mánadagur 26. februar 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24
“Eg veit, at gávan kemur á
eitt turt stað, men eg veit
eisini, at tit vita best, hvar
hon ger størstu og bestu
nyttuna...” segði borgarstjórin
við forkvinnuna í Havnar
Sjónleikarfelag
Barnahugni á Kaffistovuni
Leygardagin 24.
februar var ókeypis
hugnaløta fyri
børnum á Kaffi
stovuni í Nólsoy
Vilmund Jacobsen
Tað vóru tær báðar, Sólgerð Andreas
sen og Halda Hansen, sum skipaðu
fyri tiltakinum, ið byrjaði klokkan
14 henda dagin.
Lisið varð úr barnabókini Tjaldrið
í Hoyvík, sangir vórðu sungnir, og
børnini litaðu myndir.
Børnini fingu eisini saft og
poppkorn frá Kaffistovuni og for
eldrini, sum við vóru, høvdu høvi at
keypa sær kaffi.
Tiltakið passaði væl til sigl
ingina hjá Ternuni henda dagin,
tá strandfaraskipið fór úr Havn
klokkan 12.30 og úr aftur Nólsoy
klokkan 16.45.
Hetta var ein deilig løta, sum Sól
gerð Andreassen og Halda Hansen
dugdu fyrimyndarliga væl at gera
stuttliga og hugnaliga.
Sólgerð Andreassen er lærari,
skald, tónleikari og listakvinna,
og tað er hon, sum hevur skrivað
og teknað tekningarnar í bókini,
Tjaldrið í Hoyvík.
”Hennara ljósfyltu orð bera boð
eina skaldakenda kvinnu, sum í
litum og tekningum, fjølgar um
okkara lítla fitta samfelag í tign og
sóma, ið gevur íblástur til børn og
vaksin….”
Soleiðis sigur Frits Johannesen í
Fuglafirði um Sólgerð Andreassen,
sum er ættað av Oyrarbakka, men
býr í Fuglafirði.
Vit kunnu leggja aftrat, at Halda
Hansen, sum saman við Sólgerð
Andreassen hevði barnatiltakið í
Nólsoy, eitt nú hevur skrivað bøk
urnar Boggelibogg 1 og 2, og eisini
hesar bøkurnar hevur Sólgerð
Andreassen myndprýtt.
Góð tíðindi
Nólsoyingar eru óførir at skipa fyri
tiltøkum, men tað pínur, at bygdin
ikki veksur í fólkatali.
Nú Tórshavnar kommuna, sum
Nólsoy er partur av, bjóðar út fimm
nýggj grundstykki í Nólsoy, birtir
hetta vón um nýggjar tíðir í bygd
ini.
Nýggju grundstykkini liggja
beint eystan fyri dagstovnin í bygd
ini, og fram til 8. mars hava fólk,
sum kundu hugsað sær at bygt í
Nólsoy og sum lúka treytirnar fyri
at ogna sær grundstykki, høvi at
tekna seg til alment lutakast um
hesi.
Hugni fyri
menn við
prostata
Vilmund Jacobsen
Bólkurin fyri menn, sum hava
ella hava havt prostatakrabba,
bjóðar til hugnaløtu miku
kvøldið 28. februar, og løtan
verður í hølunum hjá Krabba
meinsfelagnum frá klokkan 19
til 21.
Á skránni verður drekka
munnur, prát og hugnalig
samvera.
- Tá krabbamein rakar, er
vanligt at hava nógvar spurn
ingar, og tørvurin á upplýsing,
vitan, stuðli og hjálp kann vera
stórur.
Í
Krabbameinsfelagnum
vísa tey á, at tað er gott at fáa
nógva og góða hjálp frá fam
ilju, vinum og fakfólki.
- Okkara royndir vísa, at tað
haraftrat hjálpir at hitta og
koma saman við øðrum í somu
støðu og sum hava kent sjúk
una á egnum kroppi. Tað at fáa
eitt prát, stuðla og hjálpa hvør
øðrum og í trúnaði at práta um
tað, ið er felags, kann hjálpa
fólki við tingum, sum kunnu
vera torfør og tung at bera.
Tey, sum kundu hugsað sær
at verið við til hugnaløtuna,
mugu siga frá í seinasta lagi í
morgin, týsdagin klokkan 15.
VENJING: Fríggjakvøldið 23. februar
hevði Fuglafjarðar Sløkkilið venjing.
Í venjingini hetta kvøldið varð dentur
lagdur á at royna nýggja útgerð, sum
verður brúkt í samband við ferðsluóhapp.
Viðheftu mynd eigur Sonni á Horni.
Mest skal umvæla Lóm
Tað eru grønlendingar og føroyingar, sum
manna rækjuskipið sum er bygt í 1988
Vilmund Jacobsen
Grønlendski rækjutrolarin Lómur
verður í hesum døgum umvældur
hjá skipasmiðjuni Mest.
Ymiskt
viðlíkahaldsarbeiði
skal gerast, og høvuðsmotorurin
skal umvælast. Arbeiðið er mett
at taka fimm vikur.
Føroyska
Sjómansmissiónin
hevur vitjað umborð á Lómi og
veit at siga, at navnið Lómur er
føroyskt. Hetta navn hevði skipið,
tá tvøramaðurin, Viggo Mortesen,
var eigari.
- Í 2013 keypti Royal Greenland
Lóm, sum er bygdur í 1988 og er 43
metrar langur og 9,6 metrar breið
ur.
Hóast Lómur bara hevur 1300
HK motor, so royna teir kortini
við tveimum trolum og maskin
meistarin, Bjarki Thomsen, veit at
siga, at Lómur orkar væl at sleipa
trolini.
- Lómur landar fyri tað mesta
í Aasiaat. Tað eru grønlendingar
og føroyingar, sum manna skipið.
Tvær manningar á 10 mans hoyra
til Lóm, sigur maskinmeistarin.
Tað var ein hugnalig løta í Nólsoy leygardagin, tá Sólgerð Andreassen og Halda Hansen skipaðu fyri í Kaffistovuni
Mynd: Evy T. Nielsen
Royal Greenland keypti Lóm í 2013. Mynd: TJ-myndir