Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 síða 9 Maggi um ellis­ akfør á Kuba Nøvn síða 8 Eyðun C. Joensen áttati Hvar gongur markið, tá tað al­ menna fer í beinleiðis kapping við priv­ata vinnulívið? Tann spurningurin er reistur, eft­ir at almenna felagið Atlantsflog fríggja­dagin kunngjørdi, at felagið fer at byggja eitt stórt hotell í Havn – eitt hotel, sum er størri enn Før­ oy­a higartil størsta hotel, Hotel Før­oy­ar. – Vantandi gistingarmøguleikar eru í løtuni ein fløskuhálsur fyri menn­ing av bæði føroyskari flog­ ferðslu og ferðavinnu, sigur al­ menna flogfelagið í tíðindaskrivi fríggja­dag­in. Tað er uttan iva nakað um tað, at gist­ing­ar­møgu­leik­ar­nir ikki eru nóg nøkt­andi, men vit hava fleiri priv­at feløg í vinnuni – og fleiri teirra eru í gongd og fara í gongd við út­byggingar. Í løtuni vita vit um, at Hotel Før­oyar skal byggjast út. Vit vita, at Hot­el Tórshavn skal byggjast út. Vit vita, at Smyril Line fer at byggja eitt stórt hotell í Havn í næst­um. Um ársskiftið keypti Smyr­il Line eisini Hotel Hafnia, sum frammanundan hevur keypt granna­ognina sunnanfyri, soleiðis at hot­ell kann byggjast út enn meira. Hotel Streym hevur keypt grann­a­ognina yvir við Strond og er í ferð við at byggja hana um til hotel. Tí er stórur vøkstur á gist­ ing­ar­hús­øki­num – ein vøkstur, sum skal fíggja hesar privatu verk­ ætl­anir. Tað ljóðar eitt sindur øvugt, men und­an­farna borgarliga lands­stýr­ið »tjóðartók« Atlantsflog, sum javn­ að­ar­lands­stýrið frammanundan hevði priv­at­i­ser­að. Tí er Atlantsflog nú aft­ur eitt alment partafelag. Og tað at tað er eitt alemnt parta­fel­ag hevur stóran týdning, tí al­menna partafelagið kann at kalla ikki fara á húsagang – hvussu illa tey so hús­ast, tí landsstýrið sum eig­ari má altíð taka um endan. Vit kundu eins væl í­mynd­að okk­um, at lands­stýrið nú tók ta støðu, at lands­stýrið keypti eitt upp­sjóv­ar­skip fyri at fáa stóra vinn­ing­in beint í landskassa. Ella at lands­stýr­ið fór at ala og útflyta laks. Ella at lands­stýrið keypti eina heilsølu og fór at kappast á tí økinum eisini. Tað er ikki uppgávan hjá landi­ num at reka vinnulív. Tað hava vit priv­atar íleggjarar til. Er tað liberali politikkurin hjá Fram­sókn, at tað almenna nú skal kapp­ast við gistingarhúsini? Tann avgerðin kann so ikki hava ver­ið tik­in uttan vælsignilsi frá Poul Michelsen. Landið í kapping við hotellini Lars Løkke Ras­ mus­sen, for­sæt­ is­ráð­harri, verður gest­ur á lands­ fundi­num, sum verð­ur 10. mars Flokkurin skrivar í frá­boð­ an, at landsfundurin verð­ ur »fjøl­broytt­ur og spenn­ andi«. At Bárður S. Niel­sen, floksformaður, verð­ur í politiska brenni­depl­i­num, og at um kvøldið verð­ur veitsla. Bárður S. Nielsen skipar pol­it­iskt kjak. Hann nem­ur m. a. við ov­ur­stóra raksturin, sam­gongan stend­ur fyri. Eis­ ini hvussu flokk­ur­in vil end­ ur­reisa grund­ar­upp­hæddina í fólka­pen­sjónini, og hvussu Før­oyar kunnu gerast eitt rík­ari sam­felag fyri øll. Stjórn­ar­skip­anin er á skrá, m. a. hetta, at Tjóð­veldi vil hava hana at standa om­ an fyri Grund­lóg­ina. Fólk fáa høvi at gera við­ merkingar og at seta ting­ mann­ing­ini spurningar. Forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen fer at halda røðu og bera flokk­i­ num eina politiska heilsan. Fundurin verður leyg­ar­ dag­in 10. mars 2018, kl. 08.30- 15.30, á Hotel Hafnia í Tórs­ havn, og um kvøldið kl. 19.00 verð­ur veitsla. Sum partur av skránni verða framløgur um virð­is­ øk­ing í útflutningsvinnuni og við­gerð­artrygd fyri allar før­oy­ingar. Jens Pauli Petersen frá Far­oe Origin fer at greiða frá av­bjóðingum í flakavinnuni, og hann fer eisini at greiða frá meir­virking, rakstri, sølu og markn­aði, og hvussu Før­ oyar kunnu ger­ast mat­vøru­ fram­leið­ari heldur enn at vera rá­vøru­fram­leiðari. Janus Thomsen frá Trygd fer at greiða frá, hvørjar møgu­leik­ar føroyingar hava fyri at tekna privatar trygg­ ing­ar og soleiðis fáa skjótari sjúkr­a­við­gerð. Hetta er eitt í­skoyt­ið til verandi viðgerðir í sjúkra­hús­verkinum. Løkke vitjar landsfundin hjá Sambandsflokkinum Øll privatu hotellini í Havn byggja út í hesum døgum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri og formaður í Vinstra verður við á landsfundi Sambandsfloksins 10. mars Unglingar tóku burt­ur veg­ bungu Tíðliga leygarmorgunin vórðu tríggir unglingar tikn­ir fyri at hava skrúvað eina vegbungu í Sandavági leysa og tikið hana burtur. Løgreglan fekk frá­boð­ an­ina um fimm tíð­ina leyg­ ar­morg­un­in. Løgreglubilur var í øki­num, og stutt eftir steðg­aði løg­regl­an bilinum, sum teir trígg­ir unglingarnir vóru í. Koyrt varð aftur á staðið, har veg­bungan var skrúvað av. Ung­ling­arnir fingu boð um at seta bunguna upp á pláss aftur, og tað varð gjørt. Teir tríggir unglingarnir fáa bót fyri brot á pol­i­ti­við­ tøk­ur­nar. Stjólu vegbungu í Sandavági Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Modelmynd