mánadagur 26. februar 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Hygg eftir Gylfi Sigurdsson.
Hann fór av landinum tíðliga og
hevur ment seg so hvørt. Men tá
tú hyggur eftir honum, so mást tú
eisini minnas til, at hann er nógv
tann best lønti spælarin á íslendska
landsliðnum. Hann er tó tann, sum
møtir fyrst til venjing og fer síðst
avstað. Hann ansar eftir sær sjálv
um, roykir ikki og drekkur ikki,
sigur Heimir Guðjónsson og leggur
afturat:
-Tá tú hevur slíkar fyrimyndir,
so er lættari hjá yngri spælarum
at koma longri og síggja hvat skal
til. Ísland hevur eisini havt aðrar
fyrimyndir og tað hjálpir heilt víst
komandi ættarliðunum, sigur nýggi
venjarin hjá HB.
Bilsin av sjálvbodna
arbeiðinum
Í tíggju ár endaði FH altíð millum
trý tey bestu liðini í Íslandi. Tað
hevur hjálpt felagnum og um
støðunum, sum eru eitt sindur betri
enn hjá eitt nú HB.
- FH hevur í fleiri ár spælt í
Evropa og tað eru komnir nógvir
pengar inn. Tað ger millum annað,
at umstøðurnar við vølli og øðrum
eru betri í FH enn í HB. Men sjálvt
eftir íslendskum mátistokki, so
eru umstøðurnar hjá HB í Gunda
dali góðar. Eitt sum eg havi heft
meg við í HB, er hvussu nógv fólk
hjálpa til sjálvboðin. Tað sært tú
ikki á sama hátt í FH. Tí haldi eg
eisini, at spælararnir skulu virða
tey fólkini, sum eitt nú koma at
gera morgunmat til morgunvenj
ingarnar, sigur Heimir Guðjónsson.
HB hevur í uppstartinum havt
tvær morgunvenjingar, har liðið fer
á vøllin klokkan hálvgun sjey.
-Øll árini eg var í FH vandu vit
um morgunin. Um tú vilt klára teg
væl, so mást tú venja nógv og væl. Í
longdini koma hasar venjingarnar
at hjálpa liðnum. Tað er lættari
venjing við bólti og eitt sindur av
taktikki. Spælararnir tykjast at
dáma tað, sigur nýggi venjarin hjá
HB.
Hann heldur fyri, at tað er mun
á dygdunum hjá spælarinum í FH
og HB.
-Stóri munurin er dygdin á
spælarunum. Í FH høvdu vit 20
til 22 góðar spælarar. Í HB mugu
vit nú royna at fáa ein breiðan og
sterkri hóp. HB hevur eisini fleiri
ungar spælarar sum eru á veg.
Tað eru betringar at hóma síðani
vit byrjaðu at venja í januar, men
enn hava vit langt á mál. Liðið skal
skipast betri og tað taktiska skal
upp á pláss. Um eg skal siga tað í
einum orði, so er tað “ókey”, sigur
Heimir Guðjónsson, ið nú skal gera
nógv av arbeiðinum, sum hjálpar
venjararnir gjørdu fyri hann í FH.
- Eg njóti at vera á vøllinum og
vera venjari. Tað er ein sunn broyt
ing, at eg í HB má gera nógv av ar
beiðinum, sum hjálparvenjarnir
í FH gjørdu fyri meg. Eg misti
kanska eitt sindur av njótilsinum
av at vera venjari.
Skulu hava tveir
spælarar afturat
HB hevur higartil fingið tilgongd
av Brynjar Hlöðversson, men tað
verður væntandi ikki tann einasti
íslendski spælarin, ið kmeur til HB
til hetta kappingarár.
- Vit mugu styrkja liðið, men tað
er torført at finna góðar spælarar.
Brynjar er ein spælari, sum eg
kendi væl. Eg síggi hann sum ein
spælara, ið HB hevur brúk fyri. Vit
hava brúk fyri einum miðverja og
einum miðvallara, sigur Heimir
Guðjónsson og leggur afturat:
- Vit hava tosað við spælarar,
men higartil er tað ikki blivið til
nakað. Eftir mínari meining skal
ein spælari, sum HB tekur heim,
byrja inni. Teir skulu ikki sita á
bonkinum og tí skulu teir verða
góðir, sigur nýggi venjarin hjá HB.
Í FH spældi hann við eini 4-3-3
uppstilling, har liðið leggur dent á
at hava bóltin. Hann viðgongur, at
tað ikki altíð letur seg gera, ella er
besta loysnin, men tað grundhug
burðurin undir spælistílinum hjá
honum.
-Vit skulu kappast við Víking,
NSÍ, KÍ og B36 um topp fýra. Vón
andi klára vit tað, sigur Heimir
Gujónsson at enda.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
-Føroyskur
fótbóltur
hevur brúk
fyri fleiri fót
bóltshallum. Í
Íslandi kanst
tú siga nógv,
millum annað
um venjing
ina, men í
mínum huga
heimi eru tað
fótbóltshall
irnar, ið hava
gjørt munin.
-Eg haldi meg síggja, at
føroyskur fótbóltur á rættari
kós og vilja gjarna verða ein
partur av tí