Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Julian Johansen boðar frá, at hann gevst sum venjari hjá mansliðnum hjá Kyndli eftir hetta kappingarárið. Hann sigur, at trý ár eru nokk. Sosialurin avdúkar, at Kyndil er í samráðingum við danska venjaran, Martin Lellek. 20 ára gamli venjarin hjá VB, Rasmus Stensgaard, heldur ikki fram í Vági komandi kappingarár. Hann fer aftur til Danmarkar, har hann skal standa á odda fyri U18-gentunum hjá Team Esbjerg. Klaksvíkar Róðrarfelag setir nýggjan venjara í starv. Talan er um roynda venjaran í felagnum, Martin Venned. Tvøroyrar Borðtennisfelag, TBF, hevur 70 ára føðingardag hin 23. februar 2018. Hetta verður hátíðarhildið við kapping og móttøku í høllini í Trongisvági. Legendan í føroyskum fótbólti og á føroyska landsliðnum, 40 ára gamli Fróði Benjaminsen, skrivar undir sáttmála við NSÍ. Í fjør gjørdist hann føroyameistari saman við Víkingi. KÍ vinnur Klaksvíkskappingina, har teir í finaluni vinna 2-0-sigur ímóti Víkingi. Í bronsudystinum vinnur NSÍ 2-1 ímóti B36. Steypafinalur eru í høllini á Hálsi. Í mansfinaluni vinnur SÍb 3-2-sigur ímóti oddaliðnum í meistaradeildini, ÍF, og kvinnufinaluna vinnur Fleyr 3-2 eftir rimmar comeback ímóti Drátti. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Jørgen Niclasen, leikandi SÍ-venjari, um steypagullið Gary Neville um avrikini hjá Ramsey, Xhaka og Özil í Carabao Cup-finaluni ímóti Man City Eg havi onkuntíð skemtað við, at tá ið SÍ hevur tapt eina steypafinalu, so var tað tí spæliloyvið hjá mær ikki var upp á pláss. Tað var bara skemt. Men dreymurin hevur verið har, og í dag gekk hann út. Alt, sum fjepparar vilja síggja, er at tú rennur so skjótt sum tú megnar, men teir ganga runt á vøllinum. Á Wembley. Skomm. Stór skomm. Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Súsanna Sólrunardóttir Ludvig Føddur: 20 Yrki: Flogbóltur Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Rajko Petrovic 2. Fróði Benjaminsen 3. Dánjal Samuelsen og Heri Petersen 4. Adeshina Lawal 5. 1980 6. Ravnur 7. 2016 8. Rói Hentze 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu eitur útlendski flogbóltsvenjarin í SÍ, sum um vikuskiftið luttók í finalu nummar 100? 2 Hvat var barndómsfelagið hjá nýklakta NSÍ-aranum, Fróða Benjaminsen? 3 Nevn annan av dómarunum, ið dømdi steypafinaluna í manshondbólti undanfarna vikuskifti. 4 Hvør bleiv toppskjútti í Effodeildini í fjør? 5 Nær varð Flogbóltssamband Føroya sett á stovn – 1960, 1970 ella 1980? 6 Hvussu eitur kurvabóltsfelagið á Toftum? 7 Nær blivu Neistakvinnur seinast føroyameistarar? 8 Hvussu eitur royndi flogbóltsdómarin á myndini? Myndin hesa vikuna: Hvussu var at spæla finaluna? - Tað er altíð fantastiskt at spæla steypafinalu, men hendan finalan ver serstakliga spennandi av tí at vit megnaðu at koma so stórt aftur. Hvat hugsaði tú persónliga, tá tit vóru aftanfyri 2-0 í settum? - Uppá eitt tíðspunkt hugsaði eg fyri meg sjálva, nei, hetta kann ikki henda, vit eru ikki komnar her í dag fyri at tapa 3-0. Eg misti tó ongantíð mótið, tí eg visti at vit spældu ikki okkara optimala spæl, og tað var eisini tá at vend endiliga kom í. Hvussu høvdu tit fyrireikað tykkum til finaluna annars? - Vit hava fyrireika okkum uppá júst hendan dystin í áleið tveir mánaðir. Vit hava verið allar til hvørja venjing og altíð givið okkum 100%, og annars bara havt í hugsanum, at hetta bara er enn ein “vanligur” dystur, sum skal vinnast. Hvussu er at spæla steypafinalu í mun til aðrar dystir? - Tað er sjálvandi eitt ræðuliga stórt press á liðnum og eini sjálvari tá tað er steypafinalan, talan er um; nógvir áskoðarar, larmur, sjónvarp og miðlar allastaðni, og í heila tikið eru tað rammurnar rundan um dystin, ið eru serligar. Hvussu sært tú upp á tað, sum er eftir av landskappingini? - Eg síggi sera ljóst uppá landskappingina. Vit liggja langt fremst, øll liðini hava einans eini fimm dystir eftir og einasta liðið, ið kann yvirhála okkum, er Mjølnir, og tað krevur at tær vinna allar teirra dystir og vit tapa allar, og tað ætla vit absolut ikki skal henda. Norska Marit Bjørgen vinnur her sítt 15. heiðursmerki í OL- søguni. Tað er nýtt met