Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 23 februar 2018 23 Tøkan av laksi økist 6 prosent Laksaprísurin lækkaði mun­ andi í øðr­um hálvári 2017 frá met­høgum støði í 2016 og fyrr í 2017. Lækk­i­ngin var væntað or­sak­ að av fall­andi eftirspurningi við høga laksa­prís­inum og øking í tøk­uni av laksi. Útboðið av laksi øktist við 12% í 4. árs­fjórð­ingi 2017 í mun til út­boðið sama ársfjórðing í fjør. Sein­astu greiningarnar hjá Kon­tali Analyse meta, at tøkan av laksi økist við 6% í 2018. 13,9 mió smolt í 2018 í mun til 9,9 í 2017 Útlitini fyri alingina eru góð. Tøku­meting og út­set­ing av smolti eru altíð tengdar at á­vísari ó­vissu, m.a. lívfrøðiligu gongd­ini. Bakkafrost setir á­hald­andi lívfrøðiliga váðan í mið­depilin og hev­ur gjørt fleiri nýggj­ar íløgur og manna­ gongd­ir, sum skulu minka um váð­an. Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2018 er 51.000 tons av laksi í kruvdari vekt. Út­setingin av smolti hjá Bakka­frost í 2018 verður vænt­ andi um 13,9 milliónir smolt sam­an­bor­ið við 9,9 milliónir smolt í 2017 og 11,7 milliónir smolt í 2016. Færri sátt­ málar klárir Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av lið­ug­vør­um fyri um­leið 14% av væntaðu tøkuni av laksi hjá fel­ag­num fyri 2018. Sátt­málastøðan er lækk­að sam­an­borið við und­an­far­in ár, tí nakr­ir sátt­mál­ar vórðu ikki end­ur­nýggj­að­ir í 4. árs­fjórð­ingi 2017. Eirikur Lindenskov – Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2017 gjørdist met gott á 1.378 mill­ i­ón­ir krónur í mun til 1.165 milliónir krón­ur fyri 2016. Soleiðis skrivarði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, í skrivi til miðl­ar­ nar tíð­liga týsmorgunin. Hann segði víð­ari, at fallandi laksaprísurin í 2017 hevði stóra ávirkan á negativu virð­ is­javn­ing­ina av biomassanum, og tí gjørd­ist úrslitið fyri 2017 eftir skatt 511 mill­i­ónir krónur. Við øðrum orðum, so hevur fisk­ ur­in, sum svimur í ringunum hjá Bakka­frost ikki longur sama viðri. Hann er tí nið­ur­skriv­að­ur so­leið­is, at hann kann seljast fyri nøkulunda tað, sum hann er virðissettur til í árs­rokn­ skapi­num fyri 2017. Víðka virðisketu felagsins við lívfiskaætlanini – Bakkafrost hevði eitt gott ár í 2017. Laksa­prísurin var methøgur fyrra hálv­ár, men lækkaði ógvusliga seinna hálvár. Avbjóðingar hava ver­ ið í ár­inum bæði við seiðalús og ILA. Týdningurin av góðum veterinerum kørm­um kann ikki yv­ir­met­ast, sigur Reg­in Jacobsen og heldur fram: – Bakkafrost mátti taka allan ali­ fisk­in á einum aliøki í skundi við lág­ ari miðalvekt fyri at tryggja, at sjúka ikki breiddi seg. Hetta viðførdi stór­ar eyka­út­reiðsl­ur fyri felagið. Lið­ug­ vøru­deild­in hevði positivt rakstr­ar­ úrs­lit í hesum ársfjórðingi fyri fyrstu ferð síðan 2015. Eitt gott kapp­ing­ar­ føri er avgerandi fyri vinnuna. – Langa virðisketan hjá felagnum vísti enn einaferð sítt virði. Havsbrún hevði sera gott ár í 2017. Arbeitt verð­ur við at víðka virðisketu fel­ ags­ins við avtaluni, sum er gjørd um før­oysku lívfiskaætlanina. Tað fer at krevja bæði pening og ídni at menna før­oysku lívfiskaætlanina, men vit halda, at hetta er ein spennandi verk­ ætl­an, sum fer at geva okkum av­ kast í longdini, sigur Regin Jacobsen. Tóku meira laks enn árið fyri Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 1.233 milliónir krónur í 2017 sam­an­ bor­ið við 1.114 milliónir krónur í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstr­ar­hall á 75 milliónir krónur fyri 2017 í mun til eitt rakstrarhall á 201 mill­i­ónir krónur árið fyri. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av fram­ leiðsl­uni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havs­brún í 2017 var 266 milliónir krón­ur samanborið við 248 milliónir krón­ur í 2016. Fyri fjórða ársfjórðing 2017 var saml­aða rakstrarúrslitið hjá Bakka­ frost 331 milliónir krónur samanborið við 350 milliónir krónur fyri fjórða árs­fjórð­ing 2016. Tøkan av laksi í fjórða árs­fjórð­ingi 2017 var 11.470 tons, og fyri alt árið tók felagið 54.615 tons sam­an­borið við 47.542 tons í 2016. Á ársaðalfundinum, sum verður fríggja­dagin 13. apríl 2018, fer nevnd­ ina at skjóta upp, at 10,50 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt parta­bræv. Hetta verður eitt saml­að vinningsbýti á 513 milliónir krón­ur. Bakkafrost lænt 200 milliónir evrur til endurfígging Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 258 mill­i­ónir krónur við ársenda 2017 í mun til 635 milliónir krónur við árs­ enda 2016. Bakkafrost hevði 1.005 mill­ión­ir krónur í ótroyttum kredittum við árs­enda 2017, og solvensurin hjá Bakka­frost var 70%. Bakkafrost hevur í januar 2018 gjørt avtalu við Nordea um end­ur­ fígg­ing av verandi láni á 850 mill­i­ónir krón­ur og 500 millióna virð­is­bræva­ lán­i­num – sum fall til gjald­ing­ar í 1. ársfjórðingi 2018 – við ein­um nýggj­ um fimm ára láni á 200 milli­ón­ ir evru­r. Nýggja lánsavtalan kann økj­ast við 200 milliónum evrum afturat í hesum fimm ára skeiði. Láns­av­tal­an er treytað av endaligari und­irskrift, sum væntandi verður í 1. árs­fjórðingi 2018. 511 milliónir í avlopi – 513 milliónir í vinningsbýti Um Bakkafrost: Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Sam­takið hevur fulla virð­ is­ketu frá fóðri, smolt- og laksa­aling, kryvjing, liðug­vøru­fram­leiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havs­brún í Fuglafirði. Kryvji­virkini eru á Glyvrum, í Kolla­firði og í Vági, með­an lið­ug­vøru­fram­leiðsl­an (VAP) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norð­ oyggj­um, Eyst­ur­oy, Streymoy og Suðuroy. Høv­uðs­skriv­stova felag­s­ ins er á Glyvr­um. Samanlagt hev­ur sam­tak­ið 960 fulltíðar starvs­fólk. fisk­ur­in, sum svimur í ringunum hjá Bakka­frost, hevur ikki longur sama viðri. Hann er tí nið­ur­ skriv­að­ur so­leið­is, at hann kann seljast fyri nøkulunda tað, sum hann er virðissettur til í árs­ rokn­skapi­num fyri 2017 Bakkafrost hevði eitt gott ár í 2017. Laksa­prísurin var methøgur fyrra hálv­ár, men lækkaði ógvusliga seinna hálvár. Avbjóðingar hava ver­ið í ár­ inum bæði við seiðalús og ILA