Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Føroyskir íðkarar í taekwondo hava gjørt ein vørr í danskari kapping, og so hevur súkklarin, Torkil Veyhe, roynt seg ímillum heimsins bestu. Her eru stuttsøgdu ítróttartíðindini, sum eisini hava hondbóltin við Pætur Albinus FÓTBÓLTUR René Shaki Joensen er júst komin fyri seg eftir rættiliga drúgvan skaða, men hann skuldi einans brúka ein hálvan tíma á vøllinum áðrenn hann aftur fann vegin til málið fyri íslendska felagið, Grinda­vík. Hetta var í 2-1-sigri ímóti Selfossi í lítlu steypakappingini, Lengju­bik­arinn. René skeyt 2-1-málið í 81. minutti og gjørdist so­statt sigursharri hjá Grindavík, sum í fjør bleiv nummar fimm í bestu íslendsku deildini. Gilli Rólantsson var eisini á blettinum, tá ið hann og lið­felag­ ar­n­ir leygardagin vunnu 2-0 í venj­ing­ardysti ímóti Åsane. Før­ oyski landsliðsleikarin, sum var á vøllinum fyrra hálvleiki, skeyt 1-0-málið tá ið eitt korter var spælt. Undan­farna dyst legði Gilli upp til tvey mál, og hann hevur gjørt sítt til at fáa eitt pláss í hópinum í ár, hóast Brann hevur ein útlending ov nógv í hópinum í mun til hvat loyvt er at skráseta til Elitserien. - Tað kann gott enda við, at eg ikki verði partur av liðnum longur, men fótbólts­gleðina kann eingin taka frá mær, skrivar Gilli á almennu face­book-síðu sínari. E-SPORT Føroyska heimasíðan fyri telduspøl og sokallaða game'ing, esport. fo, kunnger, at føroyska deildin í spæli­num CS:GO nú verður størri enn nakrantíð áður. Hetta er fjórða kappingarárið av føroysku deild­ini, ið nú verður farið í holt við. Navnið á kappingini verður Elektron-deildin, og vinnandi liðið fær vinningar á virði 50.000 krón­ ur. Deildin verður samstundis víð­kað frá seks liðum upp í átta lið. Eyka undankappingar verða fyriskipaðar 8. til 11. mars, með­an sjálva kappingin byrjar 23. mars. Stóra finalan verður í Hoy­víks­høll­ ini 5. juli. HONDBÓLTUR Menninir hjá VÍF mistu eitt fet í dystinum um at hanga við í oddi­ num og kanska serliga spæla við um bronsumerkini, tá ið teir sunnu­ dagin høvdu vitjan av StÍF. Teir væl uppløgdu strandingarnir fóru til hálvleiks á odda 16-10, og hóast munurin í seinna hálvleiki tódnaði niður í tvey mál, so drógu teir frá aftur og StÍF vann dystin 31-25. Filip Jojic var ein einmansherður hjá vestmenningum. Hann skeyt 12 mál. Ein annar skotsterkur veter­ an­ur, Sveinur Justinussen, var besti mál­skjútti hjá StÍF. Hann sekyt sjey mál. KÍF og Team Klaksvík brustu sam­an í høllini í Kollafirði, og eftir eina rímiliga javna byrjan, so runnu klaks­víkingar undan kollfirðingar sein­astu løtuna av fyrra hálvleiki og fóru til hálvleiks á odda 19-13. KÍF minkaði um munin niður í trý mál í seinna hálvleiki, men tættari komu teir ongantíð, og Team Klaksvík vann dystin 32-28. Hans Eli Sigurbjørnsson var besti mál­skjútti hjá heimaliðnum við 10 málum, meðan Ludvík Súnason skeyt níggju mál fyri Team Klaks­ vík. Oddaliðið í Hvonndeildini, ný­ klaktu steypavinnararnir úr VÍF, vun­nu í gjár kravsigur ímóti aftasta lið­num í deildini, StÍF. Tað var um miðjan fyrra hálvleik, at VÍF byrjaði at fara frá StÍF og fór til hálvleiks á odda 12-7. StÍF, sum einans hevði 10 leikarar, hekk tó væl í, og sigurin hjá VÍF gjørdist áljóðandi 27-22. Durita C. Jojic skeyt 10 mál fyri VÍF, meðan Rebekka Justinussen og Erla J. Petersen skutu hvør síni fimm mál fyri StÍF. Í Klaksvík hevði Stjørnan vitjan av VB, sum stríðist um at tryggja sær bronsuheiðursmerkini. Eftir ein ógvuliga javnan fyrra hálvleik, sum eisini endaði 11-11, drógu vágs­ kvinn­ur frá fyrst í seinna hálvleiki, og tað endaði við, at VB vann trygt 25-19. Jansy Jacobsen var topp­skjútti hjá Stjørnuni við sjey mál­um, meðan veteranurin á VB- lið­num, Gurið K. Augustinussen, skeyt heili átta mál. SÚKKLING Torkil Veyhe, sum súkklar við danska Team VIRTU Cycling, hev­ ur um vikuskiftið luttikið í tveim­ um kappingum. Leygardagin var hann við í fronsku kappingini Faun Environnement Classic de l’Ardèche Rhône Crussol, og her kom hann á mál sum nummar 98 út av teimum útvið hálvtannað hundrað súkklarunum. Hann var 11 minuttir og fimm sekund aftan­ fyri vinnaran, tann vælkenda franska Romain Bardet frá AG2R, ið hevur vunnið teinar í Tour de France seinastu trý árini. Torkil var hjálpari hjá einum liðfelaga, Mikkel Honore Frölich, ið bleiv nummar 31, og Torkil var 11 minuttir og 5 sekund aftanfyri hann. Í gjár vóru Torkil og teir aftur við í franskari kapping, hesaferð Royal Bernard Drome Classic. Team VIRTU Cycling súkkaði fyri Alexander Kamp, men hann var óheppin tá hann datt og mátti fara úr kappingini. Tað endaði við, at Torkil Veyhe var besti maður á danska liðnum sínum. Hann kom á mál sum nummar 36, sjey minuttir og 26 sekund aftanfyri vinnaran, franska Lillian Calmejane (Direct- Energie). TAEKWONDO Føroyska taekwondo-felagið, Hwa­ rang Føroyar, sum bleiv lands­kent eftir dokumentarin um krýndu gerandishetjuna, tann blað­unga Høgni Kunoy Dávason, hevur um vikuskiftið luttikið í danskari kapping við framúr góðum úr­ slitum. Kappingin æt Esbjerg Cup, og av teimum 28 luttakandi feløgunum var Hwarang Føroyar, sum heldur til í Søldarfirði, mest vinn­andi felagið í kappingini við 13 heiðursmerkjum av gulli, átta av silvuri og fimm av bronsu. Høgni Kunoy Dávason vann sjálv­ ur gull í A-bólkinum fyri -53 kilo. Tvey onnur heiðursmerki vóru í A-bólkum, nevniliga Noomi K. Hera­dóttir í veteranbólkinum -57 kilo, Dávid á Lakjuni bronsu í senior -58 kilo og Mira Guðjonsón silv­ur í -68 kilo. Restin av heiðurs­ merkj­unum vórðu vunnin í B-bólkum. Full­fíggjaða yvirlitið sæst á in.fo. albinus@sosialurin.fo Vunnu mest av øllum Høgni K. Dávason vann gull í sínum aldursbólki Torkil Veyhe í VIRTU-búnanum