hósdagur 22. februar 2018síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
18
februar 2018
23
Byggir nýggja smiðju
og hevur keypt elektro-
mekaniskan verkstað
Vilmund Jacobsen
Klaksvíkar Sleipistøð, stytt KSS, klárar ikki alt,
sum landsins størsta skipasmiðja klárar, men á
bedingini í Klaksvík klára tey tað mesta.
KSS kann taka skip upp, sum viga upp í
800 tons, og har mesta longd er 65 metrar.
Í 2015 varð bedingin er dagførd, heilt frá
sjóvarmálanum og út. Tá vórðu fundament og
skinnarar skift, og hetta var eisini ein liður í eini
ætlan at uppstiga bedingina til 1500 tons.
KSS er í fyrsta lagi ein smiðjudepil og
ein heildarveitari til viðlíkahalds-og ymiskt
umbyggingararbeiði.
Skipini eru krumptappurin í virkseminum,
og tað er ikki minst fyri at veita vinnuni bestu
tænastu, at KSS hevur fleiri eindir sum koyra út
kring landið at gera ymiskt maskin-og smiðju
arbeiði.
Men, tænastan røkkur enn longur, og hon
røkkur eisini út um landoddarnar.
Hevur eitt reiðarí tørv á umvælingum,
viðlíkahaldi ella øðrum til skipið, sum ikki er í
Føroyum, ber eisini til at seta seg í samband
við KSS, sum tá kann seta eitt ferðalið saman
júst til tann tørv, sum spurt verður eftir.
Tað merkir, at KSS vil gera sítt besta fyri at
møta sínum viðskiftafólkum, har tey eru.
Samdøgurtænastan til skip og virkir er
eisini virkin allan sólaringin, gerandis-sum
halgidagar, alt árið, og henda tænasta fevnir
sjálvsagt eisini um veitan av eykalutum til
ávísu uppgávurnar.
KSS er heildarveitari, men fyritøkan
samstarvar eisini við aðrar veitarar á sínum
øki, soleiðis at uppgávurnar kunnu loysast á
besta hátt.
Nógv betri umstøður
Dygst
við
sjóvarmálan
norðuri
móti
Kósabrúnni í Klaksvík hevur KSS sín smiðju-og
maskinverkstað, og tað er eisini her - millum
bedingina og skrivstovupartin hjá fyritøkuni -
at nýggi smiðjubygningurin nú verður bygdur.
Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, sigur, at
hetta er gamla smiðjan sum brendi, men sum
nú verður bygt uppaftur.
- Tað er Malltek Byggivirkið í Klaksvík, sum
ger arbeiðið, og ætlandi skal bygningurin
standa liðugur í mai í ár.
Stjórin vísir á, at bygningurin er 524
fermetrar stórur, og síðan er ein partur í
tveimum hæddum, soleiðis at her koma 158
fermetrar aftrat.
- Hetta verður ein smiðjubygningur og
stálverkstaður burtur av, og her fer eisini
sveisingin at ganga fyri seg.
Hann sigur, at sum er, er mekaniskur
verkstaður
og
stálverkstaður
í
verandi
bygningi, men her eru umstøðurnar vorðnar
ov trongar.
- Verandi smiðjupartur er ov lítil, og tá
smiðjan flytir í nýggja bygningin, verða
umstøðurnar hjá mekaniska partinum í verandi
bygningi eisini munandi betri.
Frimodt
Rasmussen
sigur,
at
nýggi
bygningurin - oman og niðan - er 22 metrar
langur, og í endanum oman eftir verður
hurðagapið heilar 10 metrar breitt og 10 metrar
høgt.
- Her verða nógvir hugsandi møguleikar,
og her kunnu eisini byggjast smærri skip og
bátar, um tað skal vera, tó at hetta ikki liggur í
kortunum í løtuni.
Hava keypt Johs. Elektro
Klaksvíkar Sleipistøð hevur fyri eini tíð síðan
keypt Sp/f Johs. Elektro í Klaksvík, sum er ein
elektromekaniskur verkstaður.
- Tað var Johannes Sólsker, sum átti
fyritøkuna, og hann er framvegis álitið og
drívmegin í fyritøkuni. Vit hava ikki havt
elektriskan part í mínari tíð í KSS, og nú vit
fingu møguleikan at keypa, hildu vit, at fyri
tøkan passaði væl inn í okkara konsept sum
heildarveitari.
Frimodt Rasmussen vísir á, at Johs. Elektro
Nýggi smiðjubygningurin hjá KSS fer at gera umstøðurnar nógv betri, bæði fyri smiðju-og mekaniska partin. Mynd: Vilmund Jacobsen
- VERANDI SMIÐJUPARTUR ER OV LÍTIL, OG TÁ SMIÐJAN SKJÓTT FLYTIR Í NÝGGJA BYGNINGIN, VERÐA
UMSTØÐURNAR HJÁ MEKANISKA PARTINUM Í VERANDI BYGNINGI EISINI MUNANDI BETRI, SIGUR
STJÓRIN Í KSS, FRIMODT RASMUSSEN