hósdagur 22. februar 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
8
februar 2018
23
Longu 1.juni verða
fyrstu rognini latin
í kør á nýggju smolt
støðini hjá Bakka
frost á Strond
Árni Gregersen
Talan er um eina smoltstøð, sum tá
ið hon stendur liðug verður heimsins
størsta.
Bakkafrost er í ferð við at byggja
eina smoltstøð á Strond í Borðoynni,
sum slær øll met. Hon er meira enn
tríggjar ferðir so stór, sum smoltstøð
in hjá sama felag á Viðareiði.
Talan er um eitt ógvusligt byggj
arí, sum byggifelagið Articon stendur
fyri.
Á nýggju smoltstøðini eru 21.000
fermetrar undir taki og gólvvíddin
inni er 26.000 fermetrar. Harum
framt eru nakrir bygningingar afturat,
sum ikki enn eru taldir uppí samlaðu
víddina.
Longdin á bygninginum, tá ið
hann verður liðugur, verður 310
metrar. Skal tað samanberast við
okkurt, so er tað tvær ferðir so langt,
sum Norrøna og næstan tríggjar
ferðir longdina á Tórsvølli.
Ógvusliga støddin á smoltstøðini
á Strond hongur fyrst og fremst
saman við nýggjastu vitan innan al
ing. Tað gongur út uppá at ala laksin
á landi, til hann í minsta lagi vigar
500 gram.
Tað ger, at fiskurin er í sjónum í
munandi styttri tíð. Tað góða við tí
er, at vandin fyri sjúkum er munandi
minni og lúsaplággan eisini minkar
nógv.
Hetta við at hava fiskin longri á
landi er byrjað fyri nøkrum árum síð
ani. Tað vísir seg at rigga væl, og allar
alifyritøkurnar arbeiða við hesum.
Ein annar stórur fyrimunur er, at
minni sjóøki verður brúkt til alingina,
jú størri fiskurin er, tá ið hann verður
settur út.
Hetta hevur týdning, tí flestu ali
øki í landinum eru brúkt, so nógv
sum til ber.
Stór vatnmongd
At ala á landi hevur sjálvandi nakrar
avbjóðingar við sær.
Fyrst og fremst skal ómetaliga
nógv vatn til, tí fiskurin á landi svimur
frá fyrsta degi, tá ið hann kemur í
kørini sum rogn, í feskum vatni.
Støðin á Strond krevur eisini
ómetaliga nógv vatn, men alt verður
gjørt fyri at brúkta vatnið verður end
urnýtt so væl, sum til ber.
Tað verður reinsað væl og virði
liga áðrenn tað verður brúkt fyrstu
ferð, men eftir at tað er brúkt eina
ferð, verður tað reinsað aftur og
brúkt fleiri ferðir.
Metingarnar nú eru, at støðin fer
at brúka um 80 rúmmetrar av vatni
um tíman og tað er ikki nógv í hes
um sambandi.
Eitt annað, sum mangan verður
nevnt í sambandi við aling, er tað
sum dálkar í sambandi við alingina.
Fóður, sum ikki verður etið og skarn
frá fiskinum.
Heimsins stør