hósdagur 22. februar 2018síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
24
februar 2018
23
Tí eiga útlendingar Bakkafrost
Eirikur Lindenskov
Tá P/F Bakkafrost varð skrásett á
norska virðisbrævamarknaðinum í
marsmánaði í 2010 áttu føroyingar
allan partapeningin í felagnum.
Størsti partaeigari var Føroya Banki
(BankNordik), sum átti 34 prosent av
fyritøkuni.
P/F Havsbrún var næststørsti
eigari við 17 prosentum. Teir báðir
høvuðsmenninir í Bakkafrost, Reg
in Jacobsen og pápi hansara, Hans
Jacobsen, sáli, áttu tá somu parta
brøv, sum í dag – men sum nu eru
ávikavist 9,2 prosent og 9,4 prosent
av P/F Bakkafrost.
Orsøkin til, at parturin hjá gomlu
Bakkafrost-eigarunum er so lítil er
tann, at Bakkafrost er lagt saman við
fleiri øðrum feløgum. Í Norðoyggjum
hevði ein stór samanlegging verið av
øllum alifyritøkunum, sum endaðu í
sama potti í 2005. Tær vórðu seinni
lagdar saman við P/F Bakkafrost.
Sama varð við Vestlax og øðrum
feløgunum við. Hjá Bakkafrost var
næstan bara navnið eftir – men
Bakkafrost var tann fyritøkan, sum
hevði klárað seg frægast, og sum
hóðraði undan.
Bakkafrost-feðgar
hava einki selt
Orsøkin til at partabrøvini hjá Bakka
frost-familjuni ikki telja meira enn
18,6 prosent er tí ikki, at tey hava selt
burturav, síðani fyritøkan varð skrá
sett á virðisbrævamarknaðinum.
Orsøkin er, at gamla Bakkafrost
var so lítið í vavi í mun til samlaðu
myndina av øllum alifeløgum, sum
vórðu løgd saman.
Bakkafrost-feðgarnir hava einki
selt burtur av sínum partabrøvum.
Teirra partur vísir bara, hvussu lítið
er eftir av gamla Bakkafrost í stóra,
sterka og samanlagda felagnum.
Tað hevði gingið upp, og tað
hevði gingið niður hjá Bakkafrost. Í
2005 gingu eisini teir á Bakkafrost
við hattinum í hondini og royndu at
fáa ymsar íleggjarar, grunnar og onn
ur at seta pengar í felagið.
Tá Føroya Banki hevði fíggjað
fleiri av gomlu alifeløgunum, so end
aðu nógv teirra sum beinleiðis ogn
hjá bankanum, eftir at tey vórðu farin
á húsagang. Vestlax var eitt teirra, og
tað endaði eisini í samanlagda fel
agnum í 2009. Tí kom Føroya Banki
at eiga so stóran part av P/F Bakka
frost sum 34 prosent.
Føroya Banki seldi alt
Tá so Bakkafrost var skrásett á virð
isbrævamarknaðinum í Oslo árið eft
ir í 2010, gjørdi bankin av at selja síni
partabrøv beinanvegin. Bankin seldi
síni 34 prosent í felagnum fyri góðar
400 milliónir krónur.
Tá var kursurin 31 norskar krónur
fyri partabrævið. Harafturat bjóðaði
Bakkafrost út nýggj partabrøv, so
leiðis at peningur kom beinleiðis inn
í felagið. Seljandi parteigarar vóru
í høvuðsheitum Føroya Banki við
teimum 34% og aðrir við umleið 10%.
Sostatt var umleið 44% av samlaðu
partabrøvunum hjá Bakkafrost til
sølu, tá felagið fór á keypsskálan.
Bankin hevði fingið 4,8
milliardir krónur í dag
Hóast bankin ikki trúði upp á Bakka
frost, so hevði bankin verið væl fyri,
um hann hevði bíðað. Í dag eru
tey partabrøvini, sum BankNordik
seldi, verd um 4,8 milliardir krónur,
tí kursurin er meira enn 12 faldaður,
síðani Bakkafrost fór á virðisbræva
marknaðin í Oslo.
Eftir øllum at døma vildi bankin
sleppa av við partabrøvini alt fyri
eitt og setti tí øll partabrøvini til sølu
í senn.
Kanska bankin ikki vildi brenna
seg aftur, sum hann til dømis gjørdi,
tá fiskiflotin fór av knóranum í 90'u
num. Tá seldi bankin skipini aftur
– ofta til somu eigarar – fyri lítið og
lætt. Nú vildi bankin eftir øllum at
døma hava »upside'in« við og seldi.
So frá at vera so nógv tann størsti
eigarin við týðandi ávirkan á felagið,
átti bankin brádliga einki – men fekk
góðar 400 milliónir á bók.
Eik-húsagangur ræddi fólk
Umframt BankNordik, so átti TF
Holding eisini stóran part í Bakka
frost. TF Holding átti eini 6-7 pro
sent. Eik Banki átti eisini fitt av parta
brøvum eftir handilin við Havsbrún,
sum saman við partabrøvunum hjá
TF Holding helst var um 10 prosent
av felagnum – og sum í dag hevði
havt eitt virði upp á um 1,4 milliardir
krónur.
Føroya Banki seldi alt í einum, og
tað vóru mest útlendingar, ið keyptu.
Tað at Eik Banki júst var farin á húsa
gang hevur uttan iva havt stóra
ávirkan á viljan hjá føroyingum at
seta pengar í felagið.
– Í Bakkafrost vóru vit sjálvandi
bangin fyri at plága fólk ov nógv, tí
vit vistu, at óttin var stórur, og at fleiri
fólk høvdu mist nógvar pengar, segði
Rúni M. Hansen, nevndarformaður í
Bakkafrost, við Vinnuna í Sosialinum
í 3. apríl í 2016.
Bakkafrost sendi útbjóðingartil
farið í hvørt hús í landinum, har tað
m. a. stóð, at »stovnsligir og privatir
íleggjarar hava møguleikan at keypa
partabrøv í Bakkafrost og luttaka í
framhaldandi menningini av Bakka
frost«.
Áhugin fyri at seta pengar í felag
ið var stórur – hóast hann var nógv
størri hjá útlendingum.
– Tað var fleiri ferðir yvirteknað.
Men allir føroyingar fingu tað, tey
høvdu biðið um. Fleiri norskir íleggj
arar vildu hava stórar partar, onkur
einstakur vildi enntá keypa øll 44%
sum vóru til sølu tá, segði Rúni M.
Hansen.
– Men vit vildu fegin, at allir føroy
ingarnir sum ynsktu at keypa, fingu
alt tað teir ynsktu, og harafturat vildu
vit hava ein breiðan eigaraskara. Tað
vóru nógvir føroyingar, sum keyptu.
Men føroyski ognarparturin er
støðugt minkaður. Sum kursurin
hækkaði, passaðu nógv sær løðir at
selja – kanska tá kursurin vaks við
10 prosentum, 20 og 30 og 50 pro
sentum.
Tað vísti seg, at føroyingar seldu,
og soleiðis vaks útlendski eigara
skarin í P/F Bakkafrost. Men tað í
sær sjálvum nýtist ikki at verða nak
að negativt.
Kanksa hava fleiri av teimum,
sum seldu, gjørt aðrar íløgur bæði
í Føroyum og aðrastaðni, og tað
má standa einum og hvørjum frítt,
hvussu tey disponera, heldur nevnd
arformaðurin í Bakkafrost, Rúni M.
Hansen.
BANKNORDIK SELDI ØLL SÍNI PARTABRØV Í BAKKAFROST FYRI 400 MIlliónir krónur. Í DAG HØVDU TEY FARIÐ FYRI FYRI 4,8 MIlliardir krónur.
TF HOLDING OG EIK (Nú betri) HAVA EISINI SELT. VIRÐIÐ HJÁ TEIMUM Í DAG HEVÐI VERIÐ UM 1,4 MIlliArdir KRónur. AV TÍ AT FØROYINGAR HAVA
SELT 3/4 AV PARTABRØVUNUM Í BAKKAFROST TIL ÚTLENDINGAR, ERU TAÐ ÚTLENDINGAR SUM EIGA STØRSTA PARTIN AV FELAGNUM
Partabrøvini, sum BankNordik og Betri samtakið áttu í Bakkafrost hava í dag 12 ferðir tað virði, sum tey vórðu seld fyri í 2010