hósdagur 22. februar 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
6
februar 2018
23
og gjørdist forseti.
– Ein ómetaliga spennandi tíð og
spennandi upplivilsir, tá ið farið var
frá apartheid til formliga javnstøðu
millum tey hvítu og tey littu í Suður
afrika, men tað var ikki møguligt at
halda fram har, sigur Kristian Martin
Rasmussen.
Aftur í Føroyum
Í Suðurafrika kundu teir kanska
hildið fram, um skipið var sent und
ir flagg har, men bankin tordi ikki
at lata teirra fígging vera á einum
útlendskum skipi. Afturfyri tryggjaðu
teir, at skipið ikki bleiv lagt, tá ið tað
kom heim, men skuldu sleppa út at
royna aftur.
Tað stóð illa til, og bankin kravdi,
at reiðaríið bleiv gjørt um. Inntil tá
hevði Kristian Martin Rasmussen
einsamallur átt skipið, men nú komu
synirnir uppí, so teir tríggir synirnir
og pápin eiga ein fjóðring hvør.
Í níti-árunum gekst betur, og tá ið
vit koma inn í hesa øldina, hevur tað
gingið rættuliga væl.
Teir keyptu Norðborg frá Hval
nesi, umframt at teir bygdu ein
nýggjan Christian í Grótinum. Eisini
tá var talan um, at teir yvirtóku ein
sáttmála, sum Møkster í Noreg
hevði gjørt við eina skipasmiðju í Kili.
Serliga hetta skipið fiskaði væl
og fekk fyrsta árið 60.000 tons. Tá
var tað fyrst og fremst svartkjafturin,
sum roynt var eftir.
Teir keyptu eisini Gardar, sum
royndi eftir lodnu í Barentshavinum.
Men í 2006 fingu teir aftur hug
at byggja nýtt skip. Nú vildu teir
fegnir hava eitt skip, sum teir sjálvir
teknaðu frá grundini. Eftir fleiri fyri
spurningar endaði tað við, at tað
bleiv Rolls Royce í Noreg, sum
projekterði skipið og fann loysnir,
saman við uppsjóvarmonnunum úr
Klaksvík.
– Norðborg er bygd av eins
lystum og eftir okkar royndum.
Hon hevur riggað væl, sjálvt um
vit sjálvandi hava verið noyddir at
gera onkrar tillagingar, sigur Kristian
Martin Rasmussen, sum aftur er
farin at hugsa um eitt møguliga nýtt
skip.
Sjálvur er hann ikki so nógv burt
ur longur. Hann var tríggjar túrar við
í fjør, men hevur ongan túr verið í ár
enn.
Øll hesi árini, hann hevur verið í
fiskivinnuni, bæði á sjógvi og á landi,
hevur hann verið giftur við Jonelisu
Rasmussen. Tey giftust í 1966
Kristjan Martin Rasmussen hevur
upplivað eitt sindur av hvørjum og
hevur ikki bert havt tímiliga við
gongd, sjálvt um seinnu árini hava
gingið sera væl. Hann vísir eisini til
orðini í Prædikaranum, sum siga:
»Framvegis sá eg undir sólini, at
tað er ikki vist, at hinir kviku vinna
í kapprenningini, ella kapparnir í
bardaganum, ei heldur, at hinir vísu
kunnu fáa breyð, ella at hinir vitigu
kunnu vinna ríkidømi, ella hinir klóku
verða væl umhildnir; tí tíðin, og
hvussu alt vil til, tað bindur teir allar.«
Við øðrum orðum, vit avgera ikki
alt sjálvi, hvussu tað gongur í lívi
num.
Tíðin bindur okkum øll.
Palli hjá Mariannu P/f
Starvsfólkakostnaður 2011 – 2016 í tkr.
0
20000
40000
60000
80000
100000
120000
140000
160000
180000
200000
2011
2012
2013
2014
2015
2016
Palli hjá Mariannu P/f
Avlop áðrenn skatt 2011 – 2016 í tkr.
0
20000
40000
60000
80000
100000
120000
2011
2012
2013
2014
2015
2016
Palli hjá Mariannu P/f
Umsetningur 2011 – 2016 í tkr.
0
100000
200000
300000
400000
500000
600000
700000
2011
2012
2013
2014
2015
2016
Palli hjá Mariannu P/f
Vinningsbýti 2011 – 2016 í tkr.
0
2000
4000
6000
8000
10000
12000
2011
2012
2013
2014
2015
2016
Frá at hava havt ein javnan umsetning sum lá um 300 mió.kr. um árið, hækkaði
umsetningurin hjá samtakinum við meir enn 200 mió.kr. í 2015. Orsøkin til hetta var
keypið av Larsen Seafood í Týsklandi, sum hevur ein umsetning uppá góðar 200 mió
Lønarkostnaðurin lá í nógv ár um 100 mió.kr. til tey kanppliga 100 starvsfólkini,
svarandi til ein triðing av søluni. Eftir keypið av Larsen Seafood í Týsklandi hækkaði
lønarkostnaðurin til 146 mió.kr. í 2015 og 183 mió.kr. í 2016. Meðallønin var í 2011 1,2
mió.kr. til tey 77 starvsfólkini, meðan hon í 2016 var góðar 700.000 krónur til tey 257
starvsfólkini.
Úrslitið áðrenn skatt lækkaði trý ár á rað frá 2011 til 2014 úr 106 mió.kr. í 2011 niður á 47
mió.kr. í 2014. Seinastu tvey árini hevur aftur verið stór framgongd í úrslitinum sum var
89 mió.kr. í 2015 og 108 mió.kr. í 2016. Palli hjá Mariannu hevur havt eitt samlað útslit
áðrenn skatt seinastu seks árini uppá 515 mió.kr.
30 mió.kr. í vinningsbýti hava teir fýra eigararnir av samtakinum Palli hjá Mariannu
fingið útgoldið seinastu seks árini. Hetta svarar til 7,5 mió.kr. í part í vinningsbýti.