hósdagur 22. februar 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 23
24
ÍTRÓTTUR: Flogbóltur
TRÓNDUR ARGE
12 steypafinalur upp á eitt
vikuskiftið. Tað er avbjóðingin
hjá Flogbóltssambandinum til
leygardagin og sunnudagin. Av
teimum 12 steypafinalunum eru
SÍ í ikki færri enn 10 av teimum.
Sermerkt er tó, at ættarliðsskifti
er á besta liðnum. Teir eru ikki
mentir nóg nógv enn, og taptu fyri
SÍ b, sum hevur fleiri av royndastu
spælarunum í landinum á liðnum.
Tú kundi eisini sagt, at tað
er ein staðfesting av, Sørvágur
er ein flogbóltsbygd. Tað eru
flogbóltsspælarar í øllum aldri.
-Um nøkur ár hava hvørki vit
ella ÍF ein kjans móti SÍ a, sigur
Jørgen Niclasen við Góða Morgun
Føroyar, tá hann verður spurdur
um støðuna.
Kendi politikarin er ein av
fleiri navnframum spælarum á
SÍ b. Eitt lið, ið telur spælarar sum
Jón Falkvard, Ólav Jensen, Jón
Nielsen, Jón Joensen og Jóhan
Petur á Stongum. Samanlagt hava
teir spælt yvir 170 landsdystir fyri
Føroyar.
ÍF er favorittur
Tað er breið semja um, at ÍF er
favorittur at vinna steypafinaluna,
men tað merkir ikki at tað verður
ein lættur dystur.
-Vit hava vant soleiðis, at vit
skulu toppa nú kappingin nærkast
endanum. Nú vit hava vunnið
okkum pláss í steypafinaluniu
og fingið fatur áoddasessinum í
landskappingini, sær tað út til at
hava gingið júst sum vit ætlaðu,
sigur Boban Ilic, venjari hjá ÍF.
- Vit fara á vøllin fyri at vinna.
Tað skal tað ikki vera nakar ivi um.
Málið er eisini at koma í - og vinna
- finaluna í landskappingini, og har
liggja vit rættiliga væl fyri. So tað
sær gott út hjá okkum.
Royndi venjarin hjá ÍF, Boban
Ilic, ivast ikki, tá hann skal seta orð
á steypafinaluna hjá monnum, sum
verður í høllini á Hálsi leygardagin
klokkan 13.30.
- SÍ b var mannað við góðum
spælarum, sum avgjørt ikki eru
gamlir. Teir eru eldri enn spælarar
á hinum liðnum, men talan er
framvegis um spælarar í góðum
flogbóltsaldri, og tí skulu vit vera
vaknir allan dystin, sigur Boban
Ilic.
Tí verður ikki talan um ein
lættan dyst fyri ÍF, um nakar
skuldi havt fingið tann tankan,
vísir venjarin á.
Sjálvsálit í Sørvági
Fuglfirðingar skulu tí ikki vera í
iva um, at teir mugu stríðast fyri
gullinum, um teir ætla sær tað,
sigur venjarin hjá sørvingum.
Hann vísir á, at higartil í
kappingini hava sørvingar verið
undirtippaðir, hvørja ferð teir
eru farnir á vøllin, men nú standa
teir í finaluni. Og teir eru fullir av
sjálvsáliti.
- Vit hava spælt ímóti øllum
liðum í landskappingini og vit
hava vunnið á teimum øllum. Tað
einasta liðið, sum vit ikki hava
spælt ímóti er ÍF, og teimum skulu
vit upp ímóti nú. Og sjálvandi
trúgva vit uppá tað, sigur Jørgen
Niclasen.
Hann er eisini vísur í, at
spælararnir fara at leggja alla orku
í at vinna henda dystin, tí hetta er
týningarmiklasti dysturin í ár.
- Ein steypafinala er nakað
heilt serligt, so ja, eg eri vísur
í, at allir eru til dystin fús og
fara at stríðast fyri sigrinum,
sigur hann við heimsíðuna hjá
Flogbóltssambandinum og leggur
afturat:
- Hvørja ferð vit eru farnir á
vøllin, hava fólk roknað við, at vit
fóru at tapa, og tað broytist neyvan
til finaluna. Men tað sum er farið
av steypakappingini hava vit
spælt móti øllum liðum, uttan ÍF,
og vit hava vunnið á øllum liðum,
sigur Jørgen Niclasen, venjari og
formaður í felagnum
Um støðuna, at SÍ b er mannað
við eldru spælarum, meðan SÍ a
ikki kemur í finaluna, sigur hann:
- Í ár hava vit valt at lata teir
ungu leikararnar manna liðið
í meistaradeildini. Teir eldru
leikararnir hava ikki stundir til
at venja so nógv sum krevst, men
vit hava framvegis hug at spæla.
Vit hildu ikki at rætta framferðin
var at lata eldru og royndaru
leikararnar yvirtaka liðið, um
tað kom í finaluna, og tí valdu
vit heldur at melda tvey lið til
steypakappingina, sigur Jørgen
Niclasen.
Fleyr: Málið er at vinna greipuna
Við tí støði, sum vit hava nú,
ber ikki til at seta málið lægri enn
at vinna leygardagin. Og málið
er eisini at vinna FM-finaluna,
har vit meira ella minni eisini
hava tryggjað okkum pláss, sigur
venjarin hjá kvinnuliðnum hjá
Fleyr, Kristian Mikkelsen.
Fleyr skal spæla móti Drátti
í steypafinaluni hjá kvinnum.
Venjarin letur væl at liðnum og
ikki minst hugburðinum.
- Hetta er nokk tann breiðasti
og besti hópurin, sum eg havi
arbeitt við. Legg so tað afturat,
at uppmøtingin til venjingarnar
er heilt framúr, umleið 95
prosent, og tað ger venjingarnar
góðar og áhugaverdar. Bæði fyri
spælararnar og fyri meg sum
venjara, sigur Kristian Mikkelsen.
Mált yvir allan hópin hevur
hann eitt rættiliga ungt lið. Tveir
spælarar nærkast 30,men restin
liggur frá 25 árum og niðureftir.
- Men tað merkir ikki, at talan
er um óroyndar spælarar. Seks
leikarar hava umboðað Føroyar
í altjóða dystum og eg eri vísur í,
at fleiri av teimum yngru fara at
gera tað í framtíðini, sigur Kristian
Mikkelsen.
Hann leggur tó eina við, at hann
væntar at fáa ein javnan dyst, tí
sjálvt um Dráttur tapti seinasta
landskappingardystin móti KÍF
fyri fáum døgum síðan, er talan
um eitt gott lið, sum hevur sínar
dygdir.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Steypaflogbóltur:
Steypafinalurnar í flogbólti verða um vikuskiftið í umbygdu stórhøllini á
Hálsi. Hjá kvinnum spæla Fleyr og Dráttur, meðan luttakarnir hjá monnum
eru ÍF og SÍ b – sum hevur kenda politikaran, Jørgen Niclasen, á liðnum
SÍ B ER
ÓVANLIGI
LUTTAKARIN