Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Góð ráð til tín sum vil veita stuðul í sorgini Hvussu kanst tú sum vinur, starvsfelagi, granni ella familja stuðla einum, sum hevur mist ein av sínum nærmastu? Tað er jú ikki lætt at vita, hvat tú skalt siga ella gera. Í hesi greinini eru nøkur ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, tá sorg og saknur níva, og tú ynskir at rætta eina hjálpandi hond Vilmund Jacobsen Rívur tú upp í sorgini, um tú spyrt um tað, sum er hent? Nógv, sum hava mist, siga, at tað ringasta, sum familja, vinir ella kenningar kunnu gera, er at látast sum luft. At fáa stuðul, umsorgan og upp­ merksemi frá familju og vinum annars hevur ofta ótrúliga stóran týdning fyri eftirsitandi. Stuðulin, sum tú kanst veita í slíkari støðu, kann snúgva seg um at deila minnir, tankar og upp­liv­ ingar um tann, ið farin er - ella at deila tankar um framtíðina, har hin farni ikki er við meira. At familja og vinir stuðla og hjálpa, kann minka um kensluna av at føla seg einsamallan, sum mong, ið mist hava, uppliva. Á heimasíðuni - www.cancer.dk - eru mong góð ráð um, hvussu tú kanst stuðla einum, ið tørvar hjálp, og her kanst tú brúka tey ráð, sum nú einaferð hóska til títt samband við viðkomandi. Onkur, sum hevur mist, hevur følt, at fólk, tey kenna, líka sum ganga yvir um vegin fyri ikki at møta teimum, tí tey vistu snøgt sagt ikki, hvat tey skuldu siga. Men, fyri tann, ið hevur verið fyri missi, kann slíkt kennast rætti­ liga hart og særandi. Tá tú møtir fólki, ið hava verið fyri slíkari lagnu, kanst tú fortelja teimum, at tú hugsar um tey og teirra sorg og sakn. Er talan um fólk, sum tú kanska ikki stendur so ógvuliga nær, kann tað vera eitt gott hugskot kortini at fortelja teimum, at tú veitst, hvat er hent. Hvat kanst tú siga? Hevur tú trupulleikar við at finna orðini, kanst tú siga, at “... tað ger mær ilt, at tú hevur mist xxx...” ella “... eg havi hugsað nógv um teg, eftir at eg hoyrdi, at tú hevur mist xxx...” Alt eftir, hvørji bondini eru, kanst tú spyrja, um tú kanst veita viðkomandi eina hjálpandi hond, og tað er ikki verri, um tú eisini hevur okkurt hugskot um, hvørjum tú kanst hjálpa við. Kanska kennir tú hin eftir­sit­ andi so væl, at tú slett ikki ert í iva um, hvør hjálp er hin besta. Men, hetta er ikki altíð líka lætt. Haraftrat er tað ymiskt, hvat hin eftirsitandi hevur brúk fyri. Eru tað eldri fólk, sum hava mist, kunnu uppgávur sum innkeyp og matgerð lætta um, tá slíkar hjálp kann vera við til at skapa ein karm og innihald í truplu tíðini. Er talan um eftirsitandi hjúnar­ felaga í einari barnafamilju, kunnu gerandisuppgávurnar kennast møti­miklar. Nógvir eftirsitandi hjúnar­fel­ag­ ar í barnafamiljum vísa stórt takk­ semi, tá netverkið bjóðar ítøkiliga og praktiska hjálp, sum eitt nú nátt­ urða, heimabakaðar bollar - ella at koyra børn millum heim, skúla ella barnagarð. Nøkur hugskot Sálarfrøðingurin hjá Kræftens Be­ kæmp­else, Laura D. Rosenvinge Kjersgaard, hevur nøkur ítøkilig boð upp á, hvat fólk, sum gjarna vilja hjálpa eftir deyðsfall, kunnu siga, og her er serliga talan um inn­ leið­andi spurningar: Eg vil gjarna hjálpa tær, um eg kann... Er tað í lagi, um eg ringi ella komi á gátt av og á - ella hevur tú so nógv at taka tær av beint nú, at tú mest hevur brúk fyri friði? Er tað í lagi, um eg spyrji, hvussu tú hevur tað - ella hevur tú heldur hug at snakka um okkurt annað? Eg vil gjarna gera tykkum onkr­ an serstakan mat, tá eg kortini eri í holt við at gera mat heima. Hevði tað verið ein hjálp, um eg kom við nátturða til tykkum einaferð um vikuna - ella, er tað heldur okkurt annað, eg kundi hjálpt við? Ringir tú sjálv/-ur til mín, um tú fært brúk fyri hjálp seinni - ella, kann eg ringja til tín av og á og spyrja? Hevur tú brúk fyri hjálp til at sláa grasplenuna, burturbeina rusk ella okkurt bankaørindi? Bara at vita tað Laura D. Rosenvinge Kjersgaard vís­ir á, at við at nevna fleiri møgu­ leikar, ger tú tað samstundis lætt fyri eftirsitandi at takka nei, um tørv­ur ikki er á hjálp. Kanska hevur eftirsitandi ikki brúk fyri hjálp í løtuni, men kann kenna seg hjálpta/-n við at vita, at hjálp er at heinta, um brúk verður fyri henni. - Tað kann vera trupult hjá summ­um at siga ja til hjálp. Um tú sum avvarðandi veitst, at eftir­ sitandi ynskir, at grasið verð­ur sligið, ella at ein posi við ný­bak­að­ um bollum hevði komið væl við - ja, so kanst tú bara gera tað. Tá nýtist eftirsitandi ikki at taka støðu til tað. Sálarfrøðingurin leggur dent á, at avvarðandi tó eiga at ansa eftir, at tað, tey gera, ikki fer yvir tey mørk, sum eftirsitandi hava. Hon sigur, at tað ringasta, sum fólk kunnu gera, er at senda eitt sms og siga “Skriva bara, um tú hevur brúk fyri hjálp...”, tí fólk í slík­ari støðu hava sjáldan yvirskot at biðja um hjálp. - Avvarðandi skulu bara ringja upp á, vera til steðgar og góðtaka, at fólk viðhvørt siga nei takk, leggur Laura D. Rosenvinge Kjersgaard aftrat. Fólk broyta atferð Tað er ikki óvanligt, at fólk, sum hava mist, í eina tíð uppliva, at tey orka minni - at tey snakka minni og eru minni uppsøkjandi. - Sum vinur er tað týdning­ar­ mikið, at tú góðtekur, at hin eftir­ sitandi ikki er sum fyrr og kanska ongantíð verður heilt hin sami aftur. Tað er eisini týdningarmikið, at tú gevur eftirsitandi stundir til at finna síni egnu bein aftur í eini broytt­ari tilveru og lívi. Laura D. Rosenvinge Kjersgaard sigur, at tað kann vera eitt gott hugskot, um tú sum avvarandi í eina tíð átekur tær ábyrgdina fyri, at tit tosa saman, síggjast og annars halda sambandið við líka, sjálvt um eftirsitandi ikki setir seg í samband við teg. - Nógv eftirsitandi síggja stórt í, at familja, vinir og kenningar vísa uppmerksemi og seta seg í sam­ band við tey - eisini í einari tíð, har eftirsitandi ikki sjálvi hava yvir­ skot, sigur sálarfrøðingurin. Serliga í byrjanini Tað er serliga í byrjanini eftir deyðs­ fall, at familja, vinir og kenningar vísa eftirsitandi uppmerksemi, men hin, sum hevur mist, setir stóran prís upp á umsorgan seinni eisini. - Tað kann væl vera, at eftir­ sitandi tykjast glað og síggja gott út, men vit skulu minnast til, at tann, ið mist hevur, framhaldandi livir við avleiðingunum av tí, ið hent er. Tað kann minka um kensluna av einsemi, at tey, sum annars kundu verið rundan um hin syrgjandi og saknandi, lata hoyra frá sær og vilja hoyra, hvussu eftirsitandi hevur tað, sigur Laura D. Rosenvinge Kjersgaard. HEILSA Eftirsitandi kunnu síggja glað út, tá vit síggja tey úti, men tann, ið mist hevur, livir framhaldandi við avleiðingunum av tí, ið hent er