Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24 Nú styttist, til aliráðstevnan verður, har fólk í og rundan um alivinnna hittast at deila vitan og at netverka. Ráðstevnan verður fríggjadagin 2. mars á Hotel Føroyum. Stórir bygningar bygdir í Føroyum Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri tornkranaskeiði í Føroyum, og hetta er samstarv millum Eftirútbúgvingargrunnin Vitan og danska skeiðsdepilin, EUC Nordvestsjælland Vilmund Jacobsen Tað er ein sannroynd, at alsamt fleiri stórir bygningar verða bygdir í Føroyum, og til at reisa hesi bygningsverk verður aloftast ein tornkrani brúktur. - Hesir tornkranar svinga í høgum hæddum, og hetta krev­ur serligt skeið, sum skal vera góðkent av Arbeiðs­ eftir­litinum. Í Vinnuhúsinum siga tey, at endamálið við at hava skeiðið í Føroyum held­ur enn utt­anlands, er, at skeiðs­ lut­tak­ararnir fáa roynt seg undir teimum arbeiðs­um­ støð­um, sum eru gald­andi í Føroyum. - Eisini er tað munandi lættari at fáa mann henda vegin at undirvísa heldur enn at senda tólv mans av land­inum á skeið, siga tey í Vinnu­húsinum. Kvotan stóran týdning Vilmund Jacobsen - Túrarnir á Flemish Kap í januar og februar leggja líka sum ein fíggjarligan botn undir restina av árinum, sigur skiparin á frystilínuskipinum Kambi, Mortan Mortensen. Við Facebook- síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini vísir skiparin á, at báðir túrarnir, sum Kambur og hini føroysku línuskipini gjørdi har yviri, vóru bæði skjótir og góðir. - Hóast vit bara fiskaðu í 21 dagar, var úrtøkan umleið 10 miljónir krónur, og liggur avreiðingarvirðið soleiðis um ein triðing av ársinntøkuni, um inntøkan annars verður á leið, sum undanfarnu árini, sigur hann. Mortan Mortensen vísir á, at túrarnir hjá føroysku frystilínuskipunum á Flemish Kap eisini hava stóran týdning fyri fiskavirkini á landi, tí nærum allur fiskurin verður keyptur og arbeiddur í Føroyum. Í ár vóru fimm føroysk frystilínuskip á Flemish Kap, Kambur, Stapin, Eivind, Klakkur og Ågot. Kambur, Stapin og Eivind landaðu í Kollafirði, og Klakkur og Ågot landaðu í Klaksvík. Føroyska Sjómansmissiónin veit at siga, at øll fimm línuskipini eru farin aftur til fiskiskap. - Ågot roynir undir Føroyum, meðan hini fýra frystilínuskipini fiska í íslendskum sjógvi, har eisini fleiri føroysk ísfiskalínuskip eru. Fiskiskapurin er brúkiligur, og línuskipini royna víða um, verður lagt aftrat. IKKI BÚGVIÐ: Borgarstjórin í Vága kommunu hevur tikið avgerð um, at málið um kirkjugarðin í Sandavági ikki verður viðgjørt á almenna býráðsfundinum í kvøld, 26. februar. Orsøkin er, at smálutir í uppskotunum skulu lýsast betur, áðrenn málið er búgvið til endaliga avgerð. Á handilsferð í Turkalandi Í hesum døgum skipar uttanríkis-og vinnumálaráðið fyri føroyskari handilsferð í Turkalandi Vilmund Jacobsen   Poul Michelsen, landsstýris­ maður í vinnumálum, er saman við fleiri før­oysk­um fyri­tøkum í Istan­bul í Turka­ landi, har tey vitja turk­iskar fyri­tøk­ur og kunna seg um markn­að­ar­við­ur­skift­ini í Turka­landi. Vinnuhúsið veit í dag at siga, at føroysku fyritøk­ur­ nar, sum eru við á ferðini, eru bæði úr útflutnings-og inn­flutningsvinnuni. - Innan útflutning eru tað serliga fyritøkur, sum selja upsa og upp­sjóv­ar­ fiska­sløg, sum eru við á ferð­ini. Úr føroysku inn­ flutn­ings­vinnuni eru før­ oysku fyritøkurnar meira bland­aðar, og her eru eitt nú fyritøkur, sum innflyta ymisk amboð og eykalutir. Handilssáttmálin Í Vinnuhúsinum vita tey at siga, at føroyska ferðalagið, sum í hesum døgum vitjar í Turka­landi, verður heima í Føroyum aftur hósdagin 1. mars.  Ferðin er komin í lag eft­ir, at Føroyar fingu í lag handils­sáttmála við Turka­ landi í 2017. Alsamt fleiri stórir bygningar verða bygdir í Føroyum (Istambul... )