Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 9 februar 2018 23 rsta smoltstøð Á nýggju støðini verður alt hetta savn­að og ætlanin er eisini, at hetta alt skal endurnýtast, helst í einum bio­verki. Á Strond verður eitt verk eisini gjørt, sum tekur ímóti hesum í fyrstu atløgu. Tað verður so viðgjørt – turk­ að – annaðhvøvørt eini 10 prosent ella full­turkað. Tilfarið. Sum tá er eftir kann so brúkst í einum bioverki, men tað kann eisini brúkas at taða jørðina við Nógvar eindir Á nýggju smoltstøðin fara at vera 10 ym­iskar eindir, har fiskurin fyrst og fremst verður býttur upp eftir stødd. Fyrsta eindin verður tikin í nýtslu 1. juni, tá ið fyrstu rognini flyta inn. Tá byrj­ar framleiðslan í veurliekanum og tí noyð­ast tey sum byggja at arbeiða und­an og halda tíðarætlanina. Tá ið umleið tríggir mánaðir eru farn­ir, skal lítli fiskurin flytast víðari og so hvørt sum hann veksur, verður hann fluttur í nýggj kør. Fiskurin verður eisini sorteraður, so støddin er so eins í hvørjum kari, sum til ber. Tá ið fiskurin er av somu stødd veksur hann betur. Tá er kapp­ ing­in um fóðrið javnari. Júst nú stendur bert helvtin av bygn­ing­inum uppi, so fyri at alt skal hanga saman og ganga upp í eina hægri eind, so skal tíðarætlanin í bygg­ing­ini haldast neyvt. Tøknin stýrir Sjálvt um talan er um eina ómetaliga stóra smoltstøð – ta størstu í heim­ inum – so skulu bert millum 15 og 20 fólk til at reka støðina. Hon verður mannað alt samdørið. Hetta letur seg gera, tí støðin verður stýrd av øllum nútímans tøkni, sum fylgir við og ansar eftir øll­um. Tøknin syrgir fyri at nóg mikið av vatni og nóg mikið av ilt er í kør­u­ num. Hon syrgir eisini fyri, at fiskurin í øll­um teimum mongu ymisku køru­ num fær nóg mikið og ikki ov nógv av fóðri. Tá ið fiskurin skal flytast millum kør­ini, so hvørt sum hann veksur, hend­ir hetta við pumpuskipanum, so neyð­ugt verður ikki at flyta hann manu­elt. Tað sama hendir við fiski, sum doyr í kørunum. Hann verður tikin frá við pumpuskipanum. Alt verður stýrt við skipanum, sum bein­an­vegin geva ávaringar um ikki alt virkar, sum tað skal. Støð­in hevur eisini gjørt eina stóra vatn­goynmslu uttanfyri, so skuldi okk­urt hent við vatntilføringini, so kann støðin fáa vatn úr egnari goymslu. Vatngoymslan er gjørd í gamla grótbrotinum aftanfyri sjálva støðina við Strond.. Stór útbygging Nýggja smoltstøðin er ómetaliga stór.