hósdagur 4. november 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 211 - 4. november 2004
Nr. 211 - 4. november 2004
25
Í dag kunnu vit heilt
greitt staðfesta, at tað
var skeivt at alarar
skúgvaðu kanningina
hjá Akvaplan-Niva til
viks, sigur leiðarin á
umhvørvisdeildini á
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
FRAMTÍÐARALING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Skal aling hava eina
framtíð í Føroyum, má
vinnan byrja at taka um-
hvørvið í álvara.
– Og tað skal bera til at
taka aliloyvi frá teimum,
sum ikki halda seg til regl-
arnar.
So greiður og ítøkiligur
er Jákup Pauli Joensen,
leiðari á umhvørvisdeildini
hjá Heilsufrøðiligu Starvs-
sstovuni.
Í hesum liggur eisini, at
eftir hansara tykki hava
alarar higartil ikki tikið
umhvørvið í nóg stórum
álvara
– Tað er rætt, sum alarar
siga, at øll alibrúk eru um-
hvørvisgóðkend.
Men hann sigur, at alarar
vildu
ikki
góðtaka
at
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an slapp at brúka tað mest
týdningarmesta amboðið av
øllum.
Og tað er at áseta, hvussu
nógv fóður, ella biomassi,
kann koyrast út á tey ein-
støku aliøkini.
Ella sagt við øðrum orð-
um heldur Jákup Pauli
Joensen, at tað týdningar-
mesta er at tað verður rokn-
að út, hvussu nógv hvørt
aliøki tolir.
Men vit hava havt ov lítla
vitan um, hvussu stórt árin,
alingin hevur havt á ali-
økini og firðirnar, sum
heild.
Eitt heilt greitt mistak
Í hesum sambandi vísur
hann á, at vinnan vildi als
ikki góðtaka metingin, sum
Akvaplan-Niva,
APN,
hevði um, hvat økini bóru
av aling.
Og í hesum sambandi
tekur hann heilt greitt undir
við Búskaparráðnum, sum
vísur á tær óhepnu avleið-
ingarnar av, at APN-frá-
greiðingin ikki varð tikin til
eftirtektar.
– Ídag kunnu vit heilt
greitt siga at tað var skeivt,
at Akvaplan-Niva kanning-
in ikki varð tikin til eftir-
tektar.
– Tað ber sjálvsagt ikki til
at siga um APN-frágreið-
ingin kundi havt fyribyrgt tí
vánaligu støðuni sum ali-
vinnan er í dag, men hetta
var ein ógvuliga ítøkilig og
góð frágreiðing.
Men hann vísur á, at
ongin vildi kennast við
hana, tí hon hevði avmark-
að vøksturin í alivinnuni í
eini tíð tá prísurin var
høgur.
APN frágreiðingin vísti á
tvær alneyðugar reguler-
ingar: Brakklegging av ali-
økjum og áseting av hvussu
nógv hvørt aliøki kundi
bera.
Alararnir valdu heldur
ein aðra loysn, har teir
sjálvir skuldu syrgja fyri at
at fáa eitt góðkent kanning-
arfelag, so sum Biofar í
Kaldbak, at kanna botnin
undir alistøðunum og ali-
fjørðin sum heild.
Hetta skuldi gerast á
sumri, tá árinið frá alingini
er mest. Er umhvørvið
verri dálkað enn reglurnar
hjá Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni siga, verður alarin
biðin um at steðga við
alingini, til øll tekin um
dálking eru burtur aftur.
Jákup Pauli Joensen sig-
ur, at hetta er tað sama sum
at bíða til dálkingin er
hend.
– Hetta er ein óheppin
reguleringsháttur tí hann
fyribyrgjur ikki nóg væl ov
nógvari dálking. Hann ger
eisini at vit kunnu missa
møguleikan fyri at nýta
fleiri økir í nógv ár og vit
vita ikki hvussu nógv tann
dálkingin,
sum
verður
loyvd á økjunum køvur
lívið á firðunum annars.
– Tí er tað mest ynskiligt
at vit finna eina javnvág har
tað, sum kemur undan ali-
brúkunum, ikki legst sum
evja ella sum kemiskar
broytingar á botnin, men
verður
upptikið
av
fauna’ini á staðnum ella
ført til havs við rákinum.
Hann sigur, at avleiðing-
in av tí skipan, vit hava í
dag, er, at nú eru átta aliøki
niðurløgd og tey eru sostatt
mist til dálkingin er burtur
aftur.
Við APN-modeillinum
varð endamálið at sleppa
undan so nógvari aling í
einum øki, at tað varð ov
illa dálkað. Við APN-
modellinum varð lagt upp
fyri at finna eina javnvág,
so at varandi aling á einum
passaligum støði kundi
vera á einum øki.
– Men tíverri máttu vit
leggja APN frágreiðingina
til síðis og finna ein heilt
annan leist at regulera
dálkingina frá vinnuni við.
Politimál fær ongar
avleiðingar
Annars heldur hann, at
bæði vinnan og fíggjar-
stovnarnir áttu at fingið sær
umhvørvisfakliga ráðgev-
ing, nú teir fara undir at
byggja
alivinnuna
upp
aftur.
– Hetta kann verða við til
at tryggja bæði ein betri
marknað og ein tryggari
langtíðar rakstur.
Og hann sigur enntá, at
tað er ein stórur spurningur
um tað er nøkur meining í
at byrja aling aftur uttan at
hædd verður tikin fyri um-
hvørvisviðurskiftum.
Somuleiðis Annars vísir
umhvøvisleiðarin á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni á, at
tey hava fleiri ferðir sett ali-
brúkum avmarkingar.
Upp ígjøgnum 90’ini er
umhvørviseftirlitið
hjá
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni ofta enda við politimál-
um.
– Men áðrenn nakar
dómur verður sagdur so er
felagið niðurlagt.
– Soleiðis ber ikki til at
føra eftirlit og tí er tað eis-
ini neyðugt at hyggja eftir,
hvussu hetta kann gerast
øðrvísi.
Hann sigur, at tað er onki
so orkukrevjandi og lítið
uppbyggjandi sum at liggja
og berjast í rættinum-og tað
mangan til lítla onga nyttu
heldur.
Tað, sum aloftast hendur,
er, at feløgini fáa eina bót,
men so eru tey vekk, tí
feløg skifta nøvn í heilum.
Hann sigur, at her má ein
meiri framrættað loysn
finnast, so at tað ber til at
føra eitt effektivt eftirlit,
sum steðgar einum felagið
beinanvegin, sum fer útum
sínar karmar, sigur Jákup
Pauli Joensen.
Uttan strangari eftirlit
verður ongin aling aftur
Treytir fyri aling í
framtíðini
Í sambandi við metingarnar hjá búskaparráðnum um
alivinnuna í Føroyum, heldur umhvørvisdeildin hjá
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at:
– Skal alivinnan hava nakra framtið má vinnan
byrja at taka umhvørvið í álvara
– Øll aliøki mugu metast eftir hvussu nógv tey bera
av alifiski.
– Tað má bera til at taka aliloyvi frá teimum sum
misrøkja síni øki ella á annan hátt seta alla vinnuna í
vanda
– Í dag kunnu vit heilt greitt siga, at tað var skeivt at skúgva Akvaplan-Niva alikanningina til
viks, sigur Jákup Pauli Joensen, leiðari á umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Móta-
sýning
á Plat-
form
fríggja-
kvøldið
Fríggjakvøldið fáa tey
ungu ein møguleika at
síggja tann nýggjasta
mótan á Platform í
Havn.
Handlarnir
Bonnie & Clyde, Trend-
floor, Basic, Diva og
Deres fara at sýna fram
tað nýggjasta nýggja,
sum handlarnir hava at
bjóða.
Atgongumerkini til
mótasýningina kosta 30
krónur, og tá fáa tey
vitjandi ein vælkomst-
drykk, fruktbuffet og
ókeypis
atgongd
til
dansin "Girl´z night"
við Elini í Stórustovu.
Atgongumerkini eru at
fáa í luttakandi handlum
og í Kunningarstovuni í
Havn.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, at Platform skipar
fyri mótasýning, og til-
takið er vanliga væl vitj-
að. Fyrireikararnar biðja
tí fólk, ið ætlar sær at til
mótaframsýningina at
keypa atgongumerki í
forsølu.
-phj
C
M
Y
K
25
24