Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Eirikur Lindenskov At miðlar fara inn í eitt mál á ein slíkan hátt, sum Sos­i­al­ur­ in hevur gjørt í hesum føri er óvanligt í Føroyum. Vanliga siga vit miðlar frá og avdúka við at grava í farn­ um hend­ing­um, men í hesum før­i­num hevur Sosialurin á­tik­ið sær leiklutin sum við­ leik­ari í einari – í ring­asta føri – ó­lóg­lig­ari hend­ing, í roynd­ini at finna fram til ó­lóg­ligt virksemi hjá einum ting­manni, løgreglumanni og bý­ráðs­pol­it­ik­ara. Tað er okkara uppgáva at vera vakt­hundur í sam­fel­ag­ num, og tá ið keldur í hesum føri koma til okkara, kenna vit tað sum eina skyldu at kanna málið nærri. Hóast fleiri ymiskar keld­ur við fleiri ymiskum søg­um um ting­mann­in, so er støðan tann, at í næst­ an øllum førunum er tal­an um ólógligar og ó­mor­alsk­ar hendingar, sum ein­stak­l­ing­ ar hava upplivað við Bjarna Hammer, og tá er lætt at standa einsamallur við stórari byrðu. So eftir ráð­ gev­ing frá løgfrøðingi hjá Sos­i­al­i­num og eftir nógva um­hugs­un­ar­tíð valdu vit held­ur at átaka okkum leik­ lut­in at sjálvi finna fram til sannleikan hesum við­víkj­ andi og samstundis spara okk­ara keldur – sum í flestu før­um eru ung fólk. Vit høvdu ætlað at bíðað við at siga hesa søguna, til greitt var, um nøkur stig og í so fall hvørji, skuldu takast móti Bjarna Hammer. Ein hugsandi niðurstøða sam­bært bæði løgreglufólki og løg­frøð­ing­um við innliti í hesi við­ur­skifti er, at Bjarni Hamm­er verður koyrdur frá sum løg­reglu­maður, men vit høvdu ætlað okkum at bíðað til hetta er endaliga avgreitt. Tá ið vp.fo tó valdi at skriva slatursøgur úr løg­ tin­g­i­num á heimasíðuna og slat­urin síðani tók dik á seg í øðrum miðlum, so máttu vit á Sosialinum tó um­hugsa okkara støðu av nýggj­ um. Somuleiðis varð eis­ini neyðugt at endurhugsa støð­ una, tá ið Bjarni Hammer sjálv­ur hevur úttalað seg í máli­num seinastu dagarnar. Tí siga vit søguna nú rúsevni Sosialurin hevur í eina tíð arbeitt við hesari søguni og gravað í skuld­ set­ing­unum móti Bjarna Hamm­er. Og nú tá ið slatur úr Løg­tinginum end­aði á Vága­portalinum og Bjarni Hammer sjálvur hevur úttalað seg um støðuna, hildu vit tíðina verða búnað til at siga søguna – Ein góður vinmaður mín hevur verið heima tá, hann hev­ur altíð skít fult, segði Bjarni Hammer, tingmaður og løg­reglu­maður, tá ið hann varð mint­ur á eina veitslu, har hann hevði hassj við. Í fleiri telefonsamrøðum við unga kvinnu váttar Bjarni Hamm­er, at hann hev­ ur bein­leiðis samband við ein, sum plagar at hava nógv hassj um hendi. Umframt at Bjarni Hamm­er greiðir frá, hví tað man vera so, at hann hevur havt hassj við til eina veitslu, so ger hann eisini avtalur við unga kvinnu um at fáa fat­ur á hassji, tá ið hansara vin­ mað­ur kemur til Føroya. Bjarni Hammer kallar hend­an vinmannin »primus motor«, tá ið umræður hassj, og tá ið vinmaðurin kemur til Før­oya 22. desember ringir Bjarni Hammer millum gent­ una og vinmannin fyri at finna fram til, um nak­að hassj er hjá gentuni at fáa. Tað liggur tó ikki fyri hjá vin­mann­inum ­hetta kvøld­ ið, og Bjarni Hammer greið­ir gentuni frá, at vin­mað­ur­in fer at fáa fatur á tí mill­um jól og nýggjár og stað­fest­i­r, at tað plagar ikki at ganga nógvir dagar, har vin­mað­ ur­in ikki hevur slíkt upp i á sær – og harvið eisini Bjarni sjálv­ur. Bjarni Hammer hevur sagt navnið á hesum vin­ manni við ungu kvinnuna. Bjarni Hammer: Hevur beinleiðis samband við mann sum innflytur hassj Tíðarlinja Fyrst í desember 2017 Fleiri keldur seta seg í samband við Sosialin við skuldsetingum móti Bjarna Hammer 15. desember 2017 Bjarni Hammer tosar við eina unga kvinnu um hassj - har sigur hann millum annað, at hann kann skaffa tað. 22. desember 2017 Bjarni Hammer tosar við unga kvinnu og ein vinmann, sum vanliga hevur hassj, um at fáa hassj frá vinmanninum til ungu kvinnuna. Tað eydnast ikki. Bjarni Hammer sigur frá navninum hjá viðkomandi vinmanni. Síðst í januar 2018 Sosialurin handar málið til løgregluna 7. februar 2018 Tveir løgreglumenn úr Danmark avhoyra Bjarna Hammer, tó hann ikki er skuldsettur fyri nakað. Av tí at Bjarni Hammer sjálv­ur er farin í fjølmiðlar við skuld­set­ingum ímóti sær um hassj, skriva vit søguna, hóast endalig avgerð ikki er tikin um støðuna hjá Bjarna Hamm­er sum løgreglumaður