Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Føroysk steypasøga var longu skriv­að undan steypafinaluni í meist­ara­deildini hjá monnum leyg­a­r­dagin, tí annað liðið í finalu­ ni var nevniliga B-liðið hjá SÍ. Hetta var fyrstuferð í søguni, at eitt B-lið var í einari steypafinalu – og søgan byrjaði longu ein dyst framman­ undan, tí í hálvfinaluni, sum bleiv vunn­in 3-0 ímóti egnum A-liði hjá SÍ, var somuleiðis fyrsta ferðin, at eitt B-lið var komið so langt í kapp­ ing­ini. Hinumegin netið stóð ÍF, sum hevur spælt framúr væl síðs­tu tíð­ ina, og eisini er oddalið í meist­ara­ deild­ini. Hóast roynda SÍ-lið­ið óivað var ført fyri at bíta frá sær, so fekk ÍF ikki tosað seg burtur frá at vera favorittur í finaluni. Maskinrúmið ÍF hevur ein royndan og stinnan bul í liðskiparanum, Bartali Eliasen, og aðrir, eitt nú Hjørtur Sólstein og Trygvi Hansen, vóru eisini stinnir í hes­um dystinum. Eitt, sum var eyðsæð í hesari finalu­ni, var, at nú bleiv ÍF matchað, tí hinu­megin stóðu fleiri líkamenn. Hóast teir sum flogbóltsleikarar helst hava framtíðina aftanfyri seg og venjingarmongdin hjá teimum er minkað við tíðini, so hevur SÍb eitt gott maskinrúm við nøkrum av landsins bestu á sínum plássum – Jóhan Petur á Stongunum sum libero, Ólavur Jensen sum hevari og Jón Nielsen sum kantspælari. Hesin tríkleyvarin stóð handan upp­skriftini til mangan vunnan bólt í finaluni, og vinstiarmur hjá Jón Nielsen dugdi meistarliga væl at sláa í blokkin og út. ÍF royndi eisini sítt og vísti eisini í løtum hví teir eru fremsta lið í meistara­deildini, men tað var eitt gløgt avrik hjá sørvágsmonnum, sum við taktikaranum Jørgeni Nicla­sen á venjarabonkinum mang­ an hevði lisið ÍF-álopið av og stóð seg væl í blokkinum, har tað við­ hvørt vóru tríggir mans uppi. SÍ syfti ÍF Eitt fimta og avgerandi sett líkist mangan burturfrá hinum settunum í dystunum, og tað er púra opið í hesum endaspurtinum upp til 15, men SÍ hevði bæði viðvind í dystar­gongd­ini og kanska eisini fleiri roynd­ir at spæla uppá. Tað sást frá byrjan í avgerandi setti, tí SÍ spældi gløgt og kom nærum alt fyri eitt á odda 5-0. Hetta skapti øsing í hjá ÍF, og liðskiparin, Bartal Eliasen, sló í øði bóltin út á áskoðara­plássini, og sum sjáldan áður sæð í einari finalu, so kostaði hetta eitt stig og SÍ slapp – uttan at gera nakað at økja til 6-0. Góða byrjanin hjá SÍ upp á settið hevði sett kós ímóti steypa­gulli­ num, og ov seint var hjá ÍF, sum skul­di stríðast fyri hvørt einasta stig, ið teir fingu sett á telvuna. Teir siga seg einans venja eina­ ferð um vikuna, og teir søgdu seg ein­ans melda til kappingina fyri at fáa fleiri dystir at spæla, men end­in var, at hetta sterka B-liðið hjá SÍ skrivaði søgu við at vinna steypa­gull umvegis 3-2-sigur ímóti ÍF og harvið gerast fyrsta B-lið í føroyskari flogbóltssøgu, sum vinn­ur gull í einari steypafinalu. albinus@sosialurin.fo FLOGBÓLTUR SÍ skrivaði søgu: B-LIÐIÐ FÓR VIÐ GULLINUM Eitt væl fyrireikað SÍ-lið við fleiri gomlum kenningum á liðnum hevði uppskriftina til at koppa oddaliðnum í meistaradeildini, ÍF, og eldru sørvingarnir gjørdust harvið fyrsta B-lið, sum vinnur gull í steypakappingini