Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 5 februar 2018 23 og hans­ara menn var fyrsta royndin at fara heilt til Costa Rica. Frá fólki, sum høvdu siglt har um leið­ir fingu teir at vita, at fiskur javnan sást kóka omaná, har og mett var, at tal­an var um uppsjóvarfisk, sum eis­ ini var kendur um okkara leiðir. – Vit gjørdu eitt samstarv við lok­ alt vinnulív á Costa Rica og so fóru vit av­stað. Langt var at sigla, men tá ið vit nærk­aðust Costa Rica, byrjaðu vit at síggja, at havið kókaði, sigur Krist­ian Martin Rasmussen. – Eg tendraði asdikkin, men har skriv­aði onki. Hetta var eitt sindur und­ar­ligt, men eg eins og hinir var spent­ur, so skjótt okkurt vísti seg á as­dikk­inum, kastaðu vit. Men har var onki at fáa, Tað vóru bara fiskarnir, sum vit sóu omaná, so tað gav onki. sig­ur hann. Teir gjørdu so eina roynd hinu­ meg­in Costa Rica, men tað gav held­ur ikki nakað, so klaksvíkingurin av­gjørdi at fara heimaftur til Føroyar. – Vit avroknaðu við myndug­leik­ ar­nar og klareraðu, men tá ið hann, vit arbeiddu saman við fór heim, sigldu vit avstað um kvøldið. So var tað »ævintýrið« yvirstaðið, sigur Krist­ian Martin Rasmussen. Hann hoyrdi onki frá sam­starvs­ partn­ar­u­num í Costa Rica, men trý ár seinni ringdi ein sakførari úr Havn og segði, at ein maður var inni á skriv­ stovu hansara og segði, at reið­ar­í­ið í Klaks­vík skyldaði honum pengar. – Hann fekk nakrar krónur, men eg møtti honum ongantíð aftur – held­ur ikki ta ferðina hann var í Føroyum, sigur Kristjan Martin Rasmussen. Suðurafrika Teir vóru so í Føroyum til í 1989, men her var sama skilið. Tað var lítið og onki at fiska og prísirnir vóru ringir. Onkur var farin at kanna við­ur­ skift­ini í Suðurafrika og tað vísti seg at blíva rætt­uliga spennandi. Tað endaði við, at Christian í Grót­ i­num fór til Afrika og royndi báðu meg­in Kappan har. Fyrst royndu teir vest­an­fyri, men tað gav ikki so nógv. – Agenturin hjá okkum visti at siga, at áðrenn fiskimarkini kring all­ an heim vóru flutt út á 200 fjóðringar plagdu russar at royna eystanfyri – ser­liga eftir hestamakreli – Hetta var eina roynd vert, og vit valdu at fara at royna har. Tað vísti seg, at vit brendu í fisk. Tað gekk væl at fiska, men tað var ov langt at sigla heim við fiskinum, so vit royndu at landa á eystursíðuni og fáa fiskin koyrd­an til fabrikkina. – Tað var dýrt og trupult og luktaði illa í bil­unum, tí hestamakrelurin lág leys­ur í afturlatnum bilum. Tað end­ aði við, at teir noktaðu at koyra fiskin, sig­ur skiparin. Hann sigur, at farið var undir at byggja verksmiðjur, men at tað gekk alt ov seint. So hendi eisini tað, at kvota var ásett eyst­anfyri , so tann »blái« – altso Christian í Grótinum – ikki fór við øllum. Kvotan upp á 20.000 tons var býtt mill­um fleiri smá reiðarí, og lítið og onki var eftir til teir, sum før­oy­ing­ ar­nir arbeiddu saman við. Tað gjørdi enda á tí ævintýrinum. Meðan tað stóð uppá, búði fam­ iljan Ramussen, kona og synir við familju í Afrika. Hetta var í broyt­ing­ ar­tíð­ini, tá ið Mandela var latin leysur Árni Gregersen ­Upp­sjóv­ar­fyri­ tøk­an í Klaksvík keypti fyri nøkrum árum síðani Lar­ sen í Týsklandi Endamálið var at koma inn á markn­aðin við vørum, sum vóru fram­leiddar til brúkarin. Tað gekk væl at framleiða, men minni væl at kappast á markn­að­inum, har útboðið av makr­eli í dós er stórt. Tí var avgjørt herfyri ikki long­ur at framleiða hesa vøru. Fyri­tøkan hevur fyri pengar bund­ið seg til ikki at gera hesa vør­una komandi fimm árini og tann avtalan er gjørd við Sæby Fiske­i­ndu­stri, sum framleiðir somu vøru. Hendan framleiðslan var um 60 prosent av tí, sum var fram­leitt hjá Larsen í Týsklandi. Klaks­vík­ingarnir eiga framvegis fa­brikk­ina, men framleiða ikki makrel í tomat. Hinvegin hava teir fram­ leiðslu av øðrum vørum í dós. Til dømis leggja teir royktan makr­el í dós, laks í dós og aðrar fiska­vørur í dósum. – Hetta var okkum ein dýr­ ur lærupengi, men vit hava sjálv­andi fing­ið nakrar royndir á øki­num um, hvussu vit kunnu koma nærri brúkaranum, sig­ur Jan Petersen, stjóri í sam­tak­i­ num. 50-60 fólk arbeiða fram­ veg­vis hjá Larsen í Týsklandi. arni@sosialurin.fo Larsen mak­r­el­ur í dós asdasd Tað stóð illa til, og bankin kravdi, at reið­aríið bleiv gjørt um. Inntil tá hevði Kristian Martin Rasmussen eins­a­mallur átt skipið, men nú komu syn­ir­nir uppí, so teir tríggir synirnir og páp­ in eiga ein fjóðring hvør