Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 10 februar 2018 23 Sum nevnt er frammanundan, so krev­ur hon nógv vatn, serliga í fyrst­ uni, men dagliga nýtslan fer at vera eini 80 tons um tíman. Vatnið fæst bæði av Borðoynni og úr Kunoy. Støðin liggur beint við byrg­ing­ina um Haraldsund. Skipanin verður gjørd soleiðis, at skal fiskur frá støðin flytast í ali­ring­ar suðureftir, so ber til hjá brunn­bát­u­ num at koma eftir fiskinum sunn­ an­í­frá, men skal fiskurin til alibrúk norð­an­fyri, so ber til at taka fiskin frá smol­t­støðini norðanfyri byrgingina. Eisini, tá ið fiskurin skal flytast til ali­brúkini, verður hann fluttur umborð gjøgn­um stórar pumpuskipanir, so har verður fiskurin heldur ikki hand­ farin á annan hátt. Fyri at alt hetta skal lata seg gera, so er neyðugt við nógvari orku til smolt­støðina. Umframt vatn, er tørv­ urin av streymi ógvusligur Hetta setir stór krøv til SEV eins og tað setir stór krøv til neyðanlegg á støðini sjálvari. Tíðarætlanin er avgerandi fyri, at verk­ætl­anin fer at virka eftir ætlan. – Vit halda, at hetta er so væl tryggja sum til ber, sigur Rúni Ol­sen, sum er leiðari fyri allari smolt­fram­ leiðslu hjá Bakkafrost. – Tá ið fyrstu rognini verða sett í kør­ini, er støðin í gongd og tað fer at seta krøv til teirra, sum byggja. Avgerandi er, at rognini eru uttan larm og at vit sleppa at stýra ljós­i­ num í kørunum alt samdøgrið, legg­ ur hann afturat. Rúni Olsen sigur, at tað sum kann henda er, at tey, sum skulu levera út­ gerð til smoltstøðina ikki klára tað, men hann heldur, at hædd er tikið fyri øll­um hesum í tilrættisleggingini av smolt­støðini. Han vísir á, at støddin á støðini er ógv­us­lig í mun til tað, sum Bakka­ frost áður hevur arbiett við. -Smærru smoltstøðirnar, til dømis á Glyvra­dali, Knívsdali og við Gjógv eur so nógv minni, at tær hevði passs­að í tvey av kørunum á nýggju støð­ini við Strond, sum tilsamans hev­ur 80 kør. Gólvvíddin á sjálvari støðini er 21.000 fermetrar, men sumt er í meira enn einari hædd. Tað ger, at til­ sam­ans 26.000 fermetrar eru undir taki í nýggja bygninginum.. – Fyri sjálva alingina broytir hetta nógv. Nú er fiskurin 500 gram stórur áðr­enn hann fer á sjógv. Tað ger hann mun­andi meira mótstøðuføran í sjón­um enn tá ið hann er minni, sig­ur Rúni Olsen. Tað sum fyrimunurin er, er at fisk­ urin ikki er fongdur við so nógvari lús um­framt at hann er meira mót­ støðu­før­ur móti sjúkum. Hesir tríggir taka sær av byggingini. Frá vinstru: Rúni Olsen, smoltleiðari hjá Bakkafrost, Rógvi Jacbsen, Bakkafrost og Rógvi Nielsen, verkfrøðingur