mánadagur 26. februar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. februar 2018 · Nr. 24
8
Sosialurin
James bond fyllir 50 ár
Fríggjadagin fyllir Daniel Craig – alias James Bond,
fimmti. Hann er føddur í Chester og vaks upp í Liverpool.
Gjøgnumbrotið hjá honum var í 1996 í BBC-seriuni »Our
Friends in the North«. Í 2005 gjørdi hann sáttmála við
EON Productions um tríggjar James Bond-filmar, sum
góvu honum um 150 milliónir krónur.
Slættaberg sigldi á Ågot
25. februar í 2014 hendi eitt óhapp í
Klaksvík. Slættaberg sigldi á Ågot, sum
lá við bryggjuna við Norðborg við fullari
last. Ongin persónskaði hendi. Óhappið
hendi, tí at Slættaberg fekk tekniskt brek.
Ågot fekk stóran skaða og fór at leka illa.
Hallur var í essi
num í Hirtshals
Um vikuskiftið spældi
føroyski countrykong
urin Hallur Joensen í
Jye’s Bagbutik, sum er
eitt minni spælistað í
danska býnum Hirts
hals.
Flaskepost skrivar, at
Hallur Joensen skapti
sera góðan stemning við
sínum góða countrytón
leiki, sum hann spældi
saman við Rúna Heine
sen. Jye’s Bagbutik var
stúgvandi full av fólki,
og eisini í grannakrónni
skapti live-tónleikurin
hjá Halli hugna
Eisini Smyril Line
byggir hotel
Umframt at hava
keypt Hotel Hafnia,
so fer Smyril Line
eisini at byggja eitt
nýtt hotel í havn
– Ja, eg kann vátta, at
Smyril Line eisini hevur
ítøkiligar ætlanir um at
byggja hotell í Havn.
Tað sigur Rúni Vang
Poulsen, stjóri á Smyril
Line.
Fríggjadagin boðaði
almenna flogfelagið At
lantsflog frá, at felagið
– saman við pensjóns
tryggingarfelagnum Lív,
fer at byggja eitt hotell
á einum grundøki, sum
Lív hevur átt við Stara
vegin í mong harrans ár.
Um ársskiftið keypti
Smyril
Line
Hotel
Hafnia í Havn. Høvuðs
partaeigararnir í Smyril
Line áttu eisini Hotel
Hafnia, so á tann hátt er
broytingin kanska ikki
so stór. Men tá Smyril
Line fyrr hevur tosað
um at byggja hotell,
spurdu vit Rúna Vang
Poulsen, stjóra, um tær
ætlanir eru sleptar við
keypinum
av
Hotel
Hafnia.
– Nei, tað eru tær
ikki. Vit eru við at koma
á mál, og tá alt er komið
upp á pláss, og fara vit
at boða frá hesum, sigur
Rúni Vang Poulsen.
Eyðun C. Joensen 80 ár
Í dag, mánadagin 26. februar, verður Eyðun Conradson Joensen,
í Saltangará 80 ár. Hann átti og rak í mong ár Radiobúðina
Eyðun er ættaður úr høv
uðsstaðnum. Foreldrini vóru
Helena og Conrad Joensen.
Helena var úr Klaksvík –
dóttir Sáru og Jens Clæmint
Isaksen, og Conrad var úr
Havn – sonur Mariu og Jó
hannes Joensen. Helena og
Conrad fingu fimm børn:
Eyðun, Árni, Ragnar, Marjun
og Sára.
Eyðun lærdi til radio
mekanikara. Hann arbeiddi
sum sjálvstøðugur í Føroy
ingahavnini, áðrenn hann
fór undir egið virkið, og tá
mundi hann síggja, hvussu
stórur tørvurin var á at
veita skipunum skjóta og
góða tænastu í sambandi við
tólini, sum tá vóru farin at
koma – samskiftistól, ekko
lodd, radari og so víðari.
Tað var langt millum hús
ini í Heiðunum – Saltangará
og Runavík – tá ið tað í fimm
ti árunum so spakuliga og
fram í seksti árini av álvara
tók at næla. Framhaldsskúli
varð bygdur á Glyvrum, og
vinnuligu framtøkini vóru
fleiri.
Frammanundan
vóru
eitt nú teir á Bakka, teir
hjá Napoleon á Langanesi
og teir á Høgabóli, og í
Søldarfirði
hevði
Peter
Weihe stórt virki og hand
il. Millum vinnulívsmenn
inar, sum í hesum økinum
brutu burturúr nýggjum,
vóru teir hjá D. P. Højgaard,
Símun Hansen, Zacharias
Leitistein, Símun Mittún,
Thomsen brøðurnir, sum
lótu Oknina smíða á Tórs
havnar skipasmiðju í 1964,
Bjarni Hansen, Jóhannes
Jakobsen, Frants Petersen,
Anton Johannesen, Marius
Davidsen, Sofus Thomsen,
Rósing Rasmussen, Ove Berg,
Olivar Rasmussen og Eyðun
C. Joensen.
Á kyndilsmessu í 1963 gift
ust Helen, fødd Høgnesen og
ættað úr Klaksvík, og Eyðun
C. Joensen. Tey leigaðu fyrst
í Runavík. Eyðun hevði verk
stað í kjallaranum, meðan
hann bygdi húsini, ið stóðu
har, sum Radiobúðin nú er. Í
hesum húsunum vóru verk
staður og handil í veghædd
ini, og familjan búleikaðist í
erva. Soleiðis var tað inntil
miðskeiðis í sjeyti árunum.
Tá vórðu sethúsini flutt eitt
sindur niðan frá vegnum,
og á grundina vórðu bygd
hús, har verkstaður er í erva
og handil – eitt nú við sjón
varpum og øllum í tí sam
bandi – og goymsla eru í
veghæddini. Handil og verk
staður eru fleiri ferðir síðani
víðkað og útbygd.
Helen tók sær av umsit
ingini, og Eyðun var stjóri og
arbeiddi eisini nógv sjálvur
sum handverkari. Størsta
virksemið var umborð á
skipunum, sum fingu støð
ugt fleiri og alt meiri ný
mótans
tól.
Radiobúðin
veitti vørur og tænastur. Í
sovorðnum førum snýr tað
seg ikki um 8-17 arbeiði. Tað
ræður um at vera tøkur, tá
ið boð eru eftir tænastuni.
Tað hevur verið lyklaorðið
hjá Eyðuni og virkinum, har
starvsfólkini eru fjølgað í
tali, lærlingarnir hava verið
nógvir, og har fleiri hava
verið heilt leingi í starvi. Tað
verður sagt um Eyðun, at
hann er tikin úr leikum sum
teknikari.
Umframt at veita tæn
astur í Føroyum hava teir í
Radiobúðini verið nógv utt
anlands og arbeitt, og tað er
meiri enn so komið fyri, at
teir hava installerað útgerð
á stórum føroyskum brúgv
um, tá ið skip eru smíðað utt
anlands.
Nú eru tað longu fleiri
ár síðani, at Eyðun legði frá
sær, og tveir av synunum –
Trúgvi og Elvi – eiga og reka
Radiobúðina.
Helen og Eyðun eiga sjey
børn. Fyrst fýra dreingir
og síðani tríggjar gentur:
Beinir, Ørvur, Trúgvi og Elvi
og Eydna, Bjarta og Inga.
Dreingirnir búgva í granna
lagnum hjá foreldrunum.
Eydna býr í Streymnesi,
Bjarta á Glyvrum og Inga í
Sørvági.
Helen og Eyðun vóru
millum tey sum miðskeiðis í
seksti árunum tóku stig til at
flyta gamla Ebenezer úr høv
uðsstaðnum og inn í Saltang
ará, og tey hava síðani havt
sína dagligu gongd í Berøa.
Tá ið tey vóru um at rigga
av, og eftir at yngra ættar
liðið hevði tikið við, vóru
Eyðun og konan á bíbliu
skúla í Hawaii. Hann hevur
verið nógv í Grønlandi og
umvælt bátarnar, sum verða
brúktir í sambandi við trú
boðanarvirki, og í fleiri før
um var hann í longum skift
um umborð á Logos Hope
– gomlu Norrønu – har hans
ara uppgáva var at leggja alt
av nýggjum á brúnni, tá ið
skipið var høvuðsumvælt í
Kroatia.
80 ára føðingardagin er
Eyðun burturstaddur.
J
Tá ið Eyðun og konan Helen vóru um at rigga av, og eftir at yngra ættarliðið hevði tikið við
Radiobúðini, fóru tey á bíbliuskúla í Hawaii