Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 31 Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 að skaffað hassj Bjarni Hammer: Eg havi tosað við XXX (navn­givn­an persón) og hann sig­ur, at hann hevur einki nú, men ætlar at skaffa okkurt millum jól og nýggjár. Lat meg siga tað so­leiðis, tað plaga ikki ganga nógvir dagar har hann ikki hevur nakað. Keldan: So um nakrir fáir dagar so hevur hann, og tú? Bjarni Hammer: Ja tað rokni eg við. Brot úr tele­fon­sam­røðu 22. desember 2017 Barbara Holm Eirikur Lindenskov – Eg skal boða frá, at eg aldrin nakr­ a­n­tíð havi selt nøkr­um rús­evni, Ikki fólki at siga, hev­ur á­gang­urin móti mín­um per­ sóni ver­ið stórur í sei­n­ast­uni, og meti eg tíð­indini og vitj­ an­ina av løg­regl­uni sum part­ur av hesum á­gangi, sigur Bjarni Hamm­er við Vága­portalin Vága­portalurin skrivaði í síðstu viku um slatur, sum kom úr Løg­ting­inum um, at Bjarni Hammer varð av­hoyrd­ur í máli um rús­evni. Í tí sambandi sendi Bjarni Hammer vp.fo eitt tíð­ind­a­skriv um støðuna, eins og heima­síðan hevur tosað við Bjarna Hammer. – Fyri eingin mis­skiljing skal vera, so er veruleikin tann, at tveir dansk­ir løg­reglu­menn bóðu um eina sam­røðu við meg um­borð á Smyrli fyri tveim­um vik­um síðani, skriv­ aði Bjarni Hamm­er í tíð­ind­a­ skrivi til vp.fo í síðstu viku. Hann vísir her á, at hann ikki er skuld­settur í nøkrum, og at av­hoyr­ing­in snúði seg um okk­urt, sum skuldi verið far­ið fra í Havn fyri fleiri ár­um síðani. – Her skal onkur hava nevnt, at eg hevði selt rús­evni til ein 40 ára føð­ing­ar­dag hjá ein­um vin­manni, skriv­aði løg­tings­mað­ur­in til vp.fo Bjarni Hammer sigur eis­ini við Vága­portalin, at hann einki kennir til til­burð­in, so tí var samrøðan við donsku løg­reglu­fólki­ni stutt. Som­ u­leiðis sig­ur ting­mað­ur­in orsøkina til hesa hend­ing vera, at ágangurin á hans­ara persón er stórur, og at tað neyvan er síðstu ferð, at hann verð­ur fyri ágangi, tí tað er prís­ur­ in fyri at vera ein al­menn­ur per­ són­ur. Bjarni Hammer sigur við Vága­ port­alin, at hann alla tíð­ina hevur kunn­að løg­mann um søgurnar, sum byrj­aði at ganga í november í fjør. Løgmaður sjálvur sig­ur tó, at hann fyrstu ferð hoyrdi um støðuna 8. februar í ár. Bjarni Hammer afturvísir skuldsetingunum rúsevni Fingu tipp um tingmann sum fekst við hassj Í seinnu helvt av farna ári fekk Sosialurin tipp frá nøkrum keldum um, at Bjarni Hammer, tingmaður og løgreglumaður, skal hava handfarið hassj í ymiskum støðum. Hesar keldur vildu greiða frá sínum søgum um tingmannin – eitt nú søgur um eitt morgunball, har Bjarni Hammer skal hava roykt og latið hassj til tey luttakandi. Fleiri aðrar líknandi søgur vórðu sagdar fyri Sosialinum, og vit valdu at fara undir at kanna málið og fáa møgulig prógv til høldar. Greitt er eisini, at keldur okkara vóru stúrnar fyri, hvussu løgreglan – sum jú er arbeiðspláss hjá Bjarna Hammer – fór at handfara slíkar ákærur. Sosialurin hevur latið málið til løgregluna fyrr í februar mánaði. FAKTA: