Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Fríggjadagur 26. februar 2018 · Nr. 24 Olof Palme skotin 28. januar í 1986 Mikudagin eru 32 ár síðani svenski forsætisráðharrin, Olof Palme varð skotin til deyðis á opnari gøtu í Stókk­hólmi, 59 ára gamal. Hann var ein tann markantasti politikarin í Norðurlondum og var for­sætis­ráð­ harri frá 1969-76 og frá 1982-86, tá hann varð myrdur. Palme hevði virknan leiklut í skipanini av svenska væl­ferðar­samfelagnum, og hann var serliga kritiskur mótvegis imperialismuni. Morðið á Olof Palme hevði við sær hemsins størsta rannsóknararbeiði og gjørdist eitt tjóðskaparligt trauma fyri Svøríki. Hans Andreas Petersen, Skálabotnur, andaðist fríggjadagin 23. februar á Landssjúkrahúsinum, 87 ára gamal. Kristian Sofus í Lambanum, Norðragøta, vanliga nevndur Gissa, andaðist í heiminum týsdagin 20. februar, 63 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Zacharias Nielsen, í Sandavági andaðist mánadagin 19. februar, 52 ára gamal. Mamy Rasmussen, fyrr­verandi sjúkra­hús­ in­spek­tør­ur, andaðist á Klaks­víkar sjúkrahúsi mán­a­dagin 19. februar, 90 ára gomul. Nina Berg, í Havn andaðist á Lands­sjúkr­a­ húsi­num sunnudagin 18. februar, 83 ára gomul. Severin Danielsen, Nóls­oy andaðist á Lands­sjúkra­húsinum leygardagin 17. februar, 74 ára gamal. Andlát Janus Djurhuus er føddur 26. februar Hann varð føddur í 1881 í Áarstovu í Havn Jens Hendrik Oliver Djur­ huus, vanliga nevndur Jan­us, varð føddur hendan dagin í 1881. Hann doyði 1. september 1948. Hann var eldri bróðir gitna skaldið Hans Andrias Djur­huus. Sam­an ganga Hans Andrias Djurhuus og Janus Djur­huus undir heitinum Áarstovu­brøð­ur­ nir – eftir húsunum ovast í Gongini í Havn, har teir vóru barnvaksnir. Janus vísti seg skjótt at vera evnaríkur út yvir tað vanliga, og las longu í real­ skúla­num grikskt og latín. Sum skilst fekk hann ans fyri móð­urmálinum, tá hann í skúla­num hoyrdi ein av sín­um floks­fel­øg­um, Jákup Dahl, lesa yrk­ingina »Nú er tann stundin« hjá Jóannes Pat­urs­son. Janus tók preliminer­ prógv í 1897, og fór so til Dan­ markar at ganga á stu­denta­ skúla. Janus lat frá sær fimm yrk­ingasøvn og nógvar um­ set­ingar, eitt nú av teim­um klassisku griksku yrkj­ar­ unum. Størsta verk hansara var um­setingin av Illiaduni eft­ir Homeros, Janus nevn­ir verkið Ilionskvæði á før­oysk­ um. Tá Janus Djurhuus doyði í 1948, lógu yvir 200 yrkingar og umsetingar eftir hann. Maggi á Kuba at kanna ellisakfør Magnus Gunnarsson fer í kvøld at greiða frá um gomlu bilarnar á Kuba Bilar hava altíð havt stóra á­hug­an hjá Magnusi Gunn­ ars­son í Havn, sum vit van­ liga kalla Maggi.  Tí var tað lagað manni hjá vinmonnum at lokka hann ein túr til Kuba í vetur. Or­søkin er tann einfalda, at hann vildi so fegin sleppa at síggja bilarnar á Kuba. Síðani kollveltingina á Kuba í 1959 hevur hand­ils­ stongs­ul verið – sum førdi til, at alt sam­band við USA varð kvett. Av tí sama eru at kalla eing­ir nýggir bilar komnir til land­ið, og tí hava tey hjálpst við teim­um bilum, sum vóru í landi­num í 1959. Har koyra tí nógvir gamlir bil­ar. Nógvir eru í ringum standi, men eisini fleiri, sum eru í góðum standi. – Tær nýtist als ikki at fara á nakað savn at síggja gaml­ar bilar á Kuba. Tú skalt bara fara út á vegin, tí teir eru allir har – mitt í ferðsluni, sig­ur Maggi. Í kvøld klokkan 20:30 fer Magnus Gunnarsson at greiða frá túrinum á Kuba í vet­ur og at vísa myndir. Tað er Føroya Ell­is­akf­ør, sum skip­ar fyri, og til­takið verð­ur í høl­i­num hjá Før­ oya Ell­ is­ak­før­ um­ yv­iri við Strond 22 í Havn. 100 ár og 100.000 krónur í gávu Havnar Sjón­leik­a­r­ fel­ag fylti 100 ár og fekk 100.000 krónur í føðingardagsgávu. Fríggjadagin hand­aði Annika Olsen, borg­ar­ stjóri, umboðum fyri Havn­ar Sjónleikarfelag ein kekk upp á 100.000 krónur í sambandi við 100 ára dagin hjá felagnum. Í hesum sambandi hugleiddi Annika Olsen eitt sindur um at hetta at ganga í teat­ur í Havn veru­liga er av­gam­alt, helst eini hálv­triðja hundr­að ár, men at kom­ ed­i­an og sjón­leik­urin ikki tóku veru­liga dik á seg fyrr enn í 1880'unum. Hon nevndi, at lesur tú bløð og tíðarrit frá teirri tíðini sæst, at helst hevur sjónleikurin havt álv­arsaman brodd, tí mong av fín­ara borg­ara­ skap­i­num í Havn fingu al­vor­liga ilt í dintilin – ser­liga av komediunum, og østu seg upp um, at ung­dóm­ur og vaksin spiltu tíð­ina upp á beran stutt­leika. – So longu tá hevur sjón­leik­urin verið við til at lyfta stemn­ingin upp í býn­um – og ein kann bara ímynda sær, hvussu stór­an týding tað hev­ur havt fyri kjak­ ið, hum­ør­ið og harvið al­ manna­heils­una, segði Ann­ika Olsen m. a. Havnar Sjón­leik­ar­ fel­ag varð stovnað sum ama­tør­teatur í 1918, m.a. sum úrs­lit av arbeiðnum hjá Ras­mussi Effersøe, sum enn í dag hongur yvir leikpallinum saman við orðu­num »Til gaman og álvara«. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Ståle Solbakken 50 ár Í morgin fyllir norski fót­ bólts­venj­arin Ståle Sol­bakk­ en 50 ár. Hann er ættaður úr Kongs­vinger, og á okkara leið­um er hann serliga kend­ ur sum fyrrverandi spælari og nú­ver­andi venjari hjá FC Keyp­manna­havn. Eitt skifti var hann lið­felagi hjá Toda Jónsson í FCK, og tað var stórur dramatikkur á venj­ing­ar­vøllinum hjá FCK í 2001, tá ið hann small um við hjartasteðgi. Tí­betur var læknin hjá FCK til stað­ar og fekk givið hon­um lív­bjarg­ andi við­gerð. Eftir tilburðin gavst Ståle Solbakken at spæla fótbólt, men byrjaði at starv­ast sum venjari. Hann kom aft­ur til FCK í 2006 og var ven­jari fram til 2011, tá ið hann tók við avbjóðing í Týsk­landi og seinni í Ong­ landi. Í 2013 kom hann aftur til FCK á triðja sinni og hevur starvast sum venjari og man­ ag­er har síðani. Michael Bolton verður 65 ár í dag Í dag fyllir amerikanski sang­ arin Michael Bolton 65 ár. Hann gjørdist í 80’unum kend­ur sum tulkari av søtum popp­ballad­um. Hann hevur selt yvir 75 mill­i­ón­ir plátur og hevur havt tveir sangir ovast á Bill­ board Hot 100. Hann hev­ur eisini vunnið tvær Gram­ my heiðurslønir og seks American Music Aw­ards. Bolton var føddur i New Haven í Connecticut. Omm­ ur og abbar hansara vóru av russiskari jødaætt. Karin Djurhuus frá Havnar Sjónleikarfelag við gávubrævinum, sum Annika Olsen, borgarstjóri, handaði felagnum fríggjadagin