Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 20 februar 2018 23 El-fyritøkan í Klaksvík hevur ment seg, hóast hon í byrjanini rakti beint inn í kreppuna í 199 2Árni Gregersen Tað er ikki langt ár síðani, at Dansk Belysning valdi handilin hjá el-in í Klingrugarði í Klaksvík til besta el- handil í Danmark Føroyum og Grøn­ landi. At hetta skuldi hendan, stóð ikki at lesa í stjørnunum. Tað venda vit aftur til. Elin og Hilmar Danielsen eiga el-in fyri­tøk­una, sum nú hevur meira enn 25 ár á baki. Tá ið fyritøkan byrjaði vóru tey bæði júst komin heimaftur úr Dan­mark, har tey høvdu verið í út­ búgv­ing­ar­ørindum. Hilmar Danielsen hevði fing­ið útbúgvings um sterk­streym­verk­ frøð­ing­ur, meðani Elin Dan­i­el­sen hevði fingið sær skriv­stovu­út­búgv­ ing. Spent komu tey aftur til Føroyar og høvdu sett sær fyri at byrja egna fyri­tøku. Tey flutt inn í helvtin av bakarínum hjá abba Hilmarr Danielsen, Haldor Holm. Handilin lat upp 19.september 1992. – Vit seldu eina rúgvu og kundu stað­festa, at vit ikki høvdu tær stóru royn­d­ir­nar at keypa inn, tí summar hillar vóru skjótt skralltómar, fortelur Hilm­ar Danielsen. Lagið var gott og tað var bara at bí­leggja nýggjar vørur. Men so lætt skuldi tað ikki verða Týsagin 6.oktober fór Sjóvinnunakin á heys­in. Hetta var so ógvusligt, at rist­ing­ar­nar merktust inn í hvørt heim í Føroyum og ikki minst í einum nýggj­um lapmuhandli í Klaksvík. Har kom ongin á gátt í fleiri vikur. Bygdu nýtt Lívið kring um í landinum broyttist og í Klaks­vík var sagt hetta heystið, at arbeiðs­loysið var um 50 prosent. Hjá nýggju fyritøkuni og stovnarunum báð­um var svangligt hesi árini, men fyri­tøkan yvirlivdi og kom spakuliga fyri seg aftur. Næsta stóra takið var at byggja nýtt. Plássið var ikki nógv í gamla baka­arí­num. Undirsjóvartunnilin kom ígjøgn­ um í 2006. Kommunan vildi fegin hava nakrar handlar at lata upp í Klingru­garði og el-in fekk seinasta grund­stykki har og handilin lat upp eina viku áðrenn koyrandi var gjøgn­ um tunn­ilin. – Hetta var kanska eitt sindur váð­ið, men tað hevur víst seg, at tað bar til, sigur Hilmar Danielsen. Í dag starvast um 22 fólk í fyri­ tøk­uni – ein triðingur í handlinum og tveir triðingar á verkstaðnum. Gjøgnum árini hevur fyritøkan ar­beitt nógv í vinnuni, men júst nú hava tey arbeiði at gera el í nýggja skúla­num í Klaksvík. – Hetta er nógv tann størsta ein­ staka uppgávan vit hava fingið, men tað loysa vit eisini, sigur Hilmar Dan­ i­elsen. Tað er í ár, at fólk frá el-in av álv­ ara sleppa til arbeiðis innandura á skúla­num, sum annars skal stana lið­ug­ur næsta ár. Fíggjarliga vísa tølini, at tað gongur rætta vegin hjá fyritøkuni: Byrjaði at selja lampur í baka­rí­ num - nú arbeiða 22 fólk hjá el-in El-in Brutto Vinningur Úrslit í tkr 2017 8573 1269 2016 6571 128 2015 6851 354 2014 5615 467 2013 5356 458 Elin og Hilmar Danielsen eiga el-in fyri­tøk­una, sum nú hevur meira enn 25 ár á baki