hósdagur 22. februar 2018síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
15
februar 2018 23
Norðhavnin 8 · Postboks 329 · FO-726 Ánirnar · Føroyar · Tel. +298 20 70 00 · cig@cig.fo · www.cig.fo
Rein góðska úr norður Atlantshavi
Ábyrgd av skuldarum
og kundarøkt hjá Effo
Søkt verður eftir einum starvsfólki at hava
høvuðsábyrgdina av skuldarunum hjá Effo. Talan
er um spennandi og avbjóðandi starv við ávirkan
og ábyrgd.
Arbeiðið umfatar:
・ Ábyrgdina av tilgóðahavandi í
einstøku kundabólkunum
・ Samskifti við kundar
・ Virka sambært ásettu leiðreglurnar á økinum
・ Partur av toymi at skipa og dagføra leiðreglur
og at menna talgildar skipanir
・ Fylgja og meta um samlaðu gongdina
hjá skuldarunum
・ Samskifti innanhýsis við onnur økir í felagnum
Tínir førleikar:
・ Tú hevur veruligan áhuga at samskifta
við kundar
・ Ert vinarlig/ur og skilir, at kundin
altíð er í sentrum
・ Hevur fatan av umhvørvinum
hjá vinnukundum
・ Eins væl og serliga tørvinum
hjá privatum kundum
・ Áhugað/ur at fylgja gongdini í samfelagnum
・ Hevur góðan førleika til teldu og at samskifta
skriftliga við skuldarar
Fyrimunur um umsøkjarin hevur
・ Royndir at arbeiða við kundarøkt
og tilgóðahavandi frá kundum
・ Verið partur av størri arbeiðsplássi
Vit bjóða:
Eitt støðugt arbeiðið í einum góðum og skipaðum
umhvørvi. Vit bjóða tær løn eftir nærri avtalu, sum
verður ásett eftir royndum og útbúgving.
Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Tú fært
neyðuga upplæring í viðkomandi telduskipanum
og arbeiðs-/mannagongdum. Starvstaðurin er
á høvuðskrivstovuni á Óðinshædd, Tórshavn.
Umsókn:
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin
at seta teg í samband við Jónsvein Simonsen á
telefon 228063.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving
og royndir skal verða okkum í hendi í seinasta
lagi 4. mars 2018.
Umsóknin skal sendast til:
P/F Effo
Postboks 3098
FO -110 Tórshavn
Frámerki: “Skuldarar og kundarøkt”
ella sendast til HR@effo.fo.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Pf. Effo Postboks 3098 110 Tórshavn Tel +298 34 35 00 Fax +298 34 35 01 www.effo.fo