, sum er
25 gramm, poti hann í harddiskin,
og har er næstan øll verðin í. So
nógv er eisini broytt.
Tað kann verða skoytt uppí, at
henda útgerðin varð ikki nýtt til
plátuútgávu, men mest at kalla
sum ein bandupptakari seinni í
tíðini. Fólk komu at fáa gjørt upp
tøkur, sum tey so kundu hava til
minnis.
Pláturnar vóru níggju í tali og
tveir sálmar vóru á hvørjari. Tær
vóru gjørdar í fáum eintøkum.
Ikki bara sum at siga tað at fara
til Tjørnuvíkar.
Zakaris Wang spurdi, um eg
kundi siga eitt sindur frá, hvussu
eg fekk hugskotið at fara allan
vegin til Tjørnuvíkar at fáa Kingo
sangarar at koma til Klaksvíkar at
fáa teir at syngja uppá plátu.
Tað var ikki bara sum at siga tað
tá á døgum. Farast skuldi vestur
um oddarnar til Tjørnuvíkar. Siglt
var aftur og fram tvær ferðir. Fyrst
til Tjørnuvíkar eftir sangarunum.
Teir vóru meginpartin av degnum
í Klaksvík at taka upp plátur, og
so skuldu teir siglast heim aftur.
Hugtikin av jarðarferð
Hugskotið til hetta fingu vit ein
dagin, vit vóru í Tjørnuvík og hildu
kristiligt møti og hoyrdu sang,
meðan vit gingu niðan túnið. Eg
skilti, at hetta var ikki vanligur
sálmasangur. Hetta kundi heldur
líkna harmaljóði, og so var eisini.
Uppi í kirkjugarðinum vóru tey
til eina jarðarferð hendan dagin,
og tað var Kingo, tey sungu.
Sum smádrongur minnist eg,
at menn sungu á báti, og eg minn
ist týðiliga eina serliga jarðar
ferð. Bátur róði kistuna innan av
Samkoman í Betesda hevur havt eitt ógvuliga fjølbroytt
virksemi. Eisini upptøku av Kingosálmum
BETESDA OG KINGO
Kingosangarar í Vesturkirkjuni
Jógvan Gerðalíð í Vesturkirkjuni