mánadagur 26. februar 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Satt at siga, sá einki serligt út hjá
Fleyr, tá tey bæði fyrstu settini av
steypafinaluni hjá kvinnum vóru
spæld í nýggju umstøðunum á
Hálsi í Havn leygardagin, tí Dráttur
var á odda 2-0. Hóast tølini fyri
settini ikki sóu so øgilig út, var
spælið á vøllinum sera sannførandi,
og tað gekk sjón fyri søgn, at tað
annars so suverena oddaliðið í
kvinnukappingini
var
týðiliga
skelkað.
Spælararnir hjá Drátti spældu
við nógv størri sjálvsáliti og nógv
størri trúgv uppá, at tað kundi bera
til at vinna dystin. Vágakvinnurnar
tordu at sláa bóltarnar og at taka
neyðugu avgerðirnar, og tí fekk
Fleyr ongantíð fatur í spælinum
hjá Drátti, men rann bara aftaná.
Servutrýstið riggaði væl, og serliga
lá væl fyri hjá Annu Súnadóttir
Hansen og Ruth Albinsdóttir at fáa
vinnarasløgini ígjøgnum.
Sostatt var Dráttur bara eitt sett
frá at fara avstað við øllum, tá hesin
nýggi steðgurin millum annað og
triðja sett kom, tá spælararnir fóru
inn í umklæðingarrúmið og skipað
var fyri onkrum undirhaldi millum
fjepparar úti á vøllinum í meðan.
Steðgurin hjálpti
Og tað skuldi vísa seg, at júst hesin
steðgurin var tað, Fleyr hevði brúk
fyri, fyri at koma fyri seg aftur.
Spælararnir gramdu seg um, at
einki hoyrdist inn á vøllin av tí,
Kristian Mikkelsen sum venjari
royndi at rópa, og tað passaði ikki
honum so væl, tí hann er vanur at
dirigerað so nógv frá síðulinjuni,
sum hann kann.
Royndasti spælarin av øllum í
steypafinaluni, Anja Sonnadóttir
Danielsen, ið hevur heilar 42
landsdystir á baki og eftir dystin
var kosin besti spælari, ásannaði
eftir dystin, at hesin tíggju minuttir
langi steðgurin millum annað
og triðja sett kom sum ein sonn
bjarging fyri Fleyr:
–
Steðgurin
hjálpti
okkum
øgiliga nógv, so vit fingu vent
dystinum og vunnið, segði hon og
vísir eisini á, at tað munaði væl, at
venjarin gjørdi nakrar broytingar,
so tríggjar á liðnum býttu um pláss.
– Og so fingu vit onkursvegna
eisini
yvirlivilsisinstiktið
fram,
eftir at vit í teimum báðum fyrstu
settunum kanska høvdu verið
eitt sindur bangnar fyri at tapa, tí
Dráttur byrjaði so sterkt. Vit vóru
allar nervøsar og vistu, hvat stóð
upp á spæl, men tíbetur fingu vit
fótað okkum og vunnið til síðst.
Anja gekk undan
Fleyr vann nú tey bæði næstu
settini og kom upp á 2-2, so dysturin
aftur var púra opin. Fremsta
orsøkin til tað var, at brádliga
líktist Fleyr aftur tí oddaliðnum,
sum liðið er í landskappingini, og
samstundis sum tað eydnaðist at
fáa blokkspælið at rigga og Anja
Sonnadóttir Danielsen veruliga
fór at ganga undan, gjørdist Fleyr
alsamt meira sannførandi.
Í fimta setti vísti Anja serliga
í fyrstu bóltunum, at hon var til
reiðar at taka eitt tak fyri liðið. Tað
hevði óivað eisini sína ávirkan á
útnevningina sum besti spælari,
at hon setti Fleyr ordiliga í gongd
í fimta setti við at vinna fýra av
teimum fyrstu fimm bóltunum,
sum Fleyr fekk.
– Eg hugsi ikki so nógv um tað
at vera dagsins spælari, annað
enn at tað nokk vísir, at man
hevur gjørt okkurt rætt fyri liðið.
Sjálv hugsi eg nógv um mítt
egna avrik, í tann mun tað
kann hjálpa liðnum, sigur
dagsins
steypafinalistur,
ið nú hevur hug at hyggja
frameftir.
– Nú hava vit klára at
víst styrki, tí vit komu
aftur í steypafinaluni,
eftir
at
hava
verið
aftanfyri 0-2, so tað gevur
okkum
sjálvandi
trúgv
uppá, at vit aftur í ár kunnu
taka greipuna, sum vit gjørdu
tað fyri tveimum árum síðani.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kvinnufinalan:
FLEYR
YVIRLIVDI
SJOKKIÐ
Dráttur streyk avstað við sannførandi spælið tey
bæði fyrstu settini, men tá avtornaði, stóð Fleyr
allíkavæl ovast á sigurspallinum við steypinum
upp um høvd. – Steðgurin millum annað og triðja
sett, hjálpti okkum øgiliga nógv, so vit fingu vent
dystinum og vunnið, ásannaði dagsins spælari,
Anja Sonnadóttir Danielsen, eftir finaluna
Fleyr-Dráttur 3-2
(22-25, 22-25, 25-15, 25-21, 15-8)