týsdagur 27. februar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25
Tíðarlinja:
Fyrst í desember 2017.
Fleiri keldur seta seg í samband við Sosialin við
skuldsetingum móti Bjarna Hammer
15. desember 2017
Bjarni Hammer tosar við eina unga kvinnu um
hassj - har sigur hann millum annað, at hann kann
skaffa tað.
22. desember 2017
Bjarni Hammer tosar við unga kvinnu og ein
vinmann, sum vanliga hevur hassj, um at fáa
hassj frá vinmanninum til ungu kvinnuna. Tað
eydnast ikki. Bjarni Hammer sigur frá navninum
hjá viðkomandi vinmanni.
Síðst í januar 2018
Sosialurin handar málið til løgregluna
7. februar 2018
Tveir løgreglumenn úr Danmark avhoyra Bjarna
Hammer, tó hann ikki er skuldsettur fyri nakað.
8. februar 2018
Bjarni Hammer kunnar løgmann um støðuna.
26. februar 2018
Sosialurin sigur frá søguni.
27. februar 2018
Løgmaður biður Bjarna Hammer fara í farloyvi úr
tinginum, meðan løgreglan kannar málið.
Fútin bíðar enn
eftir úrsliti úr
Danmark
Løgreglan kannar málið um Bjarna Hammer,løgrelumann og
tingmanni, men tað er danska løgreglan, sum ger kaqnningarnar
Árni Gregersen
Løgreglan kannar í løtuni málið
viðvíkjandi Bjarna Hammer. Løg
reglumanni og tingmanni fyri
Javnaðarflokkin. Hetta er tó ikki
løgreglan í Føroyum, sum ger hes
ar kanningarnar, men fólk frá ríki
ákæranum.
Tað snýr seg um málið, sum
var borið fram her í Sosialinum
mánadagin. Vit skrivaðu, at Bjarni
Hammer hevur sagt við eina keldu
hjá blagnum, at hann lættliga kann
fáa fatur á rúsevnum og at ein vin
maður hansara javnan ferðast mill
um Danmark og Føroyar og hevur
rúsevnir ella hassj við sær.
-Vit hava latið alt tilfar í málin
um til ríkisákæran, tí vit hava ikki
nakran møguleika at gera við málið
her, sigur John Kølbæk, fúti.
Hann vísir á, at í slíkum føri sum
hesum, valdu tey beinanvegin at
lata málið víðari til myndugleikar
nar í Keypmannahavn.
Bjarni Hammer hevur eisini í
einum tíðindaskrivi sagt, at tveir
løgreglumenn úr Keypmannahavn,
hava verið í Føroyum og tosa við
hann.
Tingmaðurin segði í skrivinum,
at hann bert vvar avhoyrdur, men
at hann ikki er skuldsettur í málin
um.
Innanhýsis
Í hesum máli kannar løgreglan, tað
sum er komið fram eftir at Sosial
urin meldaði málið.
Málið er í tveimum. Annað er
eitt mál, sum hevur við starvið sum
løgreglumaður at gera og hitt snýr
seg fyrst og fremst um moral, sum
politikari.
Danska løgreglan kannar um
tingmaðurin og løgtingsmaðurin
hevur brotið moralska kodex hjá
løgregluni og sum tænastumaður.
Tað kann hanga saman við, at
Bjarni Hammer í blaðnum verður
sagdur at hava sagt, at hann veit
um ein vinmann, sum ferðast mill
um Føoyrar og Danmark og hevur
hassj við sær hendan vegin.
Er hetta so, og føroyski løgreglu
maðurin ikki hevur gjørt nakað
fyri at avdúka smuglingina, so er
hann helst farin út um tað, hann
sum løgreglumaður kann venda
blinda eygað til.
Hitt málið er meira um moral,
hevur tingmaðurin onki lógarbrot
framt.
So fer tað fyrst og fremst at vera
upp til Javnaðarflokkin um flokk
urin framhaldandi fer at hava álit á
tingmanninum og fer at lata hann
stilla uppaftur fyri flokkin.
Hesin spurningurin er sjálvandi
ikki avgjørdur, tí flokkurin bíðar
eftir hvørja niðurstøðu løgreglan
kemur til í málinum.
Føroyska løgreglan bíðar eisini
eftir, somu frágreiðing.
-Men sjálvt um vit ikki siga
nakað og hava víst málinum til
Keypmannahavn, so vil tsað ikki
siga, at vit ikki fylgja við í málinum,
sigur John Kølbæk, fúti.
Enn erf ikki nøkur ábending um,
nær løgreglan í Keypmannahvn,
verður liðug við kanningarnar.
EIGUR
YVI
RÆTTARMÁL
John Kølbæk, fúti, vil onki siga um málið, men sigur at
eisini løgreglan í Føroyum fylgir við hvat hendir.
Bjarni Hammer, tingmaður og løreglumaður,
er ovast á bredanum í hesum døgum
kymlar hann.
- Tíbetur er tað ikki ofta tað
hendir, men hetta er komið fyri
fyrr í politisku skipanini og tað er
sjálvandi ørkymlandi at uppliva,
sigur Aksel V. Johannesen.
Men somuleiðis sigur hann, at
hvørki løgtingið ella Javnaðarflokk
urin kunnu taka sæti frá Bjarna
Hammer, tí hann er fólkavaldur, og
hansara tingsessur er hansara egni
at ráða yvir.
- Bjarni Hammer sigur, at hann
er ósekur, og nú umhugsar hann
sína støðu, sigur Aksel V. Johanne
sen.
Bjarni Hammer vil einki siga
Sosialurin hevur fleiri ferðir roynt
at fingið fatur á Bjarna Hammer.
Mánadagin fingu vit stutt orðið á
tingmannin, men hann vildi ikki
gera nakra viðmerking tá. Týsdagin
bar hann seg eisini undan.
Hetta snýr málið seg um
Seinastu mánaðirnar hevur Bjarni
Hammer verið í samband við
ung fólk, har hann hevur sagt
seg kunnað fáa fatur á hassjið til
teirra, og somuleiðis hevur greitt
frá sínum tilknýti til ein góðan
vinmann, sum plagar at hava nógv
hassj upp á sær. Bjarni Hammer
ringir her í millum ungu fólkini og
sín góða vinmann í royndini at fáa
hassj frá tí eina partinum til hin.
Sosialurin skilur frá keldum
í løgregluni, at tað er ivasamt,
um hetta er nóg mikið til at reisa
ákæru fyri brot á revsilógina, men
at tað helst er nóg tyngjandi til, at
disipliner tiltøk verða sett í verk
móti Bjarna Hammer, sum eisini er
løgreglumaður.