hósdagur 4. november 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 211 - 4. november 2004
Nr. 211 - 4. november 2004
27
Á pappírinum var tað
klaverspælarin og
komponisturin Lud-
wig van Beethoven
(1770-1827), ið varð
settur í hásætið, tá ið
Føroya Symfoni-
orkestur hevði kon-
sert í Norðurlanda-
húsinum sunnudagin
31. oktober. Men tá
avtornaði var tað
serstakliga Jóhannes
Andreasen, umframt
Bernharður Wilkin-
son og Føroya
Symfoniorkestur,
sum stjól stórsta
partin av myndini
KONSERTUMMÆLI
Tór Verland Johansen
Við ouverturuni til syrgi-
leikin
"Egmont"
eftir
Goethe, Op. 84, fekk Før-
oya Symfoniorkestur eina
sera góða byrjan. Spælið
var neyvt, intonatiónin ser-
stakliga góð og við Bern-
harði á odda gjørdist over-
turan ógvuliga dynamisk
og fjølbroytt. Tað boðaði
avgjørt frá góðum.
Jóhannes Andreasen í
heimsklassa
Næst á skránni var klaver-
konsert nr. 1, Op. 15, ið
Beethoven skrivaði sum 25
ára gamal. Í veruleikanum
var tað sum pianistur og
ikki sum tónaskald, at
Beethoven av fyrstan tíð
gjørdist gitin. Av góðum
orsøkum eru ongar upp-
tøkur av sjálvum Beet-hov-
en, men torført er at
ímynda sær, at hann kann
hava gjørt tað nógv betur
enn
okkara
Jóhannes
Andreasen.
Tað virtuosa og kenslu-
borna spælið, sum Jóhann-
es borðreiddi við, bergtók
fólkið so mikið, at longu
eftir fyrsta sats byrjaðu
summi spontant at klappa -
sum um tey júst høvdu
verið vitni til eina mega
feita jazzsolo, ið bara mátti
rósast her og nú. Tað stóð
óiva á hjá nógvum av teim-
um, ið vita at tað er "fy-fy"
at klappa, áðrenn allir satsir
eru spældir, tí tað var veru-
liga einastandandi spæl.
Fólk sótu sum á nálum.
Tað vóru nevnliga ikki
bara samanhangandi tónar,
men veruligur tónleikur,
sum floymdi úr stóra flyg-
ilinum. Jóhannes var eitt
við flygilið - eins og
orkestrið og Jóhannes vóru
ein eind. Serstakliga var tað
vakurt at hoyra, hvussu væl
bassurin á flygilinum og
fagottin fylgdust. Sum var
tað sami persónur, ið
spældi á bæði ljóðførini.
Eftir at Bernharður hegn-
isliga hevði vent sær ímóti
áhoyrarunum og við einari
lættari og høfligari rørslu
hevði givið teimum tekin
um, at Jóhannes og or-
kestrið ikki skuldi fagnast -
enn, varð skjøtul settur á
næsta satsin. Í tí stilla largo,
sum gongur í tí torføra As-
dur, var tað ein fragd at
hoyra hvussu væl orkestrið
megnaði at fylgja Jóhann-
esi. Av og á fekk ein ein
feril av, hvussu krevjandi
tað er hjá einum dirigenti at
fáa orkestri í hesum seina
tempo at leggja seg heilt
tætt at spælinum hjá solist-
inum, men við tí neyva og
dugnaliga Bernharði sum
bindiliði, eydnaðist tað av-
bera væl.
Triði og seinasti satsur
var sum tann fyrsti: Stutt og
greitt, heilt einastandandi!
Meðan orkestrið orkumikið
og dynamiskt dundraði,
dansaðu
fingrarnir
hjá
Jóhannesi upp og niður á
klaveriaturinum, og góvu
áhoyrarunum eina kenslu
av, at hesin maður hevði
eina rúgvu av yvirskoti.
Sum var tað tað lættasta í
verðini, ja sum um hann
bara stuttleikaði sær saman
við Beethoven. Og óivað
gjørdi hann tað. Í øllum
førum var tað sera hugtak-
andi at uppliva og hoyra, at
vit her á okkara klettum
hava ein virtous í heims-
klassa! Ótrúligt!
Symfoni nr. 5 í c-moll,
Op. 67
Eftir steðgin var lagnu-
symfoniin á skránni. Tað
var við eini undarligari
kenslu at farið var inn aftur
í salin. Vónirnar eftir fyrru
Veljarafundur í
samband við
komunuvalið verð-
ur í Sørvági hós-
kvøldið klokkan
19.00 Umboð fyri
allar listarnar, sum
stilla upp til
kommunuvalið,
verða við á fundin-
um
VALFUNDUR
Edvard Joensen
Fyri fyrstu ferð verður
almennur veljarafundur
í samband við komm-
unuval í Sørvági. Allir
fýra listarnir, sum stilla
upp til valið, verða um-
boðaðir á fundinum,
sum Torry Niclasen,
skúlastjóri,
fer
at
stjórna.
Veljarafundurin verð-
ur í skúlanum klokkan
19.00, siga fyrireikar-
arnir. Fundurin verður
skipaður sum vanligir
veljarafundir plaga at
vera.
Fyrst fáa listarnir eitt
korter í part at leggja
síni sjónarmið fram.
Síðan verður høvi hjá
almenninginum at seta
teimum, sum sita við
pallborðið, spurningar.
Til hetta er sett av eini
trý korter til ein tíma,
siga fyrireikararnir.
Sagt verður, at tað fyrr
hevur verið roynt at fáa
ein slíkan fund í lag,
men áhugi hevur ikki
víst seg at verið fyri tí.
Serliga millum valevnini
hevur hann verið lítil.
Tað er óheppið, at so
er, siga fyrireikararnir.
Tí slíkir fundir eiga at
vera við til at økja áhug-
an
fyri
veruligum
kommunalpolitikki og
ikki bara familjupoli-
tikki, sum ein teirra,
sum stendur fyri, tekur
til. Her hava fólk møgu-
leika at leggja sínar
visiónir fyri almenning-
in, og veljarin hevur
møguleika at minna tey,
sum
skulu
mynda
bygdarráðið
komandi
fýra árini, á, hvat hann
heldur vera av týdningi
at fáa framt.
Men hesaferð er hug-
burðurin so vendur so-
leiðis, at allir listar hava
játtað at vera við á fund-
inum, og tað kann bara
økja almenna áhugan
fyri kommunalpolitikki,
meta fyrireikararnir av
fyrsta almenna komm-
unuvalfundinum í Sør-
vági.
Valfundur í Sørvági
Ísak Sambleben:
- Góð konsert!
Serstakliga varð eg
yvirraskaður yvir
klaverkonsertina!
Jóhannes spældi heilt
fantastiskt!
- Tá lagnusymfoniin
varð spæld, merkti
man, at orkestrið
spældi seg heitari og
heitari fyri síðan at
enda við einum braki
í tí stóru finaluni.
Heri Joensen og Sigrid Dalsgaard:
- Einastandandi konsert! Fimta symfoniin hjá
Beethoven er eitt sera kraftmikið verk, og tað
eydnaðist ómetaliga væl hjá orkestrinum at bera
fram hesa orku.
Tað var ikki bert Beethoven, men eisini Jóhannes
Andreassen, sum fingu Hera og Sigrid at fara til
konsert.
- Tað er stutt síðan at vit fluttu heim aftur til
Føroyar, so vit hava ikki verið fastir áhoyrarar hjá
Føroyar Symfoniorkestri, men eftir konsertina í dag
er eingin ivi um at vit fara aftur.
Magnus Pauli
Magnussen:
– Tað var eitt stór
upplivilsi! Serliga
tann seinasti satsurin
var fantastiskur!
Magnus Pauli er
ikki uppvaksin við
klassiskum tónleiki,
men síðan sonurin
(Dávur Magnussen,
red.) fór at spæla við
Føroya Symfoni-
orkestri, er hann
javnan áhoyrari til
konsertirnar:
– Sonur mín plagar
at flenna at mær, tí eg
havi ikki forstand uppá tað.
Magnus Pauli leggur afturat, at tað er musikk-
skúlanum fyri at takka, at tað yvirhøvur er eitt
Føroya Symfoniorkestur og fýlist í hesum sambandi
á forstáilsi fyri tónleikinum:
– Tá ið pengar skulu sparast, so gongur tað
útyvir tónleikin. Tað er stórt spell, tí tað tekur
langa tíð at byggja upp, men onga tíð at bróta
niður.
helvt vóru í hæddini, men
samstundis var tað eitt iva-
mál um nú eisini orkestrið -
uttan Jóhannes Andreasen -
einsamalt kundi halda tað
einastandandi høga støðið.
Óneyðugt var at stúra.
Tað kundi - og gjørdi - tað!
Tað var deiligt at hoyra og
síggja Føroya Symfoni-
orkestur spæla hesa kendu
og krevjandi symfoni.
Tað sigst, at teir fýra
fyrstu tónarnir - da da da
daaaam - er lagnan, ið
bankar uppá dyrnar. Men
eisini verður sagt, at hesir
tónar boða frá nýggjum
mátti og nýggjum degi.
Soleiðis sýntist tað, tá ið
orkestrið við Bernharði
sum skipara, meistarliga
gav áhoyrarunum krás fyri
oyra.
Kontrabassarnir
og
cello’irnar løgdu djúpar
lunnar undir, og við fyrstu
violinunum á odda struku
allir strúkararnir lætt avstað
fyri síðan at venda aftur til
buldur og brak saman við
paukum og træ- og mess-
ingblásarunum.
Mitt í øllum rokanum ein
orkumikil Bernharður, ið
við ótrúligum akrobatisk-
um rørslum stjórnaði, so
tað stóð eftir. Stundum var
hann sum ein risi á at líta
og aðra tíðir sum ein lítil
mús. Tað er einki at ivast í,
at Berharður eigur ein
stóran part av æruna av, at
Føroya
Symfoniorkestur
hevur fingið nýggjan mátt
og nýggja megi.
Besta konsertin
higartil
Samanumtikið var tað í
allar mátar ein framúr góð
konsert. Hóast tað er vorið
so væl umtókt at geva
stjørnur til ditt og datt, vil
eg ikki gera tað. Men um eg
skuldi gjørt tað, so hevði eg
nokk givið seks stjørnur av
seks møguligum. Orsøkin
er einføld: 53. konsertin hjá
Føroya
Symfoniorkestur
var møguliga tann allar
besta hjá orkestrinum nakr-
antíð. Ella kanska rættari:
Besta higartil. Spennandi
verður nevnliga at hoyra,
hvat liggur fyri framman.
Einastandandi
Tað var totalt útselt tá ið Føroya Symfoniorkestur saman við Jóhannes Andreasen sunnudagin hevði sett Beethoven stevnu. Tað var gott, tí tað, sum varð borðreitt áhoyrarunum, var einastandandi.
Mynd: Jens Kristian Vang
Av góðum orsøkum eru ongar upptøkur av sjálvum Beethoven,
men torført er at ímynda sær, at hann kann hava gjørt tað
nógv betur enn okkara Jóhannes Andreasen
Mynd: Jens Kristian Vang
Griffilin í SMS hevur
latið gjørt ein serfør-
oyskan kalendara fyri
2005. Ein kalendari,
sum ger tað lættari at
samskipa arbeiði, frítíð
og familju. Og ein
kalendari, sum gevur tær
nógvar upplýsingar.
Kalendari 2005 er ein
dagkalendari við einum
degi á hvørjari síðu.
Sniðið er snotuligt, og
plastperman við snyrils-
ryggi ger hann fittligan
og lættan at handfara.
Til dagarnar eru hent-
ar upplýsingar skipaðar
eftir ávísum leisti. Her
eru føroyskir merkis-
dagar og halgidagar. Um
týsdagin
18.
januar
stendur til dømis: Gamli
trettandi.
Gomlu
jól
enda. Vilt tú vera ríkur,
skalt tú gomlu trettandu
nátt ganga út og sita á
kjørbreyt. Leygardagin
1.
oktober
stendur:
Loyvt at skjóta lunda,
lomviga og álku til 20.
januar, og skarv til 30.
november.
Annars er mangt ann-
að at finna aftast, sum
vit eru von í slíkum
kalendarum. Eingin før-
oyskur kalendari uttan
streymtalvu og haraftrat
eru føroysk postnumm-
ur, mát og vekt, hent
telefonnummur og kort
við tímaskifti við.
Kalendari 2005 er
prentaður hjá Mayland í
Danmark, sum gevur
líknandi kalendarar út.
Kalendarin fæst í bóka-
handlum kring landið.
Føroyski kalend-
arin 2005 er komin
Nú er eisini føroyskur Mayland-kalendari at fáa
C
M
Y
K
27
26