mánadagur 26. februar 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Bartal Eliasen:
Jørgen Niclasen:
SÍ – ÍF
(25-20, 20-25, 25-27, 25-19, 15-8)
Dagsins leikari, ÍF: Hjørtur Sólstein
Dagsins leikari, SÍ: Jón Nielsen
Liðskiparin hjá ÍF, Bartal Elia
sen, hevði ikki hug at kleyna
egið avrik, men heldur vildi
hann rósa teimum garvaðu mót
støðumonnunum úr SÍ.
- Teir spældu væl, og teir
skulu hava rós uppiborið. Teir
høvdu lisið okkum og blokkaðu
okkum væl. Vit blivu nervøsir og
tordu ikki at sláa ígjøgnum. Teir
koyrdu bara frítt á og vunnu
uppiborið, segði Bartal eftir
steypafinaluna.
ÍF kann nú hugsavna seg um
landskappingina, har teir eru
oddalið í meistaradeildini, men
tað skal framvegis stríðast fyri
sakini, heldur liðskiparin.
- Har eru eisini góð lið, so tað
er ikki bara at leggja seg afturá
tí at vit eru fremst. Tað skal
arbeiðast hart fyri at sleppa
í finaluna, tí liðini eru øgiliga
jøvn, sigur Bartal Eliasen at
enda.
Leikandi venjarin hjá SÍ, kendi
politikarin
Jørgen
Nicla
sen, spældi sjálvur ikki við í
steypafinaluni, men hetta var
eitt tilætlað val av honum sjálv
um sum venjara.
-
Teir
sjey
spælararnir,
sum vit byrjaðu við, eru allir
klassaspælarar. Hjá mær er tað
vigtigari at vinna enn at spæla
nakrar bóltar. Taktiska upp
leggið riggaði, alt riggaði og
geisturin var so tað síðsta, sum
ordiliga setti fuglfirðingar upp
á pláss í dag, segði ein ovurfegin
Jørgen eftir finalusigurin.
- Vit meldaðu til og væntaðu
at vit kundu geva kapping til tey
ymisku liðini, men nú hava vit
vunnið á øllum liðum í Føroyum,
kann kenslan vera annað enn
fantastisk, spyr Jørgen Niclasen,
sum staðfestir, at hetta var ein
dreymur hjá honum, sum nú er
gingin út.
Teir vunnu
uppiborið
Hetta var
ein dreymur
Myndir: Álvur Haraldsen