Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 19 februar 2018 23 verður rikið, soleiðis sum gjørt hevur verið í fleiri ár. - Johannes Sólsker hevur eina vel­duga vitan um eitt nú generatorar og vinkling. Her verður arbeitt við at selja og umvæla eitt nú generatorar, el-motorar og pumpur. Stjórin vísir á, at viðhvørt kann long veitingartíð vera til generatorar og aðrar el- motorar, og tí kann ein um­væling, har ein slíkur motorur verður vinklaður av nýggjum, stytta mun­andi um leveringstíðina. Samstarv við Ibercisa KSS hevur nógv góð samstørv, bæði her heima og uttanlands og eitt, sum teir hava verið rættiliga spentir upp á, er samstarvið við sponku fyritøkuna, Ibercisa í Vigo, sum hevur drúgvar royndir í at framleiða spøl og deks­ maskinarí annars til fiskiskipaflotan. Ibercisa er eisini ein av heimsins fremstu fram­leiðarum av el-drivnum trolspølum, sum er rættiligt nýbrot innan eitt nú uppsjóvarflotan í Norðurhøvum. Í Hirtshals fiska eitt nú Ruth og Bein­ir við el-drivn­um trol­spølum. KSS um­boð­ar fram­leiðslu­na hjá Ibercisa í Før­ oy­um, Dan­mark, Ís­landi, Noregi, Svøríki, Stóra­ bret­landi, Írlandi og í Grønlandi. El-spælskipanir vinna alt meira fram, og í dag fiska nógv skip kring heimshøvini við slíkari spælskipan. Stóri eftirspurningurin eftir el-spæl­ skipan­unum kemur eitt nú av teimum eyð­sýndu fyrimununum umborð, um­ framt stóru fíggjarligu fyrimununum. Nevnast kann, at el-spølini krevja minni generator­orku, tí framleidda orkan verður mun­ andi betri gagnnýtt. Hetta merkir, at raksturin verður bíligari - og útlátið verður minni. Við tað, at eingi hydraulikrør skulu leggj­ast til spølini, verður eingin oljudálking á dekki­ num, sum kann standast av lekum ella brek­ um. Arbeiðsumstøðurnar á dekkinum verða rúm­ligari, og larmurin frá spølunum er næstan eingin. - Vit hava fyri einari tíð síðan keypt Sp/f Johs. Elektro, sum er ein elektromekaniskur verkstaður. Fyritøkan passar væl inn í okkara konsept sum heildarveitari, sigur stjórin í KSS, Frimodt Rasmussen. Mynd: Vilmund Jacobsen Nýggi smiðjubygningurin hjá KSS fer at loysa trupulleikan við trongu umstøðunum, sum bæði smiðja og mekanikkur hava í løtuni. Mynd: Vilmund Jacobsen Hetta er tekning av nýggja smiðjubygninginum hjá Klaksvíkar Sleipistøð. Mynd: Vilmund Jacobsen