hósdagur 22. februar 2018síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
17
februar 2018 23
minst hevur sína styrki í motorumvælingum
og umvælingum av generatorum, og soleiðis
hevur fyritøkan umleið 35 koyrandi eindir
ella bilar við einum ella tveimum monnum
í hvørjum bili - alt eftir, hvørjar uppgávurnar
kring landið nú einaferð eru.
- Eg kann siga, at hesir bilar eru koyrandi
verktoyskassar, sum við teimum monnum,
sum koyra í teimum, kunnu loysa ein hóp av
ymiskum uppgávum, bæði umborð á skipum
og hjá ymiskum fyritøkum á landi. Í stuttum
kann eg siga, at tey arbeiði, sum fylla mest hjá
okkum, eru arbeiði upp á motorar, generatorar
umframt ymiskt stál-og sveisiarbeiði.
Skipini fylla nógv hjá KSS, men fyri
tøkan hevur eisini gjørt uppgávur fyri eitt nú
SEV í Vestmanna, har teir hava gjørt ymiskt
viðlíkahald í samband við ventilar og annað á
vatnorkuverkinum hjá el-felagnum.
- Nú nýggja Sundsverkið verður bygt, hava
vit eisini gjørt nógv rørarbeiðið fyri SEV. Talan
er her um stór rør og ikki hvs-arbeiðið, sum
fyritøkan í Klaksvík ikki hevur í sínum konsepti.
Stjórin heldur tað vera umráðandi, at ein
veitari sum KSS ikki arbeiðir á øllum frontum,
men brúkar orkuna har, sum teir góðu
førleikarnir eru.
- Vit hava eisini eina samdøgurtænastu,
sum svarar allar tímarnar í døgninum. Tá ringt
verður, tekur vaktin telefonina, og tá hetta
er innan okkara virksemi, gera vit alt fyri at
rætta eina hjálpandi hond, har tørvur er, sigur
Frimodt Rasmussen.
Stinga fingurin í jørðina
Fyri lítlum ári síðan setti KSS sær fyri at stinga
fingurin í jørðina, soleiðis sum stjórin tekur til.
- Vit settu okkum niður at tosa um, hvussu
vit kunnu gerast enn betri heldur enn at veksa
so ógvuliga nógv. Tó at tað hevur gingið væl,
kann nógv gerast betri, og vit ivast onga løtu í,
at tá vit eru betri enn í dag, kemur framhaldandi
vøksturin av sær sjálvum. Vit løgdu eina lang
siktaða ætlan at arbeiða við, og vit arbeiddu við
hesi ætlan tað mesta av 2017.
Stjórin heldur fyri, at tað ikki altíð nýtist at vera
rætt at ganga beint fram, sum hann tekur til.
- Vit kunnu ikki bara siga, at alt er gott sum
er. Neyðugt er viðhvørt at stinga fingurin í
jørðina og seta sær nýggj mál. Eitt av málunum
hjá okkum er alla tíðina at gerast betri á ymisku
økjunum, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri í
KSS og ársins privati leiðari 2018.
Kona og maður arbeiða hjá
Klaksvíkar Sleipistøð, stytt KSS.
Linda er skrivstovukvinna, og
Frimodt Rasmussen er stjóri og
ársins privati leiðari 2018
Mynd: Vilmund Jacobsen
Klaksvíkar Sleipistøð hevur í ár 90 ár á baki, men í dag er hetta ein nútímans beding og um stutta tíð eisini við nútímans smiðjubygningi
Mynd: Vilmund Jacobsen