Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RÆTTARMÁL SNÍKTI SEG TIL SAMLEGU Meðan hon svav sníkti maðurin seg til samlegu við ungu kvinnuni. Dómarin var eirindarleysur. Danjal av Rana Eina náttina sníkti ein maður, mitt í 20’unum, seg til samlegu við eini yngri kvinnu. Hon var sovnað, og með­an hon svav gjørdi hann sær dælt av støðuni. Dóm­arin var eir­ind­arleysur og revsaði hann við fýra mánaðum fongsuls­revs­ ing, um­framt at hann skal rinda kvinnuni 20.000 krónur í end­ur­ gjaldi. Maðurin var nýliga fluttur inn í grannaíbúðina hjá kvinnuni. Eitt kvøldið, hon hevur vitjan av eini vinkonu, fella tey í prát og sita út á kvøldið og drekka saman. Seinni lá leiðin ein túr í býin, men av tí at har var lítið fólk, vóru tey skjót heima aftur. Vinkonurnar semjast um, at vitj­andi vinkonan skal liggja nátt heima hjá fyrru vinkonuni, men tá hon síðani viðmerkir, at har verður nakað trongt, bjóðar maðurin teimum at sova í sínari song. Løgdu seg í somu song Tey leggja seg so øll trý í songina, hann er skjótur at leggja seg mitt í, og so kvinnurnar báðar hvør sínu megin. Órættaða kvinnan sovnar fyrst, meðan hini bæði liggja og práta saman. Løtu seinni merkir órætt­ aða kvinnan, at maðurin ger seg inn á seg. Hon heldur fyrst, at hon kanska droymir, men tá tað hendir aftur og hon snarar sær á, sær hon, at maðurin tveitir seg niður á búkin at liggja. Maðurin greiddi í rættinum frá, at hann ikki mintist hendingina. Hann kundi ikki nokta fyri, at hann kanska hevði gjørt okkurt, men í so fall, so var tað gjørt í svøvni, vildu hann og verji hansara vera við. Tey hava øll trý greitt frá, at tað ongantíð var talan um nakað seks­ uelt millum tey alt kvøldið, eingir seksuellir undirtónar. Onga orsøk at vænta sær nakað Ákærin metti, at maðurin heilt greitt hevur gjørt seg inn á eina kvinnu, sum ikki var før fyri at gera mót­støðu, tí hon svav. Ákærin vísti á, at tey ikki høvdu prátað nakað um slíkt og hon eingi tekin gav til, at hon var áhugað í samlegu. Maðurin noktaði ikki fyri hend­ ing­unum sjálvum, men verjin metti ikki, at maðurin kundi revsast, tí hann svav sjálvur. Verjin helt, at um dómarin ikki vildi góðtaka, at maðurin svav, mátti leggjast til grund, at maðurin hevði góða grund at vænta samlegu hetta kvøldið, tá genturnar løgdu seg í songina. Verjin metti eisini, at so skjótt maðurin skilti, at kvinnan ikki var áhugað, gavst maðurin eisini. Dómarin fann hann sekan í ákær­unum og valdi at revsa hann við fýra mánaðum treytaleysari fongsulsrevsing. Hann helt, at kvinnan hevði greitt róliga, ná­ greini­liga og trúverdiga frá hend­ ing­unum hetta kvøldið. Dómarin helt, at tá maðurin tveitt seg á búk­ in, tá hon vendi sær á, var tekin um, at hann var vakin. Dómarin metti ikki, at nøkur orsøk var hjá mann­ inum at vænta, at kvøldið skuldi enda við samlegu, hóast kvinn­ur­n­ ar endaðu í hansara song báðar. Maðurin kærdi til Eystara Lands­rætt á staðnum. Hann skal tí ikki inn at sita fyrr enn málið er lið­ ugt viðgjørt í Eystara Landsrætti.