hósdagur 22. februar 2018síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
14
februar 2018
23
10 fólk arbeiða fast á
Look North í Klaksvík
– farið verður undir
at byggja nýggjan
virkisbygning á
Borðoyavík
Árni Gregersen
4200 fermetrar er ætlanin at nýggi
bygningurin hjá plastvirkinum Look
North skal vera.
Virkið í Klaksvík hevur framleitt
plastvørur av ymiskum slag síðani
2001 og hetta er aðru ferð, at virk
isleiðslan ásannar, at plássið ikki er
nóg stórt..
Ein goymslubygningur var bygd
ur fyri nøkrum árum síðani, men
vøruframleiðslan er av slíkum slag,
at hon krevur nógv pláss.
Ein stórur partur av framleiðsluni
eru sonevndir flamingokassar, sum
vanliga mest verða brúktir til at út
flyta fisk í.
Fyritøkan í Klaksvík ger 12 ym
iskar støddir av hesum kassunum
og tað sigur seg sjálvt, at hetta
fyllir rættuliga nógv, tá ið teir eru á
goymslu.
– Ja, vit mugu staðfesta, at her er
vorðið ov trongligt og tað ger sjálv
andi eisini, at her geerst óarbeiðsligt
til tíðir, sigur Árni Skaale, stjóri, og ein
av eigarunum av fyritøkuni.
Mett verður tó, at tað fer at ganga
eitt sindur av tíð áðrenn fyritøkan
sleppur inn í nýggj hølir á Borðoy
avík. Stjórin roknar við, at tað fer
at ganga á leið eitt ár til teir sleppa
framat byggiplássinum og so roknar
hann við, at tað fer at taka um hálvt
annað ár at byggja bygningin.
– So tað fara helst at ganga út
móti trimum árum áðrenn vit sleppa
út á Borðoyavík við framleiðsluni,
sigur Árni Skaale.
Spennandi avbjóðing
Árni Skaale, stjóri, hevði ikki ætlanir
at fara inn í vinnuna, sum hann nú
hevur arbeitt við síðani aldarskiftið.
Hann er útbúgvin verkfrøðingur og
fekst nógv við hydraulik, áðrenn
hugskotið kom fram um at fara undir
plastframleiðslu.
– Vit tosaðu um hetta, og eg helt
tað ljóðaði spennandi. Eg búði í Dan
mark, men flutti heim fyri at byrja her.
Vit komu í gongd og tað var eftir
spurningur eftir tí, sum vit framleiddu
beinanvegin, sigur hann í dag.
Virkið kom í gongd og nógv av
tí, sum var framleitt fyrstu árini fór til
alivinnuna og serliga til virkini, sum
kruvdu laks.
Men tað kom eitt álvarsligt bakk
ast.
– Ja, ILA kom illa við. Tað hevði
eina ómetaliga stóra ávirkan – eisini
á okkum, men tíbetur kom gongd á
aftur í alivinnuni, sigur Árni Skaale.
Tað vísti seg, at sjálvt um alivinn
an ikki hevði tað so gott, tá ið gongd
kom á aftur, so skuldu flamingo
kassar brúkast umframt aðrir lutir.
Millum annað gjørdi virkið í Klaksvík
flot og annað til aliringar.
– Fíggjarkreppan, sum rakti okk
um fyri eini 10 árum síðani, kom í
veruleikanum væl við hjá okkum.
Nógv av okkara rávøru kemur frá
oljuídnaðinum, og tað vísti seg, at
rávøruprísirnir lækkaðu, samstundis
sum alivinnan kom fyri seg og hevði
brúk fyri nógvum av tí, sum vit kundu
framleiða, sigur Árni Skaale.
– Stutt sagt kunnu vit siga, at
hendan kreppan bjargaði okkum,
leggur hann smílandi afturat.
Innovatión
Look North er ikki nakað stórt virki
á heimsplani, men tankarnir handan
virkið eru innovativir.
– Vit hava sett okkum fyri, at vit
hvørt ár skulu framleiða fýra nýggjar
vørur afturat og tað hava vit megnað
higartil, sigur Árni Skaale.
Virkið hevur lagt seg eftir at gera
vørur til aðrar fyritøkur í samstarvi við
kundan.
– Tað vísir seg at vera ein góð leið
at ganga, tí tað vísir seg, at vit kunnu
loysa flestu uppgávurnar, tá ið vit ar
beiða saman, sigur stjórin.
Millum annað er tað Look North,
sum hevur gjørt minimodellið av
Kópakonununi.
– Ja, vit hildu hetta var stuttligt
at royna og staðfesta, at hetta ber
til. Hetta er ikki gjørt við vinningi fyri
eyga, men fyri at vísa hvat vit kunnu
og at vísa at vit luttaka í lokala sam
felagnum, sigur Árni Skaale.
Í einari fyritøku av hesum slag er
sjálvandi brúk fyri fólki, sum dugir at
umskapa hugskotini til tekningar og
framleiðsluætlanir.
Í løtuni er tað Baraldur Mikladal,
sum er vørumennari, men hann fer
aftur til Danmarkar.
– So vit hava brúk fyri einum, sum
kann lyfta uppgávuna eftir vøru
mennarin, sum fer frá okkum, sigur
51 ára gamli stjórin á Look North.
Fjølbroytt framleiðsla
Tað er greitt, at framleiðslan av kass
um fyllir nógv, men virkið ger nógv
annað.
Sum nevnt verður ymiskt gjørt til
aliringar. Virkið hevur síðani 2004
kunna framleitt vørur úr harðplasti.
Tað er brúkt til flot, men í dag hava
tey tvær maskinur, sum framleiða
20 ymiskar vørur úr harðplasti.
Eitt annað, sum verður nógv
brúkt, er plast til bjálving. Virkið í
Klaksvík ger plátur at bjálva við, sum
eisini tola trýst, ja, so mikið nógv
trýst, at tær kunnu leggjast undir
fundament.
– Jú, við hvør hevur tað verið
hart, men hetta hevur verið ógvuliga
spennandi ár og tað sær eisini
spennandi út frameftir, sigur Árni
Skaale at enda.
Fara at byggja nýtt
virki á Borðoyavík