týsdagur 27. februar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Magni Mohr er eitt kent andligt í
føroyskum fótbólti og ítrótti. Hann
hevur verið knýttur at feløgum
sum B36, HB og EB/Streymi, um
framt
landsliðnum
eitt
skifti.
Hann hevur eisini verið partur
av venjaratoyminum hjá stórum
feløgum sum Juventus og Chelsea.
Nú er líkt til, at hann verður ein
enn størri partur av La Liga felag
num Deportivo La Coruna.
- Eg vil ikki siga so nógv beint
nú, men eg kann siga so mikið sum,
at eg umhugsi støðuna, sigur Magni
Mohr, sum váttar at hann hevur
verið í Spanina seinastu tíðina og
havt venjingar í Deoprtivo La Coru
na.
Venjari er Clarence Seedorf.
Hann
er
fyrrverandi
stórspælari, sum hevur
umboðað feløg sum Ajax,
Real Madrid, Inter Milan
og AC Milan. Hann var
eisini eitt stutt skifti
venjari AC Milan.
Kendir spælarar
Spanskir miðlar skriva, at
Magni Mohr verður partur av
bjargingarætlanin hjá Clarence
Seedorf. Heimskendi fótbóltsspæl
arin, sum síðani er blivin venjari,
skal bjarga Deportivo La Coruna,
sum liggur næstaftast í La Liga. Tí
tykist fyribils talan verða um eina
bjargingarætlan.
Liðið telur fleiri kendar spælar
ar. Har í millum Sulley Muntari, ið
júst er komin til felagið. Eisini kann
nevnast Lucas Pérez, ið er leigaður
frá Arsenal, og danski Michael
Krohn-Dehli. Hartil kunnu nevnast
menn sum sveisiski landsliðsspæl
arin, Fabian Schär, ið spældi móti
Føroyum fyri kortum.
Deportivo La Coruna verður
roknað sum eitt av miðal stórt feløg
í Spania. Besta tíðin í felagnum var
um aldarskiftið, tá liðið vann La
Liga í 2000, og steypakappingina í
2002. Liðið var eisini í fleiri førum í
Champions League.
Magni Mohr, sum í dag er lektari
á Fróðskaparsetrinum, hevur fyrr
verið í venjaratoyminum hjá feløg
um sum Juventus og Chelsea.
trondur@sosialurin.fo
Magni Mohr hevur seinastu tíðina verið í Spania, har hann hevur vant La Liga felagið Deportivo
La Coruna, har Clarence Seedorf er nýggjur venjari. – Eg umhugsi støðuna, sigur Magni Mohr
Føroyingur í La Liga:
SønderjyskE til Føroyar:
MAGNI MOHR VENUR
DEPORTIVO LA CORUNA
Tróndur Arge
U17 landsliðið hevur fingið ein heilt nýggjan
týdning, eftir EM-endaspælið í Kroatia í apríl
í fjør. Yvirleggjarin fyri hvat er til er nú fluttur
heilt upp til eitt endaspæl, men órealistiskt at
vænta at tað hendir aftur – tó at dreymurin
altíð má liva. Ongin av spælarunum frá EM-
endaspælinum hava aldur til at spæla við í ár.
Liðið skal spæla kappingar í apríl, august
og í oktober. Í døgunum 3. til 8. apríl fara U17-
dreingirnir til UEFA menningarkapping í
Norðurírlandi. Síðani verður NM spælt í Før
oyum 4. til 11. august, áðrenn liðið fer til inn
leiðandi EM-undankapping í Makedonia 18. til
27. oktober.
Sum ein partur av fyrireikingunum kemur
SønderjyskE til Føroya í komandi mánaði.
Tvey lið
Thomas Thinggaard, venjari hjá U17-landslið
num við dreingjum, hevur úttikið hóparnar,
sum 10. og 13. mars skal spæla tveir venjingar
dystir móti SønderjyskE, skrivar fsf.fo.
Fyrireikingarnar hjá føroyska U17-lands
liðnum við dreingjum eru farnar í gongd.
Liðið hevur havt nakrar venjingar í Havn og í
Klaksvík, og í næstum verða tveir venjingar
dystir móti danska SønderjyskE á skránni.
Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli.
Tann fyrri verður leygardagin 10. mars klokk
an 14.00, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 13.
mars møtast liðini aftur. Tá verður sett í gongd
klokkan 18.30.
trondur@sosialurin.fo
U17 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti fyrireikar
seg í løtuni til eitt spennandi kappingarár. Liðið
skal spæla ikki færri enn tríggjar altjóða kappingar.
Í hesum førinum skal U17 landsliðið skal spæla
tveir venjingardystir móti SønderjyskE
Fyrireika seg til
stórt kappingarár
Hóparnir:
Til fyrra dystin eru hesir boðsendir
Ari Petersen, 07 Vestur
Jónas Warner, B36
Eyðbjørn Østergaard, B36
Gutti D. Olsen, EB/Streymur
Leivur Guttesen, HB
Ári Arge, HB
Tórur Joensen, HB
Gilli Róason, HB
Noah Mneney, ÍF
Jóel H. Jacobsen, NSÍ
Súni Hansen, NSÍ
Meinhard F. Janusarson, NSÍ
Jens Erik Bruhn, TB/FCS/Royn
Bergur Poulsen, Víkingur
Ingolf Tvørfoss, Víkingur
Til seinna dystin er føroyski
hópurin hesin:
Jónas Warner, B36
Kristian K. Hentze, B36
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Leivur Guttesen, HB
Ári Arge, HB
Tórur Joensen, HB
Noah Mneney, ÍF
Fríði R. Petersen, ÍF
Aleks H. Jacobsen, KÍ
Olaf K. Hansen, KÍ
Børge Petersen, KÍ
Súni Hansen, NSÍ
Meinhard F. Janusarson, NSÍ
Dánial Danielsen, NSÍ
Gulak Jacobsen, SønderjyskE
U17-liðið sum byrjaði á vøllinum í innleiðandi EM-
undankappingardystinum ímóti Russlandi í september í fjør -
Mynd: Odmar Selfoss