Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Eirikur Lindenskov – Eg hevði kunnað skaffað tað. Tað segði Bjarni Hamm­er, løg­tings­maður, við eina unga kvinnu, tá ið hon 15. des­em­ ber í fjør ringdi at spyrja Bjarna Hammer um hassj. Orsøkin til, at hon spurdi hann var, at hon hevði fingið tað frá honum áður. Í øllum før­um sambært henni og sam­bært prátinum Bjarni Hamm­er og unga kvinnan hava hend­an dagin, 15 des­ em­ber. Samskiftið millum part­ ar­nar byrjar við, at tey fyrst skriva í smsboðum tann 15. desember, tí ein jóla­fro­kost­ ur skuldi vera sama kvøld og unga kvinnan spyr, um Bjarni Hammer hevur nakað av »tí stuttliga«, sum hann gav teim­um í einari veitslu hjá ein­um navngivnum per­ sóni fyri tíð síðani. Bjarni let­ ur tó ikki til at vita júst, hvat hann skal hava givið frá sær. Síðani ringir keldan til Bjarna Hammer og tey tosa fyrstu løtuna um, at Bjarni má minn­ast, hvat tað var, sum hann hevði hendan dag­in, og síðani koma tey til sak­ina her. Keldan: – Tú gav okkum hassj í morg­un­ball­i­num hjá (navn­ givnu­m persóni) Bjarni Hammer: Gjørdi eg? Keldan: Ja tað gjørdi tú.. hahaha. Bjarni Hammer: Ja ja ja, men eg havi ikki nak­að beint nú, tað er heilt vist, men.. (longri frammi í samrøðuni) Bjarni Hammer: So haldi eg, nei veitst tú hvat, eg havi ein ordiliga góð­an vin­mann niðri, hann hev­ur ver­ið heima tá, tí hann hev­ur altíð eina rúgvu við heim. Keldan: Okok, so tað var hann ja. Er hann í Føroyum nú? Bjarni Hammer: Nei, also eg hevði nokk kunn­að skaffað tað, men ikki upp á so stutta tíð (til sama kvøld, red). Nei nei, hann kemur heim tann 22. (des­em­ ber, red) Morgunballið Í hesari telefonsamrøðu tosa keld­an og Bjarni Hammer eis­ini um eitt morgunball, har Bjarni Hammer hevur giv­ið og roykt hassj sjálvur. Bjarni Hammer flennir eftir hesum prátinum og sigur við keld­una, at tað er gott, at hetta samskiftið ikki fór fram á skrift, men umvegis prát í telefonini. Eftir hetta velur Sos­ial­ur­ in at seta seg í samband við narko­deildina hjá føroysku løg­regl­uni. Hetta tí, at okkara sak­førarar og leiðsla meta sam­skifti millum kelduna og ting­mannin nú so álvarsamt, at fræg­ast er, at løgreglan er kunn­að. Men løgreglan yvirtekur ikki mál­ið beinan vegin - held­ur er narkodeildin á síðu­linj­uni og fylgir við í tí, sum Sos­i­al­ur­in og keld­ur­ nar gera, og send­ir kunn­ing víðari til donsku starvs­f­el­ ag­ar orsaka av gegn­is­trup­ ul­leik­um. Tann 22. desember Vikuna eftir hetta kem­ ur hesin vinmaður Bjarna Hammer heim. Í sms­sam­ skifti við keldur sigur Bjarni Hammer navnið á við­kom­ andi og tað verður vátt­að, at við­kom­andi er ein kenn­ing­ur hjá løgregluni og at hes­in er komin til Føroya. Í tele­fon­sam­røðu millum keld­ur og tingmannin verður tó greitt, at hesin vinmaður ikki hevði hug at fara í býin hetta kvøld­ið hann kemur heim, og Bjarni Hammer ger av­tal­ur við ungu kvinnuna um at taka táttin upp aftur eina viku seinni - millum jól og nýggj­ár. Síðani hetta hevur nak­að av sambandi verið mill­um part­ar­nar, tó einki hassj hev­ ur skift hendur millum hesi. Fyri stuttum valdi Sosialurin so at steðga okkara arbeiði og lata tilfarið í málinum til løg­regl­una. Status nú Sosialurin lat málið upp í hend­urnar á løgregluni og or­saka av, at Bjarni Hammer er løg­reglufólk í farloyvi, hev­ur før­oysk­a løgreglan ein gegn­is­trup­ulleika og tí vóru dansk­ir starvsfelagar boð­send­ir. Tveir teirra hava ver­ið í Før­oyum og avhoyrt partar í mál­i­num og greitt er, at tað helst ikki verður reist ein revs­i­sak móti Bjarna Hammer. Tó so er sannlíkt, sam­ bært teim­um løg­reglu­ fólk­um og løg­frøð­ ing­um Sos­i­al­ur­in hev­ur tos­að við, at ein so­kall­að dis­i­pli­ne­r­sak verð­ur reist móti Bjarna Hamm­er. H e t t a er ein inn­ a n ­h ý s ­i s m a n n a ­ gongd hjá l ø g ­r e g l ­ uni, har løg­regl­an k r e v ­u r eitt á­víst mor­alskt støði av starvs­fólk­ um sín­um, og at síggja til er Bjarni Hammer við hes­um sam­ skifti far­in út um sømu­ligt mark. Tó so hevur Sos­i­al­ur­in ikki havt ætlanir um at siga hesa søgu áðr­ enn tað er greitt júst hvørji disipliner til­tøk verða sett í verk móti Bjarna Hammer, tí enn er ó­vist, hvat mál­ ið endar við. Men nú Bjarni Hamm­er sjálvur hev­ ur úttalað seg í mál­i­ num til aðrar miðlar og sagt ósatt um við­ur­ skifti rund­an um hetta mál, so valdu vit at siga frá søg­uni hjá okkara keld­um. Bjarni Hammer: – Eg hevði kunna RÚSEVNI – Tá ið ein ung kvinna spurdi Bjarna Hammer, um hann kundi skaff­að sær hassj svaraði hann, at tað kundi hann. Síðan avtalaðu tey, nær hann skuldi skaffað henni tað, og hann greiddi frá, hvør tók tað heim til Før­oya fyri seg. Seinastu mánaðirnar hevur Sosialurin grav­að í skuld­set­ing­u­num móti Bjarna Hammer um, at hann skal hava rús­evni um hendi. Til­farið hjá Sosialinum gjørdist so mikið tyngj­andi, at vit valdu at lata málið til løg­regl­una. Nú Bjarni Hammer sjálvur hev­ur út­tal­að seg um støðuna, hava vit valt at siga frá søguni Brot úr telefonsamrøðuni 15. desember 2017: Keldan: Tú gav okkum hassj í morgunballinum hjá (navngivnum persóni) Bjarni Hammer: Gjørdi eg? Keldan: Ja tað gjørdi tú.. hahaha. Bjarni Hammer: Ja ja ja, men eg havi ikki nakað beint nú, tað er heilt vist, men.. (longri frammi í samrøðuni) Bjarni Hammer: So haldi eg, nei veitst tú hvat, eg havi ein ordiliga góðan vinmann niðri, hann hevur verið heima tá, tí hann hevur altíð eina rúgvu við heim. Keldan: Okok, so tað var hann ja. Er hann í Føroyum nú? Bjarni Hammer: Nei, also eg hevði nokk kunnað skaffað tað, men ikki upp á so stutta tíð (til sama kvøld, red). Nei nei, hann kemur heim tann 22. (desember, red) Keldan: So fari eg at kontakta teg aftur 22. Bjarni Hammer: Ja, tað kann man altíð finna útav. (longur frammi í samrøðuni) Bjarni: Men hattar har, hatta hevði eg fanin longu gloymt, hahaha (flennir hart, red). So var tað gott tú ikki skrivaði tað. (um hassji í morgunballinum nevnt omanfyri, red) Keldan: Ja ja. (longur frammi í samrøðuni) Bjarni Hammer: Neinei, tað er hesin her, tað er sum man sigur hann, sum er primus motor í hasum har. Eg møti honum tá hann kemur heim. Keldan: Ok so tosast vit tá. rúsevni