Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 4 februar 2018 23 Árni Gregersen arni@sosialurin.fo Kristian Martin Ras­ mus­sen, skipari og reið­ari, hevurverið á sjónum og í fiski­vinn­ uni síðani hann var 14 ára gamal Ongin kann siga annað enn talan er um ein stillføran og siðiligan mann. Kristian Matin Rasmussen, skipari og reiðari, er millum teirra, sum í dag fáa nógv burturúr uppsjóvarvinnuni og makrel­ævintýrinum. Hesi seinastu árini hava gingið væl hjá fyritøkuni, sum hann eigur sam­an við synunum Jón, Eyðun og Boga. Millj­ón­irnar rulla inn í stóru ak­ ti­vu fyritøkuna í Klaksvík, og í dag er ikki neyð­ugt at venda hvørjum oyra, skal okk­urt gerast. Men soleiðis hevur tað ikki altíð ver­ið. Sum hjá teimum flestu, sum velja at virka í fiskivinnuni, gongur upp og nið­ur. Viðhvørt rekur við, men mang­ an rekur eisini ímóti. Tá skal treiskni, vilji og hugflog til og nýggj­ar slóðir traðkast. Síðani Kristian Martin Rasmussen fór til Grønlands við Klakki fyrstu ferð, sum 13 ára gamal – hann fylti 14 ár, tá ið teir rund­aðu Hvarvið – hevur sjó­lív­ið verið alt – so ella so. Hann sigldi við línuskipum til teir fingu fyrsta Christian í Grótinum. Krist­ian Martin Rasmussen førdi Borðoyanes saman við pápanum, Palla hjá Mari­annu, men hann helt ikki, at framtíðin lá í at royna við línu á fjar­leiðum. – So eg fór ein dagin inn á skriv­ stov­una hjá Thulesen (stjórin í JFK, red.) og spurdi, um hann ikki helt, at vit skuldu byggja Borð­oy­a­nes um til nóta­skip. Hann var av­gjørdur og segði nei, men legði afturat, at Borð­ oy­anes var bygdur til pápa, so um vit høvdu hug at keypa, so kundu vit gera tað og so byggja skipið um, for­tel­ur Kristian Martin Rasmussen í dag. Søgan er, at teir keyptu skipið, men tað bleiv ongantíð bygt um til nóta­skip. Yvirtóku sáttmála Men sjálvt um tað ikki hendi, so komu teir í uppsjóvarvinnuna kortini. Landið hevði fingið fatur á einum láni úr Luxembourg, og tað bleiv brúkt til at veita stuðul til at byggja trý nóta­skip á skipasmiðjuni á Skála. Tey trý vóru Sjúrður Tollaksson, Dur­ið og so Christian í Grótinum. – Upprunaliga var ætlanin, at Gøtu Sam­vinnu­fel­ag skuldi hava skip­ið, men teir seldu sáttmálan, sum vit so yvirtóku og harvið fingu fyrsta skip­ið, sigur Kristian Martin Ras­mus­sen. Hetta var í sjeyti-árunum, men tá ið skip­ið kom, vóru viðurskiftini onki ser­lig í nótavinnuni. Prísurin fyri fisk til ídn­að var lágur – 12 til 14 oyru fyri kilo. Vónirnar vóru ikki serliga góðar – Men eg minnist væl, at kendi skip­ arin í Klaksvík, Kaj Johannesen, kom um­borð ein dagin, vit lógu á Klaks­ vík. Hann var illa gongdur, men vildi sleppa um­borð, fyrst og fremst fyri at hava eitt bøn­ar­hald umborð á nýggja skipi­num. – Tá segði hann við meg, at tað vísti seg altíð, at nýggj skip fiskaðu bet­ur enn gomul. Hann fortaldi víðari, at Kjølbro bygdi síðu­trol­ar­an Skála­berg. Hann var dýrur, men reiðaríið hevði framm­ an­und­an bæði Sjúðrarberg og Jó­ ann­es Patursson. – Kaj segði, at teir fóru í holt við at byggja nýggja trolaran við tí hugsan, at kláraði hann ikki at gjalda fyri seg, so kundu teir gomlu trolararnir hjálpa til. Men tá ið avtornaði vísti tað seg, at Skála­berg var tann sum fiskaði mest og hjálpti til at gjalda fyri hinar báðar, sigur Kristian Martin Rasmussen. – Kanska segði hann hesi orð fyri at ugga meg eitt sindur, men hann hevði rætt, leggur hann afturat. Ringar tíðir og kreppa Áttati-árini vóru ikki góð hjá nóta­ flota­num. Har var ikki nógv at fáa og prís­ir­nir vóru lágir. Fyri at yvirliva, so royndi hópur av før­oysku skipum seg aðrastaðni runt í heim­i­num. Fyri Kristian Martin Rasmussen Kristian Martin Rasmussen: Í dag er samtakið hjá Palla hjá Mariannu skuldarfrítt, um vit taka nettoskuldina hjá samtakinum. Lánini eru tilsamans 273 mió.kr. við árslok 2016, meðan tøki peningurin var 283 mió.kr. Eginognin er frá 2011 til 2016 vaksin við tilsamans 289 mió.kr. svarandi til eina tvífalding av eginognini eftir fimm árum. Úrslitini hava seinastu seks árini ligið javnt um 100 mió.kr. um árið áðrenn skatt. Tíðin bindur øll men lívið hev­ur verið av­bjóð­andi WĂůůŝŚũĄDĂƌŝĂŶŶƵWͬ Ĩ ϮϬϭϲ ϮϬϭϱ ϮϬϭϰ ϮϬϭϯ ϮϬϭϮ ϮϬϭϭ EĞƚƚŽƐƆůĂ ϱϵϮ͘ ϭϵϴ  ϱϯϳ͘ ϵϲϰ  ϯϬϰ͘ ϭϱϬ  ϯϯϯ͘ ϰϵϲ  ϯϭϬ͘ ϳϳϭ  Ϯϴϳ͘ ϳϰϵ  &ƌĂŵůĞŝĝƐůƵŬŽƐƚŶĂĝƵƌ ϯϭϴ͘ ϵϰϮ  ϯϬϬ͘ ϰϱϱ  ϭϰϴ͘ ϲϭϮ  ϭϯϴ͘ ϱϰϯ  ϭϭϰ͘ ϱϮϮ  ϵϲ͘ Ϯϲϱ  ƌƵƚƚŽǀŝŶŶŝŶŐƵƌ Ϯϳϯ͘ Ϯϱϲ  Ϯϯϳ͘ ϱϬϵ  ϭϱϱ͘ ϱϯϴ  ϭϵϰ͘ ϵϱϯ  ϭϵϲ͘ Ϯϰϵ  ϭϵϭ͘ ϰϴϰ  ^ƚĂƌǀƐĨſůŬĂŬŽƐƚŶĂĝƵƌ ϭϴϯ͘ ϳϴϭ  ϭϰϲ͘ ϱϰϯ  ϭϬϬ͘ ϲϰϱ  ϭϬϲ͘ ϳϬϬ  ϭϬϬ͘ ϳϬϬ  ϵϱ͘ Ϭϵϴ  /d ϴϵ͘ ϰϳϱ  ϵϬ͘ ϵϲϲ  ϱϰ͘ ϴϵϯ  ϴϴ͘ Ϯϱϯ  ϵϱ͘ ϱϰϵ  ϵϲ͘ ϯϴϲ  ǀƐŬƌŝǀŝŶŐĂƌ Ϯϴ͘ ϵϰϯ  Ϯϵ͘ ϭϮϵ  Ϯϴ͘ ϵϰϰ  Ϯϯ͘ ϮϴϬ  ϭϴ͘ ϱϮϬ  ϭϳ͘ ϲϲϯ  &şŐŐũĂƌƉŽƐƚĂƌŶĞƚƚŽ ϰϳ͘ ϲϮϵ  Ϯϳ͘ ϯϯϵ  Ϯϭ͘ ϭϲϵ  ϳ͘ ϭϮϮ  ϭϱ͘ ϯϱϵ  Ϯϲ͘ ϵϭϭ  jƌƐůŝƚĄĝƌĞŶŶƐŬĂƚƚ ϭϬϴ͘ ϭϲϭ  ϴϵ͘ ϭϳϲ  ϰϳ͘ ϭϭϴ  ϳϮ͘ Ϭϵϱ  ϵϮ͘ ϯϴϴ  ϭϬϱ͘ ϲϯϰ  ^ŬĂƚƚƵƌ Ϯϲ͘ ϰϭϭ  ϮϮ͘ ϰϰϯ  ϳ͘ ϳϮϳ  ϭϰ͘ ϬϳϬ  ϭϴ͘ ϳϬϱ  Ϯϭ͘ ϮϵϬ  ƌƐƷƌƐůŝƚ ϴϭ͘ ϳϱϬ  ϲϲ͘ ϳϯϯ  ϯϵ͘ ϯϵϭ  ϱϴ͘ ϬϮϱ  ϳϯ͘ ϲϴϯ  ϴϰ͘ ϯϰϰ        ^ƚƆĝŝƐŽŐŶ ϱϮϲ͘ ϬϮϱ  ϱϲϮ͘ ϳϭϲ  ϱϯϲ͘ ϯϴϯ  ϱϯϬ͘ ϵϳϯ  ϯϵϱ͘ ϰϲϲ  ϯϴϯ͘ Ϯϯϱ  KŐŶşƵŵĨĞƌĝ ϱϱϴ͘ ϰϯϵ  ϰϭϱ͘ ϭϭϰ  Ϯϵϰ͘ ϭϰϱ  ϯϭϯ͘ ϲϴϯ  Ϯϵϲ͘ Ϯϱϭ  Ϯϱϱ͘ ϴϮϭ  KŐŶƚŝůƐĂŵĂŶƐ ϭ͘ Ϭϴϰ͘ ϰϲϰ  ϵϳϳ͘ ϴϯϬ  ϴϯϬ͘ ϱϮϴ  ϴϰϰ͘ ϲϱϲ  ϲϵϭ͘ ϳϭϳ  ϲϯϵ͘ Ϭϱϲ  ŐŝŶƉĞŶŝŶŐƵƌ ϱϲϭ͘ ϭϱϮ  ϰϴϵ͘ ϯϱϱ  ϰϯϯ͘ ϯϮϬ  ϯϵϳ͘ ϴϲϳ  ϯϰϱ͘ ϲϰϱ  Ϯϳϭ͘ ϵϲϮ  ^ŬƵůĚ ϱϮϯ͘ ϯϭϮ  ϰϴϴ͘ ϰϳϱ  ϯϵϳ͘ ϮϬϴ  ϰϰϲ͘ ϳϴϵ  ϯϰϲ͘ ϬϳϮ  ϯϲϳ͘ Ϭϵϰ  ^ŬLJůĚƵƌƚŝůƐĂŵĂŶƐ ϭ͘ Ϭϴϰ͘ ϰϲϰ  ϵϳϳ͘ ϴϯϬ  ϴϯϬ͘ ϱϮϴ  ϴϰϰ͘ ϲϱϲ  ϲϵϭ͘ ϳϭϳ  ϲϯϵ͘ Ϭϱϲ  ZĞŶƚƵďĞƌĂŶĚŝƐŬƵůĚ ϮϳϮ͘ ϲϯϱ  ϯϬϭ͘ ϵϵϳ  ϮϳϮ͘ ϲϯϱ  Ϯϵϵ͘ ϴϮϴ  Ϯϭϵ͘ ϵϰϳ  Ϯϰϭ͘ ϱϱϬ  dƆŬƵƌƉĞŶŝŶŐƵƌ Ϯϴϯ͘ ϭϵϴ  ϭϵϬ͘ ϰϭϳ  ϭϰϳ͘ ϵϵϱ  ϭϰϬ͘ ϯϬϬ  ϭϲϴ͘ ϲϬϳ  ϭϰϲ͘ ϵϯϬ  ZĞŶƚƵďĞƌĂŶĚŝƐŬƵůĚͬ /d ϯ͕ Ϭ  ϯ͕ ϯ  ϱ͕ Ϭ  ϯ͕ ϰ  Ϯ͕ ϯ  Ϯ͕ ϱ  ^ƚĂƌǀƐĨſůŬ Ϯϱϳ ϭϱϯ ϭϬϱ ϭϬϱ ϳϳ ϳϳ