hósdagur 22. februar 2018síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
16
februar 2018
23
Vilmund Jacobsen
Tað er fríggjadagur 26. januar 2018, og hetta
er dagurin, tá ársins leiðarar - ávikavist fyri
tað almenna og fyri tað privata - alment verða
kosnir á leiðaradegi í Norðurlandahúsinum.
Halda vit okkum til privatu vinnuna,
er hetta annað árið á rað, at stjórin í KSS,
Klaksvíkar Sleipistøð, Frimodt Rasmussen,
er innstillaður saman við tveimum øðrum.
Í fjør gjørdist tað stjórin á Hotel Føroyum,
Johannes Jensen, sum dró longsta stráið og
gjørdist ársins privati leiðari.
Tá fríggjadagurin líður, og tíðindini berast,
gerst greitt, at ársins privati leiðari í ár -
valdur av einari dómsnevnd - verður Frimodt
Rasmussen.
Í sínum grundgevingum fyri at knýta henda
heiður at klaksvíkinginum sum er smiðju-og
bedingsstjóri, sigur dómsnevndin, at maðurin
síðan 2011 hevur verið undangongumaðurin
og dugnaligi leiðarin á Klaksvíkar Sleipistøð.
- Frimodt Rasmussen stendur á odda
fyri eini vælvirkandi skipasmiðju, har alt
frá smábátum til stór skip fáa nútímans og
dygdargóða tænastu. Við sínum nærlagna,
virkisfýsna og framskygda lyndi er hann ein
fyrimynd og kveikjari fyri síni starvsfólk, sum
trívast fakliga og sosialt.
Dómsnevndin
sigur,
at
við
Frimodt
Rasmussen sum leiðara tekur KSS seg
alsamt fram og veksur við teimum mongu og
spennandi uppgávum, sum teimum vera litnar
upp í hendur.
- Klaksvíkar Sleipistøð hevur harumframt
havt góð úrslit, leggur dómsnevndin aftrat.
KSS hevur 23 lærlingar
Mikudagin í hesi vikuni, nú nakrar fáar vikur eru
lagdar aftur um bak síðan leiðaradagin, hava
vit vitjað KSS og stjóran, Frimodt Rasmussen.
Klaksvíkar Sleipistøð hevur eina drúgva
søgu, sum røkkur heili níti ár aftur í tíðina. Tað
verða nevniliga 90 ár í ár, síðan sleipistøðin á
fyrsta sinni byrjaði sítt virksemi.
- Eg byrjaði her hin 4. juni í 2011, tá eg
saman við øðrum keypti KSS, og tað eru tvey
feløg sum eiga fyritøkuna. Sum ungur var eg
í læru á sleipistøðini, her eg gjørdist maskin
smiðjur í januar í 1990. Síðan fór eg á Maskin
meistaraskúla og gjørdist maskinmeistari í
januar í 1993. Í eini átta ár fekst eg við aling, og
eg havi eisini starvast hjá Thor í Hósvík sum
inspektørur í eini 4-5 ár.
Frimodt Rasmussen sigur, at tað var onkur,
ið arbeiddi hjá KSS, sum í 2011 spurdi, um
áhugi møguliga var at keypa fyritøkuna.
- Vit skulu ikki lata illa at hesi árini, vit hava
átt og rikið virksemið. Tá vit keyptu, vóru eini
16-18 fólk í starvi hjá Klaksvíkar Sleipistøð, og
í dag nærkast vit teimum 70. Eg vil meta, at
umsetningurin tá lá um einar 10 miljónir krónur,
og í dag nærkast vit teimum 70 miljónunum.
Lítillátin, sum stjórin er, leggur hann aftrat,
at umsetningurin onkuntíð fyri hansara tíð í
fyritøkuni var enn størri.
- Av teimum út við 70 starvsfólkunum
hjá KSS í dag, eru 20 smiðjulærlingar, tveir
goymslulærlingar og ein skrivstovulærlingur.
Av arbeiðsfólki annars hava vit eitt nú sveinar,
maskinmeistarar og framleiðslutøkningar,
og haraftrat hava vit gott samstarv við verk
frøðing, sum ger uppgávur fyri okkum, tá slíkar
eru, sigur Frimodt Rasmussen, sum ikki er
maðurin við teimum stóru orðunum og sum til
dagligt veipar við ørmunum.
Mong fortjena heiður
Meðan vit sita og skifta orð, kemur kona
Frimodt Rasmussen, Linda Rasmussen, eisini
inn á gólvið.
Hon arbeiðir hjá KSS sum skrivstovufólk,
og soleiðis eru hon og maðurin - umframt at
vera hjún - eisini starvsfelagar.
Linda Rasmussen heldur fyri, at tað munnu
vera fleiri privatir leiðarar, sum hava uppborið
heiðurin, sum hesaferð fall manni hennara í lut.
- Men, skal eg siga, hvat eg haldi, so hevur
Frimodt fortjent heiðurin, soleiðis sum hann
saman við góðum fólki í fyritøkuni hevur
stríðst og strevast fyri teimum úrslitum, sum
KSS higartil hevur rokkið.
Hjúnini eiga trý børn, sum eisini fingu sína
læru hjá Klaksvíkar Sleipistøð.
- Dóttir okkara, sum er elst, fekk sína
skrivstovuútbúgving her, og haraftrat hava
tveir synir okkara tikið útbúgving her sum
maskinsmiðir. Teir ganga nú báðir á Maskin
meistaraskúla, harav annar verður liðugur í
summar, um alt gongur væl.
Linda Rasmussen nevnir til stuttleik
ar, at tað ikki bara eru tey bæði í familjuni,
hon og maðurin, sum hava arbeitt á sama
arbeiðsplássi.
- Tað gjørdu foreldrini hjá mær og foreldrini
hjá Frimodt eisini. At vit bæði arbeiða á sama
arbeiðsplássi haldi eg ikki hevur verið nakar
trupuleiki. Eg haldi heldur, at tað hevur havt
positivan týdning, at vit kenna arbeiðsdagin
hjá hvørjum øðrum og vita, hvat liggur aftan
fyri, tá dagur er lokin, leggur hon aftrat.
Frimodt Rasmussen tekur undir við konu
síni í hesum og dylur ikki, at hon ikki minst
hevur verið hansara stuðul og eigur saman
við hinum øllum dugnaligu starvsfólkunum í
fyritøkuni sín lut í góðu gongdini.
Avbjóðandi at veksa
Sjálvur sigur stjórin seg vera fegnan um
heiðurin sum ársins leiðara, og hann heldur, at
hetta í fyrsta lagi kann hava týdning í mark
naðarføringini hjá KSS.
- Eg havi fingið nógvar heilsanir og nógv
fleiri, enn eg nakrantíð hevði roknað við, og tey
eru mong, sum hava fegnast saman við mær.
Hinvegin hevur onkur, sum arbeiðir her, eisini
skemtiliga spurt, nær tey skulu byrja at leita
sær eftir nýggjum arbeiði, tí eftirtíðin hevur víst,
at ikki allir ársins leiðarar hava havt eydnuna
við sær.
Frimodt Rasmussen sigur, at hann er ikki
maðurin, sum dámar at stinga nøsina ov langt
fram, sum hann tekur til. Honum dámar betri at
vera meira anonymur.
- Í eini fyritøku sum okkara gert tú einki
einsamallur, og tað hevur kravt nógv av
okkum hesi árini síðan 2011, bæði at vaksið um
virksemið og fingið rímilig úrslit á botnlinjuni.
Tá ein fyritøka veksur skjótt, er ógvuliga
umráðandi at hava røttu fólkini til teir røttu
postarnar. Ein slíkur vøkstur kemur ikki av sær
sjálvum. Vøkstur er ein stór avbjóðing, sum
setir krøv til øll í fyritøkuni.
Stjórin vísir á, at kappingin á marknaðinum
er hørð, og marknaðarprísurin er tað, hann er.
- Hinvegin hava vit arbeitt meira við
innkeypsprísinum og hava roynt at leitað
okkum betri avtalur.
Frimodt Rasmussen leggur dent á, at
hóast kappingin millum veitararnar er hørð, er
samstarvið millum somu partar bæði gott og
gevandi.
- Vit keypa frá okkara kappingarneytum,
og okkara kappingarneytar keypa frá okkum.
Haraftrat er vanligt, at samstarvað verður um
ymiskar uppgávur og verkætlanir - ikki minst,
tá ræður um føroysku kappingina mótvegis
útlandinum. Vit hava eisini havt útlendsk skip
her heima, har samstarvað hevur verið millum
fleiri partar í Føroyum. Tað er fáur, sum klárar
ella dugir alt, men saman kunnu vit røkka
rættiliga langt, leggur hann aftrat.
Hava 35 eindir koyrandi
Hóast navnið er Klaksvíkar Sleipistøð - stytt
KSS - er sjálvur bedingsparturin ikki hin
størsti í fyritøkuni, men tá skip verða tikin upp,
verður ofta annað arbeiði at gera eisini, eitt nú
maskinumvælingar.
Frimodt Rasmussen sigur, at KSS ikki
- VIÐ SÍNUM NÆRLAGNA, VIRKISFÝSNA OG FRAMSKYGDA LYNDI
ER HANN EIN FYRIMYND OG KVEIKJARI FYRI SÍNI STARVSFÓLK,
SUM TRÍVAST FAKLIGA OG SOSIALT, SIGUR DÓMSNEVNDIN, SUM
VALDI FRIMODT RASMUSSEN, STJÓRA Í KSS Í KLAKSVÍK, TIL ÁRSINS
PRIVATA LEIÐARA. VINNAN HEVUR SKIFT ORÐ VIÐ SÁTTLIGA
MANNIN, SUM Í ÁR FEKK HENDA HEIÐUR Á LEIÐARADEGNUM
- Vit bæði
kappast og
samstarva
við aðrar í
vinnuni