Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. februar 2018 · Nr. 24 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Tað gongur væl hjá føroyska landsliðsleikaranum í Brann, Gilla Rólantsson Sørensen, fyri tíðina. Seinastu tveir venjingardystirnar hevur Gilli R. Sørensen skorað eitt mál og lagt upp til tvey mál, og føroyingurin tykist vera í góðum formi til kappingarbyrjanina av norskum fótbólti, sum verð­ ur tann 11.mars. Men hvørs Gilli R. Sørensen fær ein leiklut á liðnum hjá Brann ella ikki til komandi kapp­ ingar­ár, er meira ógreitt. Í januar sá út til, at Gilli R. Sørensen stóð eftir við svarta­peri, tá Brann heintaði fleiri nýggjar útlendskar leikar­ar afturat hópinum. Men tann støðan sær út til at vera broytt nú. Annfinn Gaard, umboðsmaður hjá Gilla R. Sørensen, sigur, at út­lit­ini fyri spælitíð til Gilla R. Sørensen eru betri í løtuni, enn tey vóru fyri einum mán­að síðani. Tá Gilli takkaði nei til nýggjan sáttmála við Brann, sá út til, at hann var heilt úti í kuldanum av hópinum, av tí at fleiri nýgg­ir útlendskir spælarar vóru keyptir inn fyri hann. Men fleiri av innkeypunum hava ikki sligið til, og tá Gilli R. Søren­ sen hevur gjørt tað væl, og er væl betur spælari enn flestu av teimum, eru útlitini fyri spælitíð til Gilla vorðin nógv betur nú. Tað eru eisini bara tvær vikur til kappingin byrjar, sigur Annfinn Gaard. Hevur betri kort á hondini í summar Óansæð hvussu leikur fer fram hjá Gilla R. Sørensen kom­andi tíðina, er tó fram­ vegis sannlíkt at Gilli fer at skriva sáttmála við ann­ að felag í summar. Boð vóru eisini eftir føroyska leikara­num í januar, men tá vóru tilboðini hjá føroyska leikara­num ikki áhugaverd nokk. Í januar vóru tað fleiri feløg, ið spurdu seg fyri um Gilla. Vit hildu tó ikki, at tey til­boðini vóru áhugaverd nokk, tí Gilli hevur betri kort á hondini í summar, tá hann frítt kann tosa við onnur feløg, sigur Annfinn Gaard. Áhugi frá øðrum norskum feløgum Flytingarvindeygað í Noregi er tó ikki latið aftur enn, og tí hevur alla tíðina verið hugs­andi, at Gilli R. Sørensen kann skifta til annað norskt felag, áðrenn tað vindeygað letur aftur. Annfinn Gaard vátt­ar, at áhugi er fyri Gilla frá øðrum norskum feløgum, men at ikki dugir at siga, um Gilli fer at skifta til annað norskt felag. Tó skal talan vera um eitt stig upp í mun til Brann, um so er. Okkurt annað felag í bestu norsku deildini hevur fyri stuttari tíð síðani spurt seg fyri um Gilla, men har er eing­in avgerð tikin enn. Tó er heilt greitt, at skiftir Gilli felag, so skal talan vera um eitt skiftið, sum er eitt stig upp í mun til Brann, sigur Ann­finn Gaard. Gilli Rólantsson Sørensen hevur spælt við Brann síðani á sumri í 2016. andre@sosialurin.fo t Tá eitt b-lið vinnur Gilli Rólantsson Sørensen tóktist í januar at verða útifrystur í norska felagnum, Brann, av tí at hann takkaði nei til nýggjan sáttmála. Ein samanrenning av góðum formi hjá Gilla R. Sørensen og nýggjum útlendskum leikarum, ið ikki hava sligið til, gera tó, at Gilli nú aftur er í hitanum í norska felagnum GILLI ER AFTUR Í HITANUM Tað er bæði ein góð søga, men eisini ein ræðandi støða, at nakrar ótrenaðir menn kunnu vinna steypafinaluna í flogbólti. Tað hevði ikki hent í hvørki fótbólti ella hondbólti. Men hetta eru ikki nakrir vanligir menn, sum spæla fyri stuttleikar á einum b-liðið og tað ger søguna partvís góða. Talan er um nakrar av royndastu og bestu spælarunum í føroyskum flogbólti, ið manna b-liðið hjá SÍ. Samanlagt hava teir um 140 landsdystir og teir ikki so gamlir, at teir kunnu bólkast sum “eldri” ella “gamlir”, men heldur sum “royndir” spælarar. Tað er heldur ikki tí, at SÍ ikki ger sítt arbeiði í ungdómsdeildunum, at teir eldru enda við at vinna. SÍ vann níggju av níggju steypafinalunum hjá teimum yngru. Tað fekk meg at hugsa um, hvussu týdningarmikil ein góð mentan og góðar royndir eru í einum felagið og eini bygd. Vit síggja tað eisini í Vestmanna, har alt snýr seg um hondbólt. Meðan tað er eitt sindur ivasamt við einum b-liði, ið vinnur steypafinaluna, so er einki b-lið yvir fyrireikingunum hjá Flogbóltssambandinum. Her er stórt rós gevast til Flogbóltssambandið og Hondbóltssambandið, ið duga fyrimyndarliga væl at fyriskipa slíkar steypadagar. trondur@sosialurin.fo