Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Steypafinalan leygardagin var tann sjeynda hjá Drátti, sum dró svart í 2000, 2001 og 2004, til tað endiliga bragdaði í 2007 við 3-2 sigri á KÍF. Síðani tapti Dráttur í 2010, áðrenn tað so aftur endaði við sigri í 2015, tá vágakvinnur vunnu 3-2 á TB. Í fjør vóru kvinnurnar í Drátti føroyameistarar, og undan tí høvdu tær eisini vunnið tvey meistaraheiti, sum vóru í 2006 og í 2001. Verða Vágar tiknar undir einum, so hava Drátt­ur og SÍ tilsamans hjá kvinn­unum vunnið føroya­ meistara­heitið fimm ferðir og steypakappingina fýra ferðir, so tað sigur eitt sindur um styrkina hjá oynni. Tá Fleyr leygardagin vann á Drátti í steypafinaluni, var tað aðru ferð í trý ár, at Fleyr bleiv steypa­vinnari. Fleyr tapti steypa­finalurnar í 2009 og 2014, báðar ferðir ímóti SÍ, men í 2016 bragdaði ímóti SÍ og so aftur leygardagin ímóti hinum vága­lið­num, Drátti. Í 2016 vann Fleyr eisini meistaraheitið og tí greipu­na, og tann møguleikan hevur felagið aftur í ár, tí vinna kvinn­ur­nar hjá Fleyr bara ein dyst aftrat, hava tær tryggjað sær pláss í FM-finaluni. Katrin Petersen, sum leygar­ dag­in vann steypafinaluna við Fleyr, hevði bíðað leingi eftir at halda á steypinum aftur, tí seinast hon var við til at vin­ na eina steypafinalu, var við TB afturi í 2006. Nú spælir hon við Fleyr, tí hon býr og ar­ beið­ir í Havn, og hon er ein av royndastu spælarunum á unga Fleyr-liðnum, tí umframt at hava spælt og vunnið nógv við TB, hevur hon eisini 12 lands­ dystir á baki. Eisini Inge Marie Ras­mussen og Bára Holm Jacob­ sen, sum nú spæla við Fleyr, hava fingið sín flog­bólts­upp­ vøkst­ur í TB. Sjeynda finalan Tvey steyp í trý ár Vann síðst í 2006 Myndir: Álvur Haraldsen