Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 23 Komandi partur Komandi tveir partar verða um “Kvinnurnar og havið”. Aftaná verður hildið fram við røðini um ungmannafelagið Merkið. Norðoyri. Komnir nakað inn at støðni, róðu teir í klingur, áðr­enn lagt varð at landi. Har var nógv fólk savnað, øll svartklødd í syrgi­ búna, og hesin óhugnaligi stóri svarti kassi, við hvítum krossi á, varð lyftur úr bátinum á støðna. Hetta stendur mær klárt í hug­an­ um. Handa møtidagin í Tjørnuvík við jarðarferðina man eg hava fingið hugskotið til at fáa tjørnu­ vík­ingar at festa sangin á plátu, tí eg visti einki um, at nakar ann­ar sang Kingo. Eg hugsaði, at hetta kundi fara fyri bakka og í gloymsk­ una, og tað hevði verið spell. Eg orðaði hetta við Eliesar Poul­ sen, sum var bókhaldari hjá Kjøl­ bro. Hann legðist ikki á boðini, og fekk í lag at senda gamla Britons Pride eftir sangarunum. Við Britons Pride hendan dag­ in var manningin: Jákup Andri­ as í Kunoy, skipari, Dia í Fugl­oy, maskinpassari og Ingolf (á Vask­ arí­num) hjá Suðuroyar-Johan, dekks­maður. Kjølbro kendi nógvar tjørnu­ vík­ing­ar, og var vist eisini í ætt við onkran av teimum. [Hesin skyld- ­skapur stavar frá mammuni, sum var av Toftum, og sum hevði røt­ ur til Tjørnuvíkar. Eisini høvdu tjørnu­víkingar siglt hjá Kjølbro. Tveir teirra gingu burtur við Erne­ stine í 1930.] Úr dagbókini hjá "Sendi­boðn­ um", hetta var báturin, vit ferð­að­ ust við til møtini, skrivar Victor Danielsen trúboðari 25. juli 1950 millum annað: "Eliesar gjørdi av­ talu við tjørnuvíkingar, at teir skuldu koma til Klaksvíkar at syngja kingosálmar á grammo­ fon­plátu". Victor hugtikin Her kann eg skoyta uppí, at Victor var so gripin av hesum plátum, og hann spældi tær javnan. Tær hava óivað mint hann á fornar dagar. Sungið varð í skúlanum. Eg gloymi aldri, hvussu teir løgdu sálina í, meðan teir sungu. Fyri trimum árum síðani vóru vit boðin til Tjørnuvíkar í samband 300 ára Kingo hald. Tá sangararnir gingu inn eftir kirkjugólvinum syngjandi "Skriv dig Jesus på mit hjerte", tá vættust mær kinnar, og tað sama mundi vera hjá onkrum av teim gomlu við. Kingosangarnir úr Tjørnuvík í 1950 vóru: 1. Dávur Emil Magnussen (deknur) 1881-1957 2. Heini Heinesen (gamli Heini) 1879-1964 3. Hans Jákup Davidsen (Hansjakke hjá Dáva) 1882- 1964 4. Hans Jákup Olsen (hjá Sámali) 1879-1963 5. Jákup Heinesen (Jakke hjá Dáva) 1902-1981 6. Zacharias Andreasen (kongsbóndin) 1897-1979 7. Jákup Mýling. 1890-1950. Í 50 ár hoyrdi eg nærum einki um hesar plátur, fyrr enn okkara góðu vinur, Jens Jensen hjá Tofta Karl, ættaður í Klaksvík, skrivaði til mín um hetta. Teir skuldu gera eina framsýning í Tjørnuvík, og hann vildi frætta um nakrar myndir vóru í sambandi við upptøkurnar. Men tað er ófatiligt, at eingin hugsaði um at taka myndir. Kingodagur Í dag halda vit Kingodag. Ikki bert persónin Thomas Kingo sjálvan, men eisini verk hansara og tann, hann sang um, Kristus. Tá eg hugsi um tað stóra fram­ brot, trúbótin hevði við sær, mugu vit takka Kingo saman við mong­ um øðrum, sum hava laðað garðar og varðar á grundina, Kristus. Hóast Kingo var føddur 200 ár eftir reformatorarnar Luther og Zwingli hevur verk hansara staðið sum lýsandi varði á tí mangan døkka andaliga loftinum. Eg vil ikki gloyma okkara egnu, ið hava lagt klípi og stigað garðin. Okkara egnu, sum eru farnir, eru m.a. Jákup Dahl, Alfred Petersen, Clæmint Eliasen, Andrew Sloan, Victor Danielsen og mong, mong onnur. Allir ólíkir, og tó: Teir miðaðu allir á málið, Kristus. Eg vil takka Marionnu Clausen fyri hennara dygdarverk. Tað eru ikki lættisoppaverk, hon fyrr hevur loyst úr lagdi. Trúbótin ið Luther setti ljós­kast- ­aran á, Rómbrævið og Galatara­ brævið! Við rættvís­ger­ing­ini av náði við trúgv uttan verk, var koll­veltandi. Okkum til eftir­tektar. Gud signi Føroyar. Gud signi øll. Gud signi barnasmáttu mína og avkom móður mínar, ið legði meg at brósti og signaði meg. Forsangarar Jens Jensen úr Tjørnuvík gav sítt íkast til hesa søgu: Jens Michael Jensen (1903-1997) greiddi frá, at tá farið varð til útróðrar, varð altíð sungið. Hetta vóru sálmar úr Kingobókini og byrja varð, tá komið var útfyri Pararrókina. Á bátunum, sum vóru 8 mannafør vóru fastir forsangarar. Teir vóru: Avlopið: Dávur Emil Magnussen Minna Báti: Gamli Heini Reyða Báti: Hans Jáke hjá Sámali. Komnar á fløgu Upprunaligu upptøkurnar av Kingo­sálmunum eru í hvussu er í út­varp­inum. Fyri nøkrum árum síðan búði danin Mads Nørgaard Nielsen í Klaks­vík. Hann hevði røtur til Klaks­víkar og plagdi at koma í Betesda. Abbi hansara var var Leivur hjá Duffa. Hann hevði ómeta­liga stóran áhuga í tónleiki og goml­um plátum. Mads reinsaði hesar gomlu pláturnar fyri misljóð og fekk lagt tær á fløgu. “Onkur” burdi kanska tikið stig til at hesar upp­tøkur atkomiligar fyri øll. Hetta vildi verið eitt vakurt minni um Jógvan Gerðalíð. Jógvan merkismaður Jógvan Gerðalíð var føddur í 1916, og hann táttaði væl í 100 ár, tá ið hann andaðist. Hann var virkin í Betesda alt sítt lív. Hann hevði javnan orðið og tað var altíð hug­ tak­andi at práta við hann. Sum tað sæst í hesi grein, var hann eisini tol­lyntur mótvegis øðrum. Hann var eisini ein framúr kelda í samband við skrivingina av bók­ini um Kjølbro, sum kom út í 2015. Teir vóru samkomufelagar og kend­ust so ógvuliga væl. Jógvan lýsti Kjølbro sum tað stórmenni, sum hann var. Jákup Mýling Dávur Emil Magnussen (Deknur) Hans Jakup Olsen (hjá Sámali) Heini Heinesen (Gamli Heini) Jákup Heinesen (Jake hjá Dáva) Hans Jakup Davidsen (Hansjakke hjá Dáva) Zacharias G.Andreasen (Kongsbóndin) Hetta vóru tjørnuvíking- arnir, sum sungu inn á plátu í 1950 Jógvan Gerðalíð við pørtum av upptøkuuppgerðini, sum var keypt í 1948.