hósdagur 22. februar 2018síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
25
februar 2018 23
Loysti seg at
seta pengar í
bakkafrost
Helst av ringum
royndum av Eik-Banka
settur fáir føroyingar
pengar í Bakkafrost, tá
felagið varð skrásett á
virðisbrævamarknaðinum í
Oslo í 2010.
Tá var hvørt partabrævi vert
31 krónur. Nú er partabrævið
12 faldað, og er vert 372
krónur.
Tann, sum tá átti 31 krónur
í Bakkafrost hevur finigð
150 kr í vinningsbýti plúss
kurshækkingina upp á 341
krónur.
Um tú setti 100.000 kr í
Bakkafrost í 2010, so hevði
tú havt finigð 150.000 kr í
vinningsbýtið higartil. Virði
á teimum 100.000 er í dag
1.200.000 krónur.
So lætt kann tað vera at
gerast millióningur.
Selja 85.000
tons av
laksafóðuri í
2018
Útlitini fyri framleiðsluna
av fiskamjøli og lýsi eru
tengd at tøku rávørunøgdini.
Tilmælið fyri 2018 hjá
ICES av svartkjafti er 1.388
túsund tons samanborið við
1.342 túsund tons fyri 2017.
Mett verður, at útlitini fyri
framleiðsluna av fiskamjøli
og lýsi eru góð.
Nýggja laksamjøl og
-lýsi framleiðslan á Havs
brún byrjar eftir ætlan í 2.
ársfjórðingi 2018, og full
framleiðsla verður væntandi í
øðrum hálvári 2018. Hendan
framleiðsla fer at virðis
økja slógv og avskurð frá
kryvji- og liðugvøruvirkinum
á Glyvrum.
Samlaða sølan av laksafóðri
verður mett til 85.000 tons
í 2018.
Íløgur
Í juni 2016 kunngjørdi
Bakkafrost 5 ára íløguætl
anina frá 2016 til 2020.
Samlaðu íløgurnar verða 2,2
milliardir krónur, íroknað við
líkahaldsíløgur.
Endamálið við íløguætlanini
er framhaldandi at hava eina
av mest kostnaðartilvitaðu
virðisketunum í alivinnuni, at
fremja burðardyggan vøkstur,
økja um smidleikan og
lækka lívfrøðiliga váðan, so
framtíðar tørvir hjá kundu
num verða nøktaðir.
Talið »hálv milliard«
gongur aftur í rokn
skapinum hjá Bakka
frost: Yvirskot upp á
hávla milliard, vinn
ingsbýti upp á hávla
milliard og skattar
upp á hávla milliard
Eirikur Lindenskov
Virðið á Bakkafrost er 14.213.104.257
krónur – góðar 14 milliardir krónur.
Størsti partaeigari er Oddvør Jac
obsen, einkja eftir Hans Jacobsen,
Hans á Bakka. Hon eigur 9,4 prosent
av partapeninginum, sum eftir dags
virðinum mikudagin hevur eitt virði
upp á 1.336.031.800 krónur. Næst
størsti eigari er Regin Jacobsen.
Hansara partabrøv hava eitt virði upp
á 1.307.605.592.
Ognin hjá Regini Jacobsen og
mammuni í Bakkafrost er soleiðis
góðar 2,6 milliardir krónur.
Og tað gevur teimum eisini
størsta vinningsbýtið.
Tá tær 513 milliónirnar verða út
lutaðar í vinningsbýti á aðalfundi
num 13. apríl, so kann Oddvør Jac
obsen fegnast um, at hon fær 48,2
milliónir krónur á sína konto.
Regin Jacobsen fær eitt vet minni,
47,2 milliónir krónur. Kapitalvinn
ingsskatturin er 35 prosent – og skal
Bakkafrost gjalda landskassanum
35 prosent av hesi upphæddini, áðr
enn partaeigarin fær sín part, sum er
65 prosent. Hjá Oddvør og Regini
Jacobsen verður vinningsbýti eftir
skatt ávikavist 31,4 milliónir krónur
og 30,7 milliónir krónur.
Størsti avtakarin av vinningsbýti
num verður tó landskassin.
Rúni M. Hansen er nevndarfor
maður í Bakkafrost, og tað verður tí
hansara lutur at taka støðu til, hvat
skal skjótast upp á aðalfundinum –
og hvussu stórt vinningsbýtið skal
verða.
Bakkafrost hevur tó longu boðað
frá, at tað verða býttar út 513 milliónir
krónur.
Aðalfundurin er evsta vald í felag
num. Partaeigaraskarin er smábýttur
yvir fleiri lond, og eingin eigur yvir 10
prosent.
Rúni M. Hansen sigur við Sosialin,
at tá felagid í 2010 var skrásett á
keypskálanum, og fólk og stovnar
vóru boðin við at seta pening í
felagið, varð sagt, at felagið hevði
sum mál at gjalda millum 30 og
50 prosent av yvirskotinum, aftaná
skatt, út í vinningsbýti.
– Hetta hava vit gjørt á hvørjum
ári síðani. Ein stórur partur av yvir
skotinum er annars farið til íløgur,
millum, annað Havsbrún í Fuglafirði,
smoltstøðinar á Viðareiði og við
Strond í Klaksvík, nýggja virkið á
Glyvrum og skipini vit hava keypt
umframt tvíkiljur og adrar íløgur,
sigur Rúni M. Hansen.
Spurdur, hvussu nógv av teim
um 513 milliónunum enda í før
oyska landskassanum, sigur hann,
at umleið 150 milliónir fara beinleiðis
í landskassan.
– Vit kunnu siga, at her er nokso
javnt býtt. Bakkafrost hevur umleið
hálva milliard í yvirskoti, rindar um
leið hálva milliard í vinningsbýti og
rindar umleið hálva milliard í skatti til
landskassan, vísir Rúni M. Hansen.
Tá hann sigur, at felagið rind
ar umleið hálva milliard til lands
kassan, so meinar hann eisini við
partafelagsskattin og eyka sølu
skattin, sum er lagdur á felagið.
– Men størist avtakarin av vinn
ingsbýtinum, tá er landskassin sigur
Rúni M. Hansen, tí landskassin fær
um 150 milliónir krónur í skatti av
vinningsbýtinum.
Regin og Oddvør fáa
96 mió kr í vinningsbýti
– men landið fær 150
eigari
land
partabrøv
prosent
vinningsbýti
1 JACOBSEN Oddvør
FRO
4.594.437
9,40%
48.241.589
2 JACOBSEN Johan Regin
FRO
4.494.174
9,20%
47.188.827
3 Nordea Bank AB Denmark Branch, CCA
DNK
3.681.562
7,50%
38.656.401
4 FOLKETRYGDFONDET
NOR
3.322.931
6,80%
34.890.776
5 CLEARSTREAM BANKING
LUX
1.460.757
3,00%
15.337.949
6 VERDIPAPIRFONDET DNB
NOR
1.413.660
2,90%
14.843.430
7 SWEDBANK ROBUR SMABO NORDEN
SWE
1.073.369
2,20%
11.270.375
8 JPMorgan Chase Bank, S/A
GBR
947.648
1,90%
9.950.304
9 Skandinaviska Enskil SEB AB, UCITS V - Sw SWE
873.587
1,80%
9.172.664
10 VERDIPAPIRFONDET HAN NORGE
NOR
700.000
1,40%
7.350.000
11 State Street Bank an A/C EXEMPT LUX RE USA
638.129
1,30%
6.700.355
12 JPMorgan Chase Bank, A/C VANGUARD
USA
514.560
1,10%
5.402.880
13 NORDEA NORDIC FUND
FIN
502.726
1,00%
5.278.623
14 VERDIPAPIRFONDET ALF
NOR
478.139
1,00%
5.020.460
15 SEB NORDENFOND Skandinaviska Enskil SWE
464.966
1,00%
4.882.143
16 KLP AKSJENORGE INDEK
NOR
464.775
1,00%
4.880.138
17 UBS Switzerland AG
CHE
458.745
0,90%
4.816.823
18 J.P. Morgan Bank Lux JPML SA RE CLT
LUX
444.298
0,90%
4.665.129
19 STOREBRAND NORGE I V JPMORGAN E. NOR
430.864
0,90%
4.524.072
20 MONTANARO EURO SMALL BNY MELLO IRL
430.000
0,90%
4.515.000
20 teir størstu eigararnir í Bakkafrost
Fimm eigarar eiga meira enn 5% av partapeninginum í Bakkafrost. Teirra millum Oddvør og Regin Jacobsen. Hóast tað ikki sæst í hesum
yvirlitinum so er ein eigari afturat, sum helst gjøgnum fleiri feløg, ið eisini eigur oman fyri 5% av partapeninginum
Størstu partaeigarar í Bakkafrost, Oddvør og Regin Jacobsen fáa ávika
vist 48,2 oh 47,2 milliónir krónur í vinningsbýti fyri farna roknskaparár