Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársaðalfundur 2018 í P/F BankNordik Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin fríggjadagin hin 23. mars 2018 kl. 17.00 í høvuðssæti bankans á Oknarvegi 5, Tórshavn. Rúni Vang Poulsen hevur boðað frá, at hann ikki tekur við afturvali til nevnd bankans. Bankin hevur móttikið uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992, sum mælir til nýval av John Henrik Holm til nevnd bankans. Viðvíkjandi fleiri upplýsingum um valevnisuppskot nevndarinnar, undir hesum førleikar og onnur leiðslustørv, verður víst til heimasíðu bankans www.banknordik.fo Viðv. punkti 5 Nevndin mælir til afturval av Januar, løggilt grannskoðanarvirki P/F, og afturval av PricewaterhouseCoopers Statsautoriseret Revisionspartnerselskab, sum uttanhýsis grannskoðarar bankans. Viðv. punkti 6 a Sambært § 4 í bekendtgørelse for Færøerne om lønpolitik og oplysnings­ forpligtelser om aflønning i finansielle virksomheder samt finansielle holdingvirksomheder (bekendtgørelse nr. 901 fra 13. juli 2015) skal nevndin áseta ein samsýningarpolitikk galdandi fyri nevnd og stjórn bankans umframt onnur starvsfólk, hvørs starvsøki verða mett at hava týðandi ávirkan á váðaprofil bankans. Sambært § 5 í nevndu kunngerð hevur nevndin í 2018 viðgjørt sam­ sýningar politikk bankans við atliti at at fremja tillagingar samsvarandi viðkomandi lóggávu og viðurskiftum bankans. Dagførdi samsýningarpolitikkur bankans verður samsvarandi § 77 d, stk. 1 í lóg um fíggjarligt virksemi lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar. Viðv. punkti 7 a Samsýningarnevndin mælir til, at samsýningin til nevnd bankans verður óbroytt galdandi fyri 2018. Samsýningarnevndin mælir sostatt til, at aðalfundurin viðtekur, at samsýningin til nevndarlimir bankans verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki bankans frá mars 2018 við støði í hesum satsum: Grundsamsýning: 200.000 kr. Nevndarformaður: 3 x grundsamsýning Næstformaður: 2 x grundsamsýning Aðrir nevndarlimir 1 x grundsamsýning Fundarskrá 1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári 2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar og ársfrágreiðingin fyri 2017 3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapi fyri 2017 4. Val av nevnd a. Nevndin mælir til val av fimm aðalfundarvaldum nevndarlimum b. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara / grannskoðarum 6. Uppskot frá nevndini a. Samsýningarpolitikkur 7. Uppskot frá Samsýningarnevndini a. Nevndarsamsýningar fyri 2018 8. Ymiskt Viðv. punkti 1 Nevndin greiðir frá virksemi bankans í undanfarna ári. Viðv. punkti 2 og 3 Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársroknskapinum sambært ársfrágreiðingini fyri 2017. Nevndin skjýtur eisini upp, at útgoldnar verða í alt kr. 40.000.000 í vinningsbýti, svarandi til kr. 4 fyri hvørt partabrævið á kr. 20. Viðv. punkti 4 a Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina nevnd við 4–6 limum, sum skal sita til næsta ársaðalfund. Á inn­ kallingardegnum til ársaðalfundin eru 5 valevni uppstillað til nevnd bankans. Nevndin mælir til val av 5 aðalfundarvaldum nevndarlimum. Viðv. punkti 4 b Stine Bosse, Kim Jacobsen, Barbara P. Vang og Jógvan Jespersen hava boðað frá, at tey taka við afturvali til nevnd bankans.