týsdagur 27. februar 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25
www.banknordik.fo
Bílegging av atgongumerkjum
Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi
við partabrøv síni verður settur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin
eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er fríggjadagin hin
16. mars 2018.
Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, og sum ynskir
at luttaka, skal biðja um atgongumerki.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á www.banknordik.fo, umvegis
partaeigaraportalin á www.banknordik.com, ella á høvuðsskrivstovu
bankans á telefon 330 330.
Í sambandi við tilmelding umvegis partaeigaraportalin, verður
elektroniskt atgongumerki sent til ta teldupostadressu, ið partaeigarin
hevur skrásett í partaeigaraportalinum.
Partaeigarar skulu hava atgongumerki (elektroniskt ella útprent) við sær
á aðalfundin. Eisini er møguleiki fyri at heinta bíløgd atgongumerki við
inngongdina til aðalfundin við framvísan av samleikaprógvi.
Seinasta freist at bíleggja atgongumerki er týsdagin hin 20. mars 2018
kl. 16.00.
Tá atgongumerki verða bíløgd, skal prógv førast fyri, at viðkomandi
er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrásett við
navni, verða atgongumerki útgivin ímóti ávísing av eini ikki meira
enn 5 dagar gamlari útskrift frá VP Security A/S ella frá kontuførandi
peningastovninum (depotstaðið), sum skjalprógv fyri partabrævaognina.
Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at partabrøvini ikki eru ella
verða avhendað til onnur áðrenn skrásetingardagin.
Atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir á aðalfundinum.
Fulltrú
Partaeigarar, ið ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava møguleika at
geva fulltrú. Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo, umframt á
høvuðsskrivstovu bankans, er atgongd til eitt fulltrúarskjal, sum kann
nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at
geva nevnd bankans fulltrú til at møta og atkvøða tygara vegna. Fulltrúin
skal vera skrivlig, dagfest og móttikin á høvuðsskrivstovu bankans á
Oknarvegi 5, Postboks 3048, FO110 Tórshavn í seinasta lagi týsdagin
hin 20. mars 2018, kl. 16.00.
Brævatkvøður
Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo er atgongd til oyðublað at
nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um so er, at tygum ynskja at greiða
brævatkvøðu, skal oyðublaðið vera móttikið á høvuðsskrivstovu bankans
á Oknarvegi 5, Postboks 3048, FO110 Tórshavn í seinasta lagi hósdagin
hin 22. mars 2018 kl. 16.00.
Eisini er møguleiki fyri at greiða brævatkvøðu umvegis partaeigara
portalin á www.banknordik.com í seinasta lagt hósdagin hin 22. mars
2018 kl. 16.00.
Ársroknskapurin 2017 og fundarskrá
við fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2017 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing um
framt fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum fara at liggja frammi á
høvuðsskrivstovu bankans og heimasíðu bankans www.banknordik.fo
í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn aðalfundin.
Avgerðir, partapeningur, atkvøðurættur
og kontuførandi peningastovnur
Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta,
smbr. § 9, stk. 2 í viðtøkum bankans.
Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv upp
á kr. 20. Hvørt partabræv á kr. 20 gevur eina atkvøðu á aðalfundinum. Tó
eru ávísar atkvøðuavmarkingar galdandi sambært § 8, stk. 3 í viðtøkum
bankans.
Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.1. Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi
við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum parta
eigarin eigur skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er ein
vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
8.2. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, jvb. § 8. 1,
og sum ynskir at luttaka, skal seinast 3 dagar undan aðalfundinum
biðja um atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin.
8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran
part ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann
fyri egin partabrøv ella sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða
fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. Ongar
avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til, hvussu stóran
part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan
fyri sama samtak, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki
saman atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum
tilsamans.
8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman
við einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna,
móti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt
tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár.
9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta,
uttan so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan
meiriluta.
Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna
avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt
við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum
við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3
av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum.
9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli
av quorumkravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3
av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti
umboðaða partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi
atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi.
P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S.
Partaeigarar bankans kunnu velja P/F BankNordik sum kontuførandi
stovn til at útinna teirra fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik.
P/F BankNordik
Nevndin