hósdagur 22. februar 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 23
25
Dystarskráin fyri tey ungu er henda:
Leygardagin 24. februar:
Gentur 14 B: Ternan- SÍ b (09.00)
Dreingir 17: SÍ-Fleyr (10.00)
Menn: ÍF-SÍ (13.30)
Kvinnur: Fleyr-Dráttur (16.00)
Dreingir 12: SÍ-Ternan (18.00)
Sunnudagin 25. februar:
Gentur 12: SÍ-Ternan (13.00)
Gentur 14 A: SÍ-TB (14.15)
Gentur 16: Fleyr-SÍ (15.30)
Kvinnu-unglingar: TB-Fleyr (16.45)
Dreingir 15: SÍ-Fleyr (18.00)
Gentur 19: SÍ-Fleyr (19.15)
Mans-unglingar: Fleyr-SÍ (20.15)
2 deildarleiðarar
til spennandi størv, at ganga á odda í nýggjum
umhvørvi og við nýggjum leiðslubygnaði
Við nýggjum bygningi og nýggjum bygnaði eru virkisøkini
broytt, og tí søkja vit eftir 2 deildarleiðarum.
Um størvini
Aðalmálið hjá Heimatænastuni
í Vágum er at tryggja, at allir
borg arar, ið koma í samband við
heima tænastuna, fáa skjóta, fakliga
grund aða tænastu við atliti til
heilsu stimbran, fyribyrging, røkt,
við gerð og rehabilitering.
Deildarleiðslan skal tryggja, at fak
liga støðið hjá Heimatænastuni er
dygt og livir upp til ásetinganar í
lógini og normar á fakøkinum, eitt
nú við at menna og skipa endur,
við líkahalds og fyribyrgjandi tæn
ast ur og leiða starvsfólkini til tvør
fakligar arbeiðsgongdir, sum skulu
síggjast aftur í allari tæn ast uni.
Deildarleiðslan skal megna at seta
greið og ítøkilig krøv til fakliga
støðið, har gerandisdagurin er
merkt ur av at verða innihaldsríkur
og mennandi.
Deildarleiðslan skal hava áræði at
leiða, ganga undan og vera fyri
mynd í menningini, seta dám á
broyt ingar eftir nýggja bygnaðinum
og megna at fremja sjónliga leiðslu.
Deildarleiðslan skal tryggja, at virk
semið í Heimatænastuni fylgir fyri
sit ingarligum mannagongdum og
leiðreglum, og at rættartrygdin hjá
búfólki og borgarum er á nøktandi
støði.
Deildarleiðari á 1. hædd
á Sýnini
Deildarleiðarin skal vera ergo ella
fysioterapeutur.
Deildarleiðarin er dagligur leiðari
hjá starvsfólkum í rehabiliterandi
arbeiðnum á rehabiliteringsdeildini
á 1. hædd og terapeutiska arbeiðn
um 3. hædd, sum m.a. er at menna
og skipa rehabilitering og rehab
il iterandi arbeiðsgongdir. Deild
ar leiðarin skal í hesum tryggja, at
fak liga støðið hjá Heimatænastuni
er dygt og livir upp til ásetingarnar í
lóg ini og normar á fakøkinum.
Deildarleiðari á 3. hædd á
Sýnini
Deildarleiðarin skal vera sjúkra
røktar frøðingur.
Deildarleiðarin er dagligur leið ari
hjá starvsfólkum í sjúkra røkt ar
fakliga arbeiðinum á 3. og 1. hædd,
sum m.a. er at menna og skipa
góðar arbeiðsgongdir. Deild ar leið
ar in skal tryggja, at fakliga støðið
hjá Heimatænastuni er dygt og
liv ir upp til ásetingarnar í lógini og
norm ar á fakøkinum.
Førleikakrøv
Útbúgving sum sjúkrarøktar frøð
ing ur er eitt krav til starvið sum
deildarleiðari á 3. hædd á Sýnini.
Útbúgving sum ergo ella fysio tera
peutur er eitt krav til starvið sum
deild arleiðari á 1. hædd á Sýnini.
Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu
og fyrisiting er ein fyrimunur, eins
og kunnleiki til viðkomandi lógir,
faklig krøv og standardir á økinum.
Neyðugt er at hava KTførleika á
brúkarastøði og evni at seta seg inn í
skipanir, ið verða brúktar á økinum
Setanarviðurskifti
Deildarleiðararnir vísa til leiðaran
av Heimatænastuni.
Løn og setanartreytir eru sam bært
sáttmála millum KAF / Fíggj ar
mála ráðið og avvarðandi fakfelag.
Størvini verða sett skjótast til ber.
Fleiri upplýsingar um størvini
Ynskir tú fleiri upplýsingar um
Heima tænastuna í Vágum, størvini
og førleikarnar, ið krevjast, vísa vit
til starvsprofilarnar á heimasíð un um
www.vaga.fo og www.sorvagur.fo
Meira fæst eisini at vita um størvini
við at ringja til Halldis Joensen,
leiðara, á tlf. 793201
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v.
og øðrum viðkomandi skjølum
skulu sendast til: Heimatænastan
í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO
370 Miðvágur ella til teldu post
adressuna: htv@htv.fo
Umsóknin skal vera Heima
tænastuni í hendi í seinasta lagi hin
2. mars kl. 12.00.
Heimatænastan tilskilar sær
rættin til ikki at seta nakran av
umsøkjarunum og, um neyðugt, at
lýsa størvini leyst av nýggjum.
Í flogbólti liggur ofta mest trýst, í øllum
førum taktiskt trýst, á hevaranum, sum
er spælskipari. Tí eru tað vanliga teir
eldru spælararnir, sum spæla teir týdn
ingarmestu dystirnar, tí tá er ofta brúk
fyri royndum.
Men soleiðis er ikki hjá Fleyr í ár. Tær
hava bara tann eina hevaran. Hon er bara
15 ára gomul og eitur Hanna Iansdóttir
Biskupstø. Tað órógvar slett ikki venj
aran, at hava ein so ungan spælskipara.
- Hon er ein fantastiskur spælari. Hon
er skjót og hevur gott eyga fyri spælinum.
So hon spælir og tað er ikki tí hon er tann
einasta. Hon spælir, tí hon er okkara fasti
hevari. Trupulleikin verður so, um vit fáa
ein skaða á tí økinum, men tað taka vit til
ta tíð, um tað kemur, sigur Kristian Mikkel
sen.
Av tí at hon er so ung, sleppur hevarin
hjá Fleyr at vera við í fýra steypa
finalum um vikuskiftið. Hon skal spæla
við Gentur 16, Unglingar 19, Kvinnu-
unglingar og Meistaradeildini, men tað
er hon heldur ikki einsamøll um.
Saman við henni eru tað seks aðrir
spælarar, sum skulu spæla fleiri finalur,
og hóast tað fer at krevja sítt av teimum,
heldur venjarin tað vera ein fyrimun fyri
felagið.
- Tær spæla kanska ikki so nógv við
meistaradeildarliðnum, men so fáa tær
dystarvenjing á yngri liðunum, sigur
Kristian Mikkelsen.
Seinnapartin leygardagin eru tær
tó klárar til at tørna út fyri besta lið
felagsins, í eini roynd at vinna steypa
finaluna fyri aðru ferð.
Hevarin er bara 15 ár