mánadagur 26. februar 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað var in.fo, sum fyrst setti Heimir
Guðjónsson í samband við eitt
venjarastarv í Føroyum. Tað ljóðaði,
at hann var ávegis at samskifta
við Víking, sum hevði spælt móti
FH í Champions League. Høvðus
persónurin avsannaði tíðindini í
íslendskum miðlum, men stóð fáar
dagar seinni í SMS og samskifti við
leiðsluna hjá HB.
- Tað byrjaði við, at eg møtti um
boðsmanninum, Jákupi í Stóru
stovu. Hann var í Íslandi og er
umboðsmaður hjá Sonna Ragnar
Nattestad og Gunnari Nielsen, sum
spældu við FH. Soleiðis komu vit
at kennast. Hann setti seg í sam
band við meg og spurdi um eg var
áhugaður at blíva venjari hjá HB. Í
novembur í fjør komu eg og dam
an til Føroyar, at vitjan HB. Fólk
tóku væl ímóti okkum og við vóru
ovfarin av landinum. Tað var eisini
áhugavert, at HB er eitt stórt felag
við 22 meistaraheitum, men sum
ikki hevði staðið seg so væl seinastu
árini, fortelur Heimir Guðjónsson á
enskum.
Tað ljóðar so ónorðurlendskt, at
samskifti ikki er á íslendskum, tá
Føroyar og Ísland nú eru so tætt
knýttar á heimskortinum og í sinni,
men tað er ein forkláring.
-Ongin skilur mítt íslendska
her. Eg tosi so skjótt á íslendskum,
at ongin hevði skilt hvat eg segði,
um vit tosaðu á íslendskum, sigur
Heimir Guðjónsson og flennur.
Eftir tíggju ár sum venjari hjá
FH var tíðin komin til at royna
okkurt nýtt.
-Eg havi verið í Íslandi tað mesta
av mínum lívi. Tá eg fekk tilboðið
frá HB, tosaðu eg, daman og familj
an hjá mær um, at tað kundi verið
gott at roynt okkurt nýtt og liva
onkra
aðrastaðni,
sigur
nýggi
venjarin hjá HB.
Kendi HB
Heimir Guðjónsson kendi væl til
HB og føroyskan fótbólt, áðrenn
tók av at blíva venjari her.
-Ja, eg kendi til HB áðrenn. Eg
var í Føroyum í 2007 sum hjálpar
venjari hjá FH. Vit skuldu spæla
móti HB í Champions League
undankappingini. Eg og málmans
venjarin fóru so at hyggja eftir HB,
sum spældi í Sumba, sigur íslendski
venjarin og fortelur víðari.
-Vit komu við flúgvaranum,
leigaðu bil og koyrdu umborð á
bátin. Tað var ein áhugaverd ferð.
Har hugdu vit so nærri at liðnum.
Soleiðis kendi eg til HB áðrenn,
sigur hann.
FH spældi móti Víkingi í Champ
ions League farna summar. Tá fekk
hann eisini høvi at síggja føroyskan
fótbólt nærri.
-Eg sá eisini Víking spæla móti
Trepca í Champions League. Eg
hugsaði at teir vóru væl skip
aðir, vardu væl og sterkir upp á
deyðbóltar. Teir høvdu eisini góðar
spælarar sum Sølva Vatnhamar
og Atla Gregersen, ið er landsliðs
spælarar. Vit vistu eisini tá, at hetta
bleiv ein torfør uppgáva, tí Víking
ur er eitt lið við nógvum royndum,
fortelur venjarin.
Fyrri dysturin í Íslandi endaði
við javnleiki 1-1, meðan FH vann
2-0 á Tórsvølli. Serliga fyrra málið
í seinna dystinum umstrítt, tí talan
var um heldur ivasamt brotsspark.
-Samanlagt haldi eg, at FH var
tað betra liðið, men tað tók langa
tíð at bróta Víking niður í seinna
dystinum. Málið kemur ikkki fyrr
í seinasta korterinum. Øll eru ikki
samd um brotssparkið. Eg tosaði
aftaná við spælaran, sum fekk
brotssparkið. Hann segði, at tað var
kontakt og tí fór hann niður. Hatta
er slíkar støður, har tað onkuntíð
verður dømt, meðan tað aðrar tíðir
ikki verður dømt, sigur Heimir
Guðjónsson.
Ein serlig støða tók seg upp til
fyrra dystin. Filip Djordjevic hevur
leikbann, halda tey í Víkingi, men
í FH vita tey, at tað skulu trý gul
kort til. Tí vil Heimir Guðjónsson
tryggja sær, at Víkingur ikki hevur
rættað feilin.
-Eg bað Gunnar Nielsen kanna
um teir framvegis hildu at hann
hevði leikbann, tí Filip Djordjevic
er ein góður spælari, sigur Heimir
Guðjónsson við einum skálkabrosi.
Føroyar hava brúk fyri
eini fótbóltshøll
Íslendski venjarin hevur verið
í Føroyum síðani januar. Út frá
tí hevur hann gjørt sær nakrar
tankar um føroyskan fótbólt í mun
til íslendskan fótbólt.
-Føroyskur
fótbóltur
hevur
brúk fyri fleiri fótbóltshallum. Í
Íslandi kanst tú siga nógv, mill
um annað um venjingina, men í
mínum hugaheimi eru tað fótbólts
hallirnar, ið hava gjørt munin. Nú
hava tit eina fótbóltshøll í suður
oynni, so eg vænti at tað kemur
ein nýggj onkran aðrastaðni skjótt,
sigur Heimir Guðjónsson og leggur
afturat:
-Føroyska
landsliðið
hevur
eisini brúk fyri, at fleiri spælarar
spæla uttanlands. Hyggur tú eftir
íslandska landsliðnum, so sært tú
ikki spælarar úr íslndsku deildini
á landsliðnum. Tað er týdningar
mikið at fáa spælarar av landinum,
um føroyska landsliðið skal koma
víðari. Eg haldi meg síggja, at
føroyskur fótbóltur á rættari kós
og vilja gjarna verða ein partur av
tí, sigur 48 ára gamli venjarin.
Hyggi eftir Gylfi – tað
er hugburðurin
Íslendskur fótbóltur hevur ment
mangan spælara, ið hevur klárað
seg væl sum yrkisspælara úti í
Evropa. Her eru allar søgurnar ikki
sólskinssøgur.
-Tað kemur ann upp á spælaran
og hvussu hann taklar at fara av
landinum. Vit hava eisini dømir
um spælarar, sum eru farnir av
landinum sum 15 ára gamlir, men
koma aftur sum 18 ára gamlir og
eru niðurbrotnir. Aðrir eru farnir
og hava klárað seg væl. Tað kemur
ann upp á spælaran og baklandið.
Tað eru ikki altíð fótbóltsevnini,
ið eru avgerandi, men mentala
styrkin, sigur Heimir Guðjónsson
og nevnir Gylfi Sigurdsson.
Heimir Guðjónsson:
Tað sigur nýggi venjarin hjá HB, sum frammanundan hevur verið
venjari hjá FH í 10 ár. Hann letur væl pørtum av føroyskum
fótbólti, men ásannar eisini at HB er nakað aftanfyri FH í breidd. –
Hygg eftir Gylfi Sigurdsson, sigur hann um prátið um yrkisfótbólt
FÓTBÓLTUR
- Vit skulu
hava ein
miðverja og
ein miðvallara
-Ongin
skilur mítt
íslendska
her. Eg tosi
so skjótt á
íslendskum,
at ongin hevði
skilt hvat
eg segði, um
vit tosaðu á
íslendskum
-Ongin
skilur mítt
íslendska
her. Eg tosi
so skjótt á
íslendskum,
at ongin hevði
skilt hvat
eg segði, um
vit tosaðu á
íslendskum
EG VIL ROYNA
OKKURT NÝTT