týsdagur 27. februar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Vit hava mælt
Bjarna Hammer til
at taka farloyvi úr
tinginum, meðan
løgreglan kannar
hetta málið, sigur
Aksel V. Johannesen,
løgmaður í dag.
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Javnaðarflokkurin hevur í morgun
havt tingbólkafund, men Bjarni
Hammer hevur ikki verið á fund
inum. Sum vera man var søgan
um tilknýti hjá Bjarna Hammer til
hassj, sum Sosialurin skrivaði í gjár,
á skránni hjá Javnaðarflokkinum í
morgun. Men longu í gjárkvøldið
ringdi Aksel V. Johannesen, løg
maður, til tingmannin á Tvøroyri og
heitti á hann, um at fara í farloyvi.
-
Vit
í
Javnaðarflokkinum
halda, at sum støðan er í løtuni, so
er frægast, at Bjarni Hammer fer í
farloyvi, meðan løgreglan kannar
málið. Tað halda vit er best bæði
fyri Bjarna Hammer sjálvan, fyri
Javnaðaflokkin og fyri alla pol
itisku skipanina, sigur Aksel V.
Johannesen, formaður í Javnaðar
flokkinum.
Tá ið tað er sagt sigur hann
eisini, at vit liva í einum rættar
samfelag við rættartrygd, og har
er prinsippið sjálvsagt, at ein hvør
er ósekur inntil tað mótsatta er
prógvað.
- Vit mugu bara bíða eftir løg
regluni, sigur løgmaður.
Víðari sigur hann, at hann
heldur hendan hendingin hevur
ávirkan á alla politisku skipanina,
og spurdur um, hvørt politikarar
eiga at hava hægri moral enn onn
ur, so løgmaður sannførdur.
- Tað er tað eingin ivi um, at
tað eiga vit at hava. Vit hava vald,
sum onnur ikki hava, og tí hava vit
eisini hægri moralska skyldu enn
onnur, sigur Aksel V. Johannesen
og staðfestir samstundis, at Bjarni
Hammer ikki er á tingfundi í dag,
men er burturfrá og umhugsar sína
støðu.
Er ørkymlandi
Aksel V. Johannesen, formaður í
Javnaðarflokkinum sigur eisini í
dag, at søgan hjá Sosialinum ør
- BJARNI HAMMER
AT FARA Í FARLOY
RÚSEVNI
Aksel V. Johannesen: